Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 29. apríl 2010 · Nr. 75 22 Sosialurin Kjak Í sambandi við útgávuna av seinastu bókini hjá Mart in Amis, kom eitt minni fjøl­ miðlarok um deyðshjálp (euta nasi). Amis tosaði um komandi stóru broytingarnar í Onglandi og stórum pørtum av vesturheiminum næstu árini. Talið av gomlum fólkum fer at vaksa nógv, og hesi fara at verða ein so stór byrða fyri samfelagið, at yngri ættarlið helst fara at ilskast inná øll hesi ræðuligu gomlu, ið sita og stinka í bíðirúmunum og seinka ferðsluni við sínum koyristólum. Tá henda silv­ ur hærda tsunami rakar land­ ið, ímyndar hann sær skemt­ andi eitt kríggj millum ung og gomul. Hóast hann sær seg sjálv ­ an sum ein av ágrýtnu her ­ monnunum í hesum kom ­ andi borgarastríði, við gong ur hann tó eisini, at tá hans ara tíð kemur, ræðist hann eina langa, trupla og pínu fulla sjúkra legu. Heldur hevði hann ynskt sær, at deyðs­ hjálpar básar vóru á gøtu horn­ um, har man kundi gingið inn, fingið sær eina mart ini og eitt heiðurs merki, og so kom ið út aftur í einum kassa. Tos um eins egna deyða lætnar helst við einum sindri av skemti, men í eini grein* herfyri vísir Georg L. Petersen á, at fyri ein hjálparleysan son er als eingin stuttleiki at finna á sjúkrastovuni hjá tí doyggjandi pápanum, hvørs seinasta tíð var merkt av “ófatiligari pínu og nógvum morfini.” Líknandi støður fara ein ans at gerast fleiri, tá om anfyrinevndu fólkatals­ broytingar eisini fara at gera seg galdandi í Føroyum; og av tí at vísindin framhaldandi fer at økja um sín førleika at leingja tíðina hjá teim um doyggjandi, verður spurn ing­ ur in um deyðshjálp alt meira átrok andi. Orðið “eutanasi” er úr grikskum og merkir “góð­ ur deyði”; og úr hesum orði sprettur alt kjak um deyðs­ hjálp, tí undir øllum grund­ gevingum fyri deyðshjálp liggur fortreytin, at tað eru bæði góðir og ringir deyðar. Ein góður deyði er nakað, vit øll vóna at fáa. Helst ein friðarligur, pínuleysur deyði eftir eitt langt, eydnusamt lív. So heppin fara vit øll tó ikki at verða. Spurningurin er so­ statt, um tann doyggjandi skal fáa loyvi til og – um neyðugt er – hjálp frá sam felagnum til at enda sítt egna lív. Hetta er eitt dømi: Ein eldri kvinna hevur eina deyði liga sjúku, ið við tíðini hevur kryplað hana við pínu, og bundið hana til alskyns hjálpartól og pínudoyvandi evni. Hon hevur umhugsað sína støðu og vigað tær gleðir, lívið enn hevur at bjóða, og velur at doyggja, áðrenn seinastu gleðirnar eisini eru burtur. Eftir hon hevur tosað við sína familju og vinir, góðtaka tey hennara avgerð. Seinastu tíðina fær hon nógva vitjan, kærlig brøv og heilsur. Seinasta dag in koma øll saman fyri at minnast aftur á gamlar dag ar, lesa yrk ingar og siga farvæl. Nøk­ ur valdu at sita hjá henni, meðan hon drakk eitt glas av barbiturátum og síðani setti á sína seinastu vínfløsku. Inn­ an ein tíma fall hon spakuliga í óvit, meðan tey øll hoyrdu hennara yndis tónleik. Hetta er virkin deyðshjálp, og er frægasti formur av deyðshjálp, tí tann doyggj­ andi sjálv velur tað. Verri er, tá tann doyggjandi er í so ring um standi, at hon ikki er før fyri sjálv at siga sín vilja. Eisini í hesum føri kann deyðshjálp rættvísgerast, um líðingin er nóg stór, og eing­ in vón er fyri