hósdagur 29. apríl 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 29. apríl 2010
18
VIKUSKIFTI
Ræðist krabbamein
Til brævkassan
Eg havi eitt problem, sum bara fyllir meira og meira
hjá mær. Eg haldi altíð, at eg eri sjúk. Havi sum so
nógv onnur fólk móðurmerki og annað runt umkring
á kroppinum, og eri eg so bangin fyri, at hetta skal
verða krabbamein. Eg tori ikki at nerta við bróstini, so
bangin eri eg fyri, at ein knútur knappuliga skal verða
har o.s.v. Ja, kanska eri eg neurotikari, men hetta fyllir
bara meira og meira í mínum gerandisdegi. Ofta havi
eg ringt við at sovna um kvøldarnar, tí eg hugsi um
krabbamein, og at eg heilt sikkurt havi tað onkunstaðni.
Tað ringasta er, at eg tori simpulthen ikki til lækna, tað
er útilokað. So eg eri í eini tyngjandi støðu, sum ikki
er stuttlig at verða í. Eru sendingar um krabbamein í
miðlunum, sløkki eg beinanvegin. Eg havi gott arbeiði
og mangli onki sum so, eri í 30’unum, havi góðan mann
og eigi 2 deilig børn, sum hava alt at siga fyri meg. Men
hetta er ikki nakað eg tosi um, jú eitt sindur við mannin,
men hann skilur meg ikki, sigur bara, at eg skal fara at
kanna meg fyri at blíva rólig. Men tað tori eg bara ikki.
Hvat skal eg gera?
Tann sjúka
Góða »sjúka«
Eg rokni ikki við, at tín ótti fer burtur, bara tú fært
læknan at kanna teg fyri krabbamein. Tá tú hevur fingið
svarið, finnur tú bara eitt annað stað á kroppinum, har
tú heldur teg hava krabbamein. Tí mást tú inn til rótina:
Hví ert tú so bangin fyri sjúkum, krabbameini, lívinum
og deyðanum. Tú sigur sjálv, at tú kanska ert eitt sindur
neurotisk. Tað er vit øll í størri ella minni mun. Men eg
haldi, at tínar neurosir ljóða sjúkligar, og tí skalt tú fara
til sálarfrøðing við trupulleikunum sum skjótast.
Tú sigur, at hetta kennist tyngjandi. Men tað er eisini
tyngjandi hjá tínum kæru at síggja teg bangna. Hugsa
um, at børnini hava uppiborið eina glaða og harmoniska
mammu, sum hevur yviskot til teirra.
Tað er kann vera lívshættisligt at missa svøvnin, so
tú mást hava hjálp. Hugsa um fyrimunir og vansar. Tú
kanst velja at liva í ótta restina av lívinum, ella tú tekur
sakina í egnar hendur og biður um profesionella hjálp.
Alt tað besta.
v. rigmor
Lívið er eitt kaos
Eg eri í dýrastu neyð, tí lívið er eitt stórt kaos. Meðan
hini hava fingið familju, hús, bil og karrieru, kenni eg
meg bara sum eitt miseydnað neyðardýr. Eg verið skjótt
30 og búgvi eg enn til leigu. Sjeikurin fór við einari
aðrari damu, sum hevur børn og sær gott út. Eg havi
bara student, eina hálva útbúgving, sum eg gavst við, og
eitt klikkað arbeiði. Eg havi nakrar vinkonur, men tær
hava so nógv at gera altíð, at vit síggjast næstan ikki.
Eg haldi ikki, at eg egni meg at vera vaksna, og viðhvørt
kundi eg hugsað mær at flutt heim aftur til foreldrini.
Hevur tú nakað gott ráð til mín? Skal eg flyta heim
aftur?
Heilsan »katrin«
Góða Katrin
Tað kann tykjast hart at vera ein av teimum, sum
stóð eftir á tokstøðini, tá tokið fór avstað við teimum
»málrættaðu«.
Men ongin sigur, at tað er lukkan at spæla »mammu
børn« alt lívið. Tað finnast nógvir aðrir mátar at liva
uppá. Sum skuldarfríur singul hevur tú sanniliga nakrar
fyrimunir, sum hini ikki hava – nevniliga frælsi. Tak tað
og brúka tað – áðrenn tú verður bundin!
Tað ljóðar sum um, at tú hevur vant teg við at halda,
at tú altíð kemur í síðstu røð, og tað ber als ikki til. Men
tað er ein góð byrjan, at tú viðurkennir støðuna og vilt
broyta hana.
Tí fari eg at geva tær nøkur einføld amboð, sum vón
andi kunnu hjálpa tær at síggja ljósari upp á tilveruna,
og at síggja tað góða, sum tú hóast alt hevur. Vónandi
fært tú so líðandi eisini dirvi til at broyta tað, sum tú ert
ónøgd við.
Fyrst skalt tú keypa tær eina góða skrivibók. Hon skal
vera tín besti vinur í eitt tíðarskeið, har missión »tað
góða lívið« er á breddanum.
Í bókina skalt tú skriva 20 ting, sum tú ert glað fyri.
Skriva eisini, hví tú ert glað fyri tey. Tað kann vera alt,
líka frá foreldrunum til groft breyð. Men hugsa teg
væl um, so tú fært nakrar góðar grundgevingar niður á
pappírið.
