leygardagur 12. januar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 8 - 12. januar 2002
Nr. 8 - 12. januar 2002
3
Í meira enn 51 ár
hevur Finn Joensen í
Sandavági koyrt bil.
Men at sleppa at
koyra undir Vest-
mannasund er tað
størsta upplivilsið
hann hevur havt sum
bilførari hesi árini,
sigur hann
UNDIRSJÓVARTUNNIL
Edvard Joensen
Vágatunnilin: Bussurin er
fullur av fólki. Her er øll
»øvrigheitin« í Vágum so
sum bygdarráð, løgregla,
flogvallarleiðsla
og
so
onkur annar eisini. Tað
stendur eitt sindur á at fáa
bussin niðan á Háls, og tað
rýkur í meira lagi úr hon-
um, heldur onkur.
Men bussførarin heldur
væl standa til. Hann er
glaður í kvøld og ikki minst
spentur.
Nú skal hann fyrstu ferð,
eftir at hava koyrt bil, buss,
lastbil og tað heila í skjótt
52 ár, uppliva at koyra ein
fullan buss av fólki undir
Vestmannasundi.
Hetta er ein stór løta hjá
tí skjótt 72 ára gamla Finni
Joensen í Sandavági.
– Hetta er størsta uppliv-
ilsið, eg havi havt sum bil-
førari nakrantíð, ivast hann
ikki í, hóast hann hevur
upplivað rættiliga nógv og
ymiskt hesi árini.
Hann hevur siglt við
Bragd og Gamla Sam.
Nýggja Sam og Ternuni
umframt avloysaraskipun-
um. Koyrt lastbil og verið
»gribbur«, umframt alt
annað, ein bilførari í Vág-
um upplivir í so langa tíð.
– Tað verður øgiliga gott
at sleppa undan at koyra um
Høgareyn, fegnast Finn.
Tað var mangan ótýdligt í
vánaligum veðri at fara
eftir
Vestmannavegnum.
Serliga í kavaroki ella
mjørka var vanligt at sita
við høvdinum út gjøgnum
vindeygað fyri yvirhøvur at
síggja vegin, greiðir hann
frá.
Nú tað skjótt kann koyr-
ast undir undir Sundinum,
verður hetta søga. Eisini fer
tað at stytta munandi um
farleiðina úr Vágum til
Havnar ella inn á Skála-
fjørðin.
Men tað, sum Finn fegn-
ast mest um, og sum hann
væntar fer at hava størstu
ávirkanini, verður reglu-
semið í ferðsluni um Vest-
mannasund.
Serliga fyri vinnulívið
báðu megin Sundið fer
hetta at merkja øgiligar
batar, heldur hann. Nú
kunnu eitt nú lastbilar og
bussar sjálvir avgera, nær
teir koma og fara. Burtur
verða allar bíðirøðirnar í
Vestmanna og á Oyrar-
gjógv og har við eisini allir
teir dýru spilltímarnir.
Finn ivast ikki í, at tað fer
at koma bæði bussum og
lastbilum í Vágum tilgóðar,
at teir nú kunnu bjóða seg
fram allastaðni í javnari
kapping við eitt nú bussar
og lastbilar úr Eysturoynni
og Streymoynni.
Vit eru farin um Hálsin,
og Finn minnist aftur á
túrarnar til Havnar eftir
Oyggjarvegnum.
– Eisini tað er søga nú, og
gott tað sama. Tá man fór
um Hálsin, bar altíð til at
siga, hvussu líkindini vóru í
Mjørkadalsbrekkuni, minn-
ist hann. Tí tey bæði støðini
líktust altíð.
Oman móti tunnilsveg-
num á Fútakletti koma vit.
Komin oman til bummin,
steðga vit, og sonur Finns,
Niels fer út við lykli at lata
upp, so vit sleppa ígjøg-
num.
Teir eru væl umboðaðir í
bussinum í kvøld. Finn er
sjálvur triðji úr felagnum Á
Giljanesi. Hinir báðir eru
líkasum loðsar. Hava koyrt
í tunlinum, meðan arbeitt
hevur verið, og vita, hvar
best er at fara.
Spakuliga fara vit undan
brekkuni, til komið er á
botn, og fólk gerast spent at
vita, nær vit koma fram við
seinasta skotinum. Rúgvan
liggur enn, so nú vita vit, at
vit eru komin yvir um.
– Koyra vit eftir sløttum
enn? spyr Finn, sum undr-
ast á, at brekkan ikki er
brattari, enn hon er. Hevur
ivaleyst hildið, at nú hann
var so djúpt, mundi gerast
tungt at koma uppaftur.
Nei, hann gerst ovfarin
av, hvussu væl hetta royn-
ist. Og fleiri ferðir tekur
hann aftur í aftur, hvussu
reinur og vakur veggurin er,
og hvussu breiður tunnilin
tykist.
So koma vit upp aftur
Leynamegin, og gamli bil-
førarin úr Vágum hevur
koyrt fyrsta túrin millum
oyggjarnar.
Av ovurhuga leggur hann
seg á floytuna, meðan fólk
klappa inni í bussinum, og
lagið er gott.
So gott er tað, at tað hann
er steðgaður, fara fólk úr
bussinum, eins og tey gera
úr øðrum bussum, sum
hava flutt gestir, sum skulu
heimaftur, undir Sundið.