leking og pínu­ linna. Nú er tað vorðið, at flest fólk skilja “eutanasi” sum virkna deyðshjálp; also: at ein um persóni verður giv­ in okkurt evni, ið elvir til deyða. Óvirkin deyðshjálp er t.d. tá evnis­viðgerð verður steðgað; ella eitt andingartól verður sløkt, fyri at ein heila ­ deyður sjúklingur fær loyvi at doyggja. Óvirkin deyðs­ hjálp er løtt at góðtaka og verður regluliga framd á sjúkra húsum í sambandi við sjúk lingar, ið ikki hava nakra vón um betring ella leking. Munurin millum virkna og óvirkna deyðshjálp er tó ein­ ans verkligur. Eingin grundleggjandi munur í hugburði nýtist at vera millum virkna og óvirkna deyðshjálp, tí um tú við vilja ikki ger nakað ella sýtir fyri at gera okkurt, er hetta líka nógv eitt virksemi, sum um tú ger nakað við vilja. Sostatt er skyningin millum óvirkna og virkna deyðshjálp følsk í hesum sambandi, tí tilvitað virksemi gera seg galdandi í báðum førum, og úrslitið er eitt og tað sama. Í summum førum verður ikki bert munurin millum óvirkna og virkna deyðshjálp viskaður út, men eisini mun­ urin millum pínuviðgerð og deyðshjálp. Sum t.d. tá lækn ar verða noktaðir at enda lívið hjá sjúklingum við morfini, men geva stórar nøgdir av morfini fyri at halda pínu burtur. Hetta kann ikki kallast deyðshjálp, tí tá morfin­nøgdirnar verða hækkaðar til deyðiligt støði, er endamálið hjá læknanum ikki at drepa sjúklingin, men at viðgera pínuna! Her er ikki talan um so mikið sum ein verkligan mun. Virksemið og úrslitið er tað sama, tá tað at lina pínu og at drepa sjúklingin gerst tað sama. Fáir læknar mugu hava mist nógvan svøvn av hesi følsku tvístøðu. Tá deyðin vissu liga er komandi til tann pínandi, útlúgvaða sjúk ling­ in, er greitt, at ein skundan undir deyðan er frægasta pínulinnan at geva. Deyðin er nú hin einasti, ið kann steðga pínu og líðing. Í dag liggja nógv doyggj­ andi í miklari líðing, orsakað av teimum, ið eru ímóti deyðs­ hjálp yvirhøvur. Høvuðs­ grundgevingin hjá teimum, sum eru ímóti deyðshjálp, er, at deyðshjálpin møguliga fer at verða misbrúkt. Hetta fekk man sanniliga at hoyra í kjakinum um deyðs hjálp, sum var í Kring­ varpssendingini “Dilem­ ma”**. Eins og Aldous Hux ley ávaraði um okkurt líkn andi í “Brave New World” á sinni, ímyndaðu hesi bæði mót­ støðufólkini sær aldr andi foreldur, ið fóru at verða avlívað sum óynsktir kett­ lingar, tá tey blivu til ov mikið stríð ella ov dýr at hava innløgd á spariraktu før oysku sjúkrahúsunum. Mótstøðufólkini hava sjálvandi rætt í tí, at alt kann misbrúkast. Spurningurin til hesi er sostatt, um tey halda, at vandi fyri misbrúki verða eina nóg góða orsøk til at lata sjúk fólk pínast í hel, ella um hetta heldur er orsøk til at seta upp trygdarskipanir fyri at forða misbrúki? Nógvir trupulleikar fara at stinga upp, men tað er neyvan hand­ an menniskjaliga førleikan at finna fram til góðar og tryggar loysnir. Flest mótstøðufolk eru sjálvandi vælmeinandi, og teirra meiningar mugu møt­ ast við virðing og álvara. Minni virðilig er tó trúgvin um ein yvirnatúrligan gud, ið hevur givið lívið, og er tí einastur, ið hevur rætt til at taka tað burtur. Víst verður eisini onkuntíð til kristnu læruna um líðing sum verandi ein natúrligur partur av lívinum. Summi teirra skilja hetta soleiðis, at um líðing