Skriva eisini minst 10 ting (eginleikar, útsjónd osv.),
sum tú ert glað fyri við tær sjálvari. Og hví tú ert glað
fyri tey.
Skriva síðani 20 realistisk ynskir niður, og hví tú
ynskir tey. Tað kann eisini vera alt møguligt, til dømis
annað starv, nýggjan sjeik ella læra at dansa tango.
Komandi dagarnar skalt tú brúka til at raðfesta
ynskini frá 120. Tak síðan tey trý fremstu og set tær fyri
at uppfylla tey. Ger eina málrættaða ætlan fyri, hvussu
tú vilt røkka málunum og skriva hana niður. Og far so
undir at leggja tilveruna soleiðis til rættis, at ynskini
kunnu gerast veruleiki – eisini um tað krevur stórar
broyt ingar, eitt nú, at tú mást flyta ella skifta starv.
Samstundis skalt tú, hvørt kvøld, áðrenn tú fert í
song, skriva 10 tøkkir í bókina. Lær teg at siga takk
hvønn dag. Tað kann vera fyri rós, tú fekst á arbeiðinum
í dag ella at gardinurnar eru reinar.
Tað kann vera torført at finna 10 og 20 ting. Men tað
er júst endamálið: at tú skalt geva tær tíð til at fokusera
og at fáa greiði á, hvat tú veruliga vilt við lívinum.
Um tú ger, sum tú plagar, verður alt, sum tað plagar!
Góða eydnu við missiónini.
v. rigmor
Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á
lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan
SpyrSt So livSt
Redaktiónin loyvir sær
at velja og vraka millum
innsendu spurningarnar
Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði,
so send spurningin til:
Sosialurin
SpyrSt So livSt
postboks 76
Fo-100 tórshavn
ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo
RigmoR Dam
Tavavist
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
Ein møblahandil lýsir í sjónvarpinum, at »vit hava heilt
víst okkurt til tín«. Tað skulu tey hava lov til, hóast hetta
er skeivt. At vera vísur og at vera vissur er hvørt sítt. Tey
flestu munnu kenna ein vissan vísmann, sum æt Salomon.
Hesin kvinnukæri kongurin verður sagdur at vera høvundur
at tí besta í Gamla Testamenti, og tí fær hann ofta tilnavnið
Tann Vísi. At vera vísur er at vera klókur – sagt eitt sindur
hátíðarliga, í hækkaðum stíli. Men at vera vissur er at vera
sikkur. »Tað er tann vissi deyði at fara út í hesum veðrinum«,
kundi onkur siga. Ella tá ið tað frættist, at tvey vóru farin at
ganga saman, so søgdu fólk um tey, at »tey eru púra viss«.
‘Vísur’ hevur eisini ein annan týdning: tað kann sigast um
lykilin, at »hann lá púra vísur á hillini« – tað vil siga, at hann
kundi síggjast av øllum undir normalum umstøðum. Tankin
aftanfyri man vera, at lykilin »vísir seg« fyri øllum.
‘Vist’ í týdninginum ‘sikkurt’ er so inngrógvið, at tað er
blivið partur av málsins idiomatiska stoffi: vist og satt, eg havi
hoyrt fyri vist, at hann kemur í morgin, tavavist.
Tá ið nú so stórur avstandur er millum vist og víst, so má
tað undra, at hesi bæði orðini so ofta verða blandað. Tað mátti
verið betur fyri alla skriving, at meiningin var klár. Vit hava
nokk av missforstáilsum. Tað er ikki neyðugt at gera fleiri.
Vit kunnu bara hyggja í orðabøkurnar: Svabo (1773) sigur um
navnorðið ‘vissa’: vished, certitudo; um lýsingarorðið ‘vissur’:
vis, certus. Um lýsingarorðið ‘vujsur’ sigur hann: klog, sapiens,
prudens, god at finde igjen, lige for Øjnene. Chr. Matras og M.
A. Jacobsen (1928) siga um ‘vissur’: bestemt, aftalt, fastlagt,
fastsat, sikker, vis. Um ‘vísur’ siga teir: 1) vidende (om),
underrettet, 2) vis, forstandig, 3) som er lige for øjnene, nem
at finde, el. opdage. Í tí stóru Føroysku Orðabókini (1995)
verður »han sagde helt sikkert, at...« umsett til: »hann segði
fyri vist, at...« Men seinni finna vit tann feilin, at »det er
sikkert og vist« verður umsett til »tað er víst og satt«. Soleiðis
siga fólk ikki. Vit siga: tað er vist og satt, ella tað er satt og
vist. Vit standa altso eisini her fyri valinum millum fólksins
mál og orðabókina. Er føroyskt tað, sum føroyingar siga, ella
tað, sum føroyingar áttu at sagt...?
Hasin feilurin hjá møblasøluni er so sjónskur og vísur,
at lætt skuldi verið at rættað hann. Tá ið fólk keypa møblar,
so vilja tey ikki hava, at feilir eru í. Tað er púra vist. Nú tá
inflatión er farin í tín orka, títt ferðasamband til útheimin osv.
osv., so kundi møblasølan skrúvað fólkaligheitina eitt sindur
upp og sagt: »Vit hava heilt vist okkurt til tygara«. Tað hevði
verið sonn málslig vistfrøði.
(MF)