Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75 30 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen HB fekk útjavnandi málið í Gunda­ dali í yvirtíðini móti FC Suðuroy á fyrsta leikdegi. Við einum verju­ kendum útgangsstøði fingu føroya­ meistararnir málleysan javnleik í Sarpugerði á øðrum leikdegi. Síðan vann HB við bit og slit á heimavølli móti AB, tá teir reyðu og svørtu noyddist at binda um heilan fingur seinastu løtuna. Og fyri tveimum vikum fekk HB bæði málini í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tá føroyameistararnir vunnu 2­1 á heimavølli móti NSÍ. Nú bíðar EB/ Streymur á útivølli. HB hevur ikki beinleiðis verið sannførandi higartil. Men hóast tað eru átta stig komin í hús. Tað eru bara tvey færri enn oddaliðið. So føroyameistararnir eru byrjaðir væl, hóast alt. Men sunnudagin fáa teir seg av álvara royndar, tá EB/Streymur bíðar við Margáir. Vagnur Mohr Mort ensen verður eftir øllum at døma ikki tøkur til sunnudagin. Heðin Askham, venjari hjá EB/ Streymi, manglaði fleiri leikarar, tá EB/Streymur vann seg víðari úr fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið seinasta viku­ skiftið. Tað er framvegis ikki vist, hvussu verður hesaferð. Daniel Udsen og Brian Olsen verða í øllum før um ikki í hópinum. Hans Pauli Samuelsen, Bjarni Jørgensen, Sorin Anghel og Dánjal Davidsen eru ivasamir. Hinvegin er Alex José dos Santos við aftur. Hann hevði leikbann seinast. Uni Holm Johannesen Á seinasta leikdegi í 2008 var Ingi Højsted í byrj unar­ uppstillingini hjá B36, sum skuldi vinna á heimavølli móti B68, um høvuðsstaðarfelagið skuldi fáa bronsuheiðursmerki. Tað eydnaðist. Men tað var uttan Inga Højsted í samfullar 81 minuttir. Longu eftir níggju minuttum noyddist miðvallarin av vøll­ inum við skaða. Og síðan hevur hann ikki spælt í bestu før oysku fótbóltskappingini. Men nú er líkt til, at Højsted aftur verður á vøllinum í fremstu røð. Hann er við í hópinum hjá B36, sum fær vitjan av ÍF sunnudagin. 24 ára gamli Ingi Højsted varð innskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá B36 vann heili 7­1 á FC Hoyvík í fjórð­ ingsfinaluni í kappingini um Løg manssteypið. Hann stóð seg væl eftir umstøðunum. Men nú skulu hann og odda­ lið ið royna at knógva fugl firð­ ingum. Sigfríður Clementsen hevur somu leikararnar at velja millum sum seinast. Herbert í Lon Jacobsen og Heini í Skorini eru framvegis ikki tøkir. ÍF hevur allar mans tøkar til dystin. Føroyameistararnir fáa seg royndar Ingi er við aftur vodafonedeildini HB hevur verið lítið sannførandi higartil. Men átta stig eru hóast alt komin í hús. Um vikuskiftið fáa føroyameistararnir seg av álvara royndar, tá teir vitja við Margáir vodafonedeildin Ingi Højsted spældi seinastu 25 minuttirnar, tá B36 vann knúsandi stórsigur á FC Hoyvík í steypakappingini. Nú er líkt til, at hann fer at spæla fyri fyrstu ferð í bestu føroysku deildini síðan 25. oktober í 2008 Uni Holm Johannesen Eitt stig og botnlið. Tað er úrtøkan hjá Paula Poulsen, venjara, og NSÍ eftir fýra landskappingardystir. Sama um kappingin framvegis er ung, er tann støðan ikki nøkt andi. Runavíkingar hava latið sjey mál inn og skotið trý hig­ ar til. Tað ber ikki boð um ein stórspælandi avbjóðara til før­ oyameistaraheitið. Men nú skal skútan vendast. Um vikuskiftið verður vøllurin við Løkin karmur um botndyst, tá AB vitjar í Runavík. Og tað er helst ikki at taka munnin ov fullan at staðfesta, at NSÍ er favorittur. Pauli Poulsen hevur allar mans tøkar til dystin. Karoly Potemkin hevur framvegis ikki prógvað, at hann eigur pláss í byrjunaruppstillingini. Seinasta vikuskiftið spældi hann við næstbesta liðnum. AB hevur sanniliga eisini tørv á stigum. Argjamenn mið aðu høgt undan kappingar­ byrjan, men við tveimum stig­ um fyri fýra dystir eru teir á áttanda plássinum. Tað er vert at hefta seg við, at argjamenn hava spælt á útivølli móti Víkingi og HB. Stigini eru kom­ in til høldar á heimavølli móti B71 og B36. Seinast Sosialurin frætti, hevði Allan Mørkøre somuleiðis allar mans tøkar til dystin. Dysturin millum NSÍ og AB verður týskvøldið. vodafonedeildinEitt stig fyri fýra landskappingardystir er als ikki nøktandi í Runavík. NSÍ er undir stórum trýsti undan heimadystinum móti AB Nú skal tað verða Kári Nielsen og hinir í reyð/svarta búnanum skulu til Margáir at royna seg royna seg