er partur av skapanarverkinum, so hevði deyðshjálp verið ein roynd at minka um líðing, og harvið verið ímóti Guðs vilja. Og eftirsum vit heldur ikki eru blivin spurd, um vit vildu koma inn í henda heim, er tað fyri hesi somu fólk helst eitt sindur frekt at halda, at vit bara soleiðis kunnu fara, tá okkum lystir! Henda trúgv er beinleiðis vanærilig og ófyrigevilig, tí hon tekur frá okkum okkara fría vilja at avgera, hvat er rætt og skeivt, og harvið und­ ir gravar øllum etiskum kjaki. Eingin okkara hevur biðið um lívið, og vit kunnu ikki rættuliga sigast at vera givin tað, eftirsum vit øll framvegis bíða eftir haldgóðum prógvi um, at hesar lívgevandi guda verur veruliga finnast. Um vit hava rættin til lívið ella ei, er ein aldargamal og ógreiddur spurningur. Flest kunnu tó semjast um, at menniskju hava rætt in til eitt sømiligt lív, og rætt in til verju mótvegis ómenn ­ iskjans ligari viðferð. Rættin til hugsanarfrælsi og trúar­ frælsi taka flest fólk eisini undir við. Allir hesir rættir geva einum persóni loyvi til sjálvur at avgera, hvussu hann livir, so leingi hann eisini virðir hesi somu rætt­ indi hjá øðrum. Deyðin er ein partur av lívinum, so um ein persónur hevur rættin til eitt sømiligt lív, má hann eisini hava rættin til ein sømiligan deyða; og um rætturin at doyggja, áðrenn líðingin gerst ótol­ andi, verður nokt að ur, setir man persónin í eina ómenn­ iskjaliga støðu. Sam an um­ tikið má ein persónur hava rætt til at velja, nær og hvussu hann doyr, og – um neyð ugt – eisini hava rætt til deyðshjálp. Um samfelagið vil verja rættin til eitt sømiligt lív, má samfelagið geva teimum deyðshjálp, ið biðja um tað. Tá allir partar eru samdir um, at deyðshjálp er ein rætt og virðilig avgerð hjá tí doyggj­ andi, skal loyvi gev ast. Vit og skil má brúkast til útbúgving og uppseting av ymiskum trygdarskipanum fyri at verja einstaklingin og avvarðandi. Nógvar álvar­ sam ar avbjóðingar fara at liggja í hesum. Felags fyri tær er tó, at tær allar skulu hand­ farast og loysast við róligum skynsemi og klárum kjaki um rættu siðmenningina. At enda má sigast, at um lívið er nakar lærari, so skal deyðin eins og lívið helst møtast við bæði álvarsemi og ironi. Við hesum er tíð at venda aftur til bókina hjá Martin Amis, tí í henni finnur tú akkurát tað rætta blandið av báðum: “When you become old, you find yourself auditioning for the role of a lifetime; then, after interminable rehearsals, you’re finally starring in a horror film – a talentless, irresponsible, and above all low-budget horror film, in which (as is the way with horror films) they’re saving the worst for last." *Punktum fo nr. 60, (26. mars 2010) **Kringvarpið, (29. novembur 2009). Hans Mols Mortensen hansmols@stud.ku.dk Tankar um deyðshjálp Líðing er vanliga nakað, ið vit royna at minka um í okkara egna lívi og í lívinum hjá øðrum. Eins og vit ynskja øllum at koma í henda heim við so lítlari líðing sum gjørligt, ynskja vit at fara úr hesum heimi við so lítlari líðing sum gjørligt. Hóast hetta eru ymsar hugsanir um, hvørt vit eiga at hava lógartryggjaðan rætt til deyðshjálp. Tíverri standast ofta mótsetningarnir í orðaskiftinum av ógreiðari fatan av, hvat deyðshjálp fevnir um. Ein góður deyði er nakað, vit øll vóna at fáa.