Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 75 · 29. apríl 2010 2 VIKUSKIFTI Spanskt og danskt – nýtt at fáa í Havn Pakka- loysn í politikki Redaktørur: Inna Törnroos Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Rannvá Kunoy / Mynd: Jens Kristian Vang 4 SaMRøða: Rannvá Kunoy 7 TIPS: SólbRilluR 8 90 SEKund: PeteR Holm 10 BóKMEnTIR: mumi KemuR á føRoySKum 11 HEIlSuSíðan: taP teg 12 REPoRTaSJa: HanS fRóði HanSen vil bjaRga Pingvinunum 14 TIl aRBEIðIS: guðRið PoulSen 15 uMafTuRafTuRuM: Høgni DjuRHuuS 16 REPoRTaSJa: HvítabóK Hjá einaR máR guðmunDSSon 18 SPyRST So lIVST: RigmoR SvaRaR 19 Mín BESTa uPPSKRIfT: laKSuR við PiPaRRót 23 Tað HEnduR: KonSeRtiR, bøKuR, SenDingaR oSfR 24 VIKuMyndIn: beSta mynDin í viKuni Tá eg í síni tíð gekk í Hoydølum, plagdi lærarin í samfelagsfaki onkuntíð at taka til, at demokrati er ein skipan, har fólkið sjálvt sleppur at velja sín diktator. Onnur halda, at so leingi einki frægari er, er demokratiið av øllum illum til at liva við. Óivað finst eitt sindur av sannleika í báðum. Sum vanligur veljari hevur tú einki at siga, annað enn at seta tín kross á at­ kvøðu seðilin av og á. Í gerandispráti virkar tað altíð, sum tey flestu eru ónøgd við politikararnar. Undantøkini eru gjarna tey, sum eru virkin í onkrum flokki. Tey kunnu halda við tær, so leingi sum tú ikki skírir »teirra politikarar« at vera tápulingar. Trupulleikin er bara, at eru allir politik­ ar arnir óbrúkiligir, so stendur lítið mætari til hjá veljarunum, sum ferð eftir ferð geva somu politikarunum atgongumerki til løgting, kommunustýri og hvat vit nú annars sleppa at velja til. Útskiftingin er lítil og eingin. Spurningurin er, um veljarin yvirhøvur vil hava politikk. Gott dømi var nýggjasta veljarakanningin, ið gav samgonguni vind í segl ini. Vanliga geva veljarakanningar and støðuni framgongd, meðan samgongan rindar prísin fyri at sita við buktini og báðum endunum. Kanska tað tiltalar veljarafjøldina, at vit endiliga hava eina samgongu, ið ikki akkurát er so øgiliga politisk? Kanska veljarin kennir seg aftur í hesum, at best er ongar avgerðir at taka og gera sum minst, tí so leingi tú einki gert, gert tú heldur einki býtt … Nú er bara tvær vikur, so sleppur løg­ tingið í summarfrí. Hevði tað so bara verið so væl, at allir hesir politikararnir so eisini hildu frí – altso ordiliga hildu frí. Tað hevði verið fantastiskt, um vit bara fram til ólavsøku kundu sloppið undan øllum politiskum svassi! E.S. Ólavsøkan er politisk jólaaftan, so nú eru øll spent eftir at vita, hvat verður í pakkanum hesa ferð. INNIHALD Pieces er partur av stóru, donsku ketuni Bestseller, ið millum annað hev ur handlarnar Vila, Vero Moda og Only. Pieces selur trendy tilhoyr, smúkkur, skógvar, hálsturrikløð, belti og skógvar. Merkið Desigual hevur ikki verið at fáa í Føroyum fyrr, men nógv kenna tað óivað frá ferðum uttanlands. Annika Juul fer nú undir at selja spanska Desigual í Ullvøruhúsinum í Miðbýnum. Hon hevur áður haft nethandilin Einglabassan og hevur merkt, at føroyingum dámar væl litrík klæði. – Eg havi selt litríkar kjólar á net­ inum, og teir eru nærmast skræddir vekk, hóast teir kostaðu 1.200 krónur, sigur Annika. Men sponsk klæði í Føroyum, er tað ikki alt ov kalt til okkara hitalag? – Desigual hevur stóra kollektión, so tað eru ikki bara summarslig klæði at fáa, sigur Annika. Hvussu nógv kosta klæðini? – Tey eru miðaldýr. Man fær eina blusu fyri umleið 400­600 krónur, og ein kjóla frá 700 og uppeftir. Tveir ForvItNIsLIgIr handlar hava laTið upp í HAvN seinasTu dagarnar. Tað er DANskA merkið PIeces og sPANskA merkið DesIguAL, ið nú vera aT fáa klumman Hilmar Jan Hansen MyND: tilgjørd lagt tIl rættIs: Inna Törnroos