hósdagur 29. apríl 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 29. apríl 2010
21
VIKUSKIFTI
Nýggjar frálíkar
íbúðir undir
Kongavarða á 82 m2
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Nú hevur tú møguleikan fyri at ogna
tær hesar frálíku íbúðirnar, vart tú ov
sein/ur í fyrsta umfari.
Umhvørvið
Íbúðirnar, sum eru í einari hædd,
eru við endan á Kongavarðavegnum
í átta samanbygdum íbúðarhúsum
við trimum íbúðum í hvørjum, sum
verða bygd á fundamentið, ið annars
var ætlað til raðhús í 3 hæddum.
Íbúðirnar verða bygdar í somu
haldgóðu dygd, ið longu er galdandi
fyri restina av byggjarínum undir
Kongavarða, og tær hava líka so
einastandandi og framúrskarandi
panoramaútsýni yvir Havnina, fjøllini
norðanfyri, út á fjørðin norðureftir
og yvir á Nólsoynna.
Íbúðirnar
Íbúðirnar er eins væl egnaðar til ung
sum eldri, til støk eins og til tað lítlu
familjuna. Íbúðirnar í miðhæddini
eru sera væl egnaðar til fólk, ið eru
rørslutarnað, tí tú kanst ganga /
koyra beint inn. Alt er nýtt og hvítt
og gjørt við besta handverki og úr
besta tilfari. Íbúðirnar eru hugna-
ligar, liviligar og væl bjálvaðar. Út-
veggirnir eru úr bjálvaðum beton-
elementum, og brandmúrur úr
beton er millum húsini og dekk úr
beton er millum hæddirnar. Gólvini í
duri og baðirúmi eru løgd við flísum,
og øll onnur gólv eru løgd við
parkett. Íbúðirnar eru lættar at um-
sita og halda, og eru sera bíligar í
rakstri.
Innrætting
Har er inngongd, durur / gongd,
hjúnarrúm, kamar, baðirúm og
køkur / alrúm / stova. Ovastu íbuðir-
nar hava atgongd til ovastaloft, og
niðastu íbúðirnar hava útgongd til
útigólv / terassu. Allar íbúðirnar
hava hartil goymslurúm / hjall á
uml. 4 m2.
Fakta
Adressa ...........undir Kongavarða,
Argir
Byggiár ............2010
Hæddir .............1
Gólvvídd ...........82 m2 + 4 m2
Goymslurúm ....4 m2
Prísur ...............úr kr. 1.600.000,00
íroknað mvg*
*) harav kr. 100.000 kunnu fáast aftur eftir umsókn