Ringur verður sligin á
brúnni, og sum vera man
verður Seyðamaðurin á
Sondum tikin. Vágaligt
skal tað vera.
Tá komið verður aftur í
bussin, situr Niels við róðri.
Onkur spyr Finn, um hann
ikki skal koyra heimaftur.
– Nei. Eg havi fingið mítt
upplivilsi. Nú havi eg latið
frá mær, sigur hann.
Tó ikki meira enn so,
enn at tá Niels skal venda
bussinum í tronganum, er
tað Finn, sum er loðsur hjá
yngra ættarliðnum.
Hetta er
tað størsta
upplivilsið
Størsta upplivilsið hjá Finni Joensen, eftir at hava koyrt bil í meira enn hálva øld, var at koyra undir Vestmannasundi
Mynd: Edvard Joensen
Fyrstu árini, bilar vórðu
fluttir regluliga um
Vestmannsund, var við
Bragd, sum bilurin hjá Finni
her verður tikin umborð á
Ruth Iansdóttir úr
Kollafirði hevur koyrt
grót úr Vágatunlinum
heilt frá fyrsta skotið
varð latið av 28.
september í ár 2000.
Ruth var eisini við nú
tunnilin er skotin
ígjøgnum, og var hon
tann fyrsta, sum
koyrdi ígjøgnum
tunnilin
VÁGATUNNILIN
Ingrid Bjarnastein
Spurd um, hvussu tað
kendist, at vera tann fyrsta,
ið koyrdi gjøgnum tann
nógv umtalaða Vágatunnil-
in, svarar Ruth, at tað veit
hon ikki.
– Sjálvandi er tað stuttligt
og spennandi, men tað er
ikki nakað serligt við tí,
sigur hon lítillátin.
Tann bert 24 ára gamla
Ruth hevur seinasta góða
árið havt eitt, sum mong
helst vilja kalla tað, mann-
fólkaarbeiði. Sjálv heldur
Ruth ikki, at tað er nakað
serligt við tí, og hon hevur
als ikki kent seg uttanfyri á
nakran hátt. Hon hevur
seinasta hálva árið eisini
verið einasta konufólkið, ið
koyrt hevur. Í byrjanini var
ein onnur eisini og koyrdi,
men hon gavst. So Ruth
hevur í eitt hálvt ár verið
einasta høna millum allar
hanarnar.
Eisini hevur Ruth fyri-
skipað alla koyring úr
tunnlinum. Hvørja ferð tað
hevur verið klárt at koyra
grót út hjá NCC, hevur hon
ringt til førararnar og biðið
teir koma til arbeiðis.
– Hetta hevur verið eitt
ógvuliga strævið arbeiðið,
fortelur Ruth.
– Arbeiðstíðirnar hava
verið ógvuliga óregluligar.
Tíðliga um morgunin, seint
um kvøldið ella mitt um
náttina. Viðhvørt hava vit
til
dømis
arbeitt
frá
klokkan 02.00 til klokkan
04.00.
Ein Scania 144 hevur
verið hennara trúgvi fylgis-
sveinur í arbeiðnum. Stóri
blái lastbilurin er tann ein-
asti hon hevur brúkt at
koyrt við. – Eg eri eisini
punktera ofta, sigur Ruth. –
Men at skifta dekk klári eg
ikki sjálv, tað má eg hava
hjálp til, sigur hon flenn-
andi.
Koyrt 2000 lass
Ruth metir, at hon man
hava koyrt eini 2000 lass.
Tilsamans vórðu umleið
500.000 kubikk av gróti í
øllum tunlinum. Hvørt lass
er 12 kubikk. Hetta vil so
siga, at Ruth hevur koyrt
4,8 % av grótinum úr tunl-
inum við Scania lastbilin-
um. Nakað tað sama hevur
hon eisini koyrt til Kolla-
fjarðar.
Men hvat skal kollafjarð-
argentan so gera nú? – Frí!,
er hon skjót at svara.
– Byrjað verður ikki aftur
at koyra fyrr enn um einar
seks vikur. Til ta tíð hava
førararnir frí. Nú skal alt
gravast út, boltast og
sproyta betong, og til tað
arbeiðið er liðugt fari eg at
hava frí.
Tó ætlar Ruth sær at
byrja at koyra aftur tá NCC
aftur skal hava grót inn í
tunnilin. Um hon verður
verðandi til tunnilin er lið-
ugur, veit hon ikki at siga, tí
hon er vorðin eitt sindur
troytt av at koyra lastbil.
Lastbilarnir skulu nú gerast
í standa, tí teir farast ógvu-
liga illa av at koyra soleiðis.
Tá hennara »karriera«
sum lastbilsførari er liðug,
ætlar hon sær í skúla. Ruth
hevur tikið hægri handils-
skúla, og ein part av HD.
Ætlanin er at royna at fáa
HD liðugt.
24 ára gamla Ruth Iansdóttir:
Tann fyrsta ígjøgnum Vágatunnilin
Ruth Iansdóttir úr Kollafirði
hevur arbeitt í
Vágatunlinum síðani
september 2000. Hon var
tann fyrsta, ið koyrdi
ígjøgnum tunnilin, tá síðsta
skotið var latið av í gjár
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2