hósdagur 29. apríl 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 29. apríl 2010
19
VIKUSKIFTI
Mín besta uppskrift
er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har
lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift,
saman við mynd av rættinum og navni á
kokkinum.
Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði
bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki
hava verið almannakunngjørdar áður.
Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.
Óvanar
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Teir fýra óvanarnir koma neyvan
heilt óvart á fólk, men ein nýggj
kanning vísur, at hesir óvanar
kunnu kosta tær heili 12 ár av
lívinum.
Størsta hóttanin ímóti longdini
á tínum lívi eru royking, alkohol,
manglandi motión og ov lítið frukt
og grønt.
Blaðið VG skrivar, at norskir
og bretskir granskarar hava gjørt
kanningina, og meira enn 5000
fólk eru við í kanningini, og tøl eru
brúkt, sum umfata eitt 20 ára skeið.
Fólk vóru spurd, um tey royktu,
drukku meira enn tríggjar eindir av
rúsdrekka um vikuna, motióneraðu
minni enn tveir tímar um vikuna,
og um tey ótu frukt ella grønt
tríggjar ferðir um dagin.
Granskararnir halda seg hava
funnið fram til, at munurin á
livialdrinum á javnaldrum, sum
annaðhvørt hava allar ellar ongar
av teimum fýra óvanunum, var 12
ár.
- Nógv fólk kunnu fáa eitt
sunnari og longri lív uttan at
føra eitt ekstremt sunt lív, sigur
Elisabeth Kvaavik, sum er ein av
granskarunum, við VG.
Hon heldur at smáar broytingar
á røttum stað kunnu bøta um
lívsgóðskuna hjá fólki og gera, at
tey liva longri.
Óvanarnir
sum stytta
lívið við
12 árum
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
UppsKrIft: Lovisa Jacobsen
Kroyst vætuna úr spinatinum og breið tað út í
eitt eldfast fat. Stroy salt á spinatið og breið
smørið omaná.
Gníggja laksin við salti og pipari og legg
laksin oman á spinati.
Set fatið inn í ovnin í 10 minuttir á 225 stig.
Blanda síðani róma, sinnop og piparrót. Tak
fatið úr ovninum og koyr rómablandingina
omanyvir. Set fatið innaftur í 10-15 minuttir.
Afturvið frískt bandpasta
Laksur við
piparrót
Uppskriftin, sum verður prentað
í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,-
frá Thomas Dam búnýti
tórshavn
Niels Finsensgøta 18
tel. 36 30 00
saltangará
Heiðavegur 56
tel. 44 76 04
(til 4 pers.)
Ein nýggj norsk og brEtsk kanning
pEikar á fýra óvanar, sum kunnu
kosta tær 12 ár av tínum Lívi
Um tú etur frukt ella grønt hvønn dag,
kann tað leingja um lívið hjá tær
400 g laksaflak
1 pk
av spinati
2 spk av smøri
2 spk av søtum sinnopi
2 dl
av róma
2 tsk av piparrót
salt/pipar