Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Tveir sigrar á heimavølli. Og tvey tap á útivølli. Tað er úrtøkan hjá B68 higartil. Tey seks stigini røkka í løtuni til eitt fjórða pláss, sum eru fýra færri enn oddaliðið B36. Sunnudagin fær B68 vitjan av Víkingi. Kravið hjá toftamonnum er trý stig, um teir fyribils ikki skulu missa sambandið við oddan. B68 hevur staðið seg væl á heima­ vølli. Liðið hevur vunnið á B71 og ÍF á Svangaskarði, men tapt móti B36 og FC Suðuroy á útivølli. Hagtølini tala kanska fyri, at B68 vinnur um viku­ skiftið. Víkingur hevur víst meira støðu­ festi, tá tað ræður um stig. Liðið er framvegis ósigrað, men hevur spælt tveir javnleikir – á heimavølli móti HB og Víkingi. Víkingur hevur í løtum víst, at teir eru ikki stór spæl andi. Verjuspælið hevur ikki verið heilt nøktandi, og teir hava latið fimm mál ígjøgnum í fyrstu fýra lands kapp­ ingardystunum. So er spurningurin, hvussu Vík­ ingur ætlar at verja fyri toftamonnum, sum higartil hava skotið sjey mál. Jógvan Martin Olsen kann seta liðið sum honum lystir, tí hann hev­ ur allar mans tøkar til dystin. Tað kundi Bill Mc. Jacobsen, venjari hjá B68, eisini, seinastu vit frættu av Toft­ um. Dysturin verður leiktur mána­ kvøldið. uni@sosialurin.fo Les meira um øll tiltøkini á umhvørvisvikuni 2010 á www.torshavn.fo vágin& fjøran áin, Tórshavnar kommuna NiNG · Tel 526464 vodafonedeildini Um B68 ikki vinnur heimadystin móti Víkingi um vikuskiftið, missa toftamenn so at siga sambandið við oddan fyribils B68 rennur aftaná Umráðandi er hjá toftamonnum at vinna heimadystin móti Víkingi, um teir ynskja at fylgja við oddinum Mynd: Álvur Haraldsen hanga í