leygardagur 12. januar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 8 - 12. januar 2002
Nr. 8 - 12. januar 2002
5
Løtan var søgulig og
stór. Ja allur dagurin
var stórur, ivaðist
eingin í, sum komin
var suður á Reyns-
bakka, tá hátíðarhald-
ið í samband við sein-
asta skotið í undir-
sjóvartunlinum undir
Vestmannsundi,
skuldi skjótast
UNDIRSJÓVAR-
TUNNILIN
Sosialurin
Vágar: Bilrøðin var longu
hampiliga fitt, tá vit eini trý
korter áðrenn fráferð, møtt-
u á ferjuleguni í Vest-
manna. Væl mannað lið av
Sosialinum á ferð vestur í
Vágar til at vera hjástaddir,
tá hendan stórhendingin í
føroyskari samferðslusøgu
skuldi fara fram.
Allastaðni komu tey frá.
Úr Havn og Eysturoynni,
Av Sandoynni var onkur, og
úr Klaksvík vóru fleiri. Jú
eingin ivi um, at her var
spenningur, sum kundi
merkjast.
Vit bíða í kaffistovuni,
meðan Ternan er ein túr á
Oyrargjógv. Her er væl av
fólki inni, og nógv gongur
eisini uttanfyri.
Ein teirra, sum kemur
framvið, er borgarstjórin í
Kvívík, Heini Holm. Hann
skal sum ver aman eisini
vera við, tí hann er í grund-
ini vertur fyri tunlinum.
Hann kemur upp í Kvívíks
Kommunu.
Onkur løgtingsmaður úr
Norðoyggjum er ovurfegin
um hetta tiltakið, tí nú
verða maskinurnar helst
leysar nakað skjótt, og so
kann tað hedna, at tær far
aundir Leirvíksfjørð. Hvør
veit? Løgtingið hevur sam-
tykt, at tað skal gerast.
Ternan leggur at, og fólk
skunda sær umborð. Her
fyllist skjót, og fólk eru
allastaðni. Í salongum og á
dekkinum. Tey, sum hava
bil, eru seinast upp í
salongini, og har er ikki
hugsandi um at fáa siti-
pláss. Men túrurin er stutt-
ur, so tað man ikki fara at
gera nakað.
Vit hava prátað við borg-
arstjóran í Kvívík, og vilja
leggja úrslitið útá Internet-
ið. Tað sleppa vit inn í
messuna hjá manningini at
gera, og tað ber eisini til her
á Vestmannasundi við eini
fartelefon.
Av Oyrargjógv veðrur
farið við skundi suður móti
tunnilsmunnanum, har væl
av bilum og heilt nógv fólk
longu er.
Vit fáa parkeringspláss
og fara inn í smipjuna, har
skipað er soleiðis fyri, at
fólk, sum komin eru at for-
vitnast, men iki sleppa inn í
tunnilin, kunnu síggja, tað,
fyriferst har inni, á stór-
skýggja. Og okkurt til mat-
na og drakk er eisini sett á
borðið, so her verður eisini
ball, eins og tað veðrur i
tunlinum.
Vit fara inn í tunnilin við
bussi. Væl veðrur ansað
eftir, at trygdin er i lagi, og
listi við nøvnunum á feðra-
fólkunum veðrur gjølla
gjøgnumgingin,
áðrenn
koyrt veðrur.
Einar 800 metrar inni í
tunlinum verður steðgað á,
meðan nevndarfomaðurin í
partafelagnum Vágatunli-
num fer longri inn at festa í
fjúsið til seinasta skotið.
Og tað brestir. So øll, ið
ini eru, vita av. Trýstið er
nógv, og tað ristir í. Men
loft og veggir halda. Sterkt
sum bergið.
Og so er tann stóra løtan
komin, at opið er undir
einum føroyskum sundi og
fast
sambnand
millum
oyggjar við tunli. Tað ahva
vit ikki roynt fyrr her hjá
okkum, hóast tað er væl
kent aðrastðani.
Fram við vegginum við
síðuna
av
grótrúgvuni
koma nøkur fólk. Løg-
maður
og
landsstýris-
maðurin við vinnumálum
eru framstir. Kanska í
øvugta raðfylgju.
Teir
heilsa
upp
á
móttøkunevndina
vága-
megin, sum eru landstýris-
maður og løgtingsmenn
umboðandi Vágar. Jú, hetta
er hátíðarligt, og fólk síggja
nakað stórt í hesum. Síggja
øgiligar fyrimunir við at
búgva og arbeiða í Vágum,
emn eru samstundis samd
um, at hetta er landsogn, vit
hava fingið.
Sosialmanningin
er
heppin at hava møguleikar
at sleppa til útgerð í Vág-
um, sum ger, at vit kunnu
leggja frásagnir frá allari
hendingini á Internetið
beinanveg. So tað verður
gjørt, áðrenn farið veðrur
til Miðvágs, har vit eru
bodnir við til borðhald, sum
hildið veðrur fyri arbeiðs-
fólki, gestum og øðrum, í á
einhvønn hátt vaðra av
tunlinum.
Nógvar vóru røðurnar, og
politikararnir,
sum
við
vóru, hildu seg ikki aftur.
Skilligt var, at valár er.
Eftir eitt borðhald, ið
vardi einar fýra tímar, varð
farið við bussi undir Sundi-
num aftir til Leynar, haðani
fólk spjaddist alt eftir, hvar
tey búðu, ella hvar tey
høvdu flutningsfar stand-
andi.
Men Vágfólk í busisnum
hjá Finni fóru nogv aftur til
Sandavágs, har tey eru so
fegin
um
tunnilin,
at
Sandavágs Kommuna skip-
aði fyri ókeypis, almennum
tunnilsdansi í SÍF húsinum.
Ein av arbeiðsmonnunum í
Vágatunnlinum er Olaf
Ellingsgaard av Eiði. Hann
hevur verið við til at bora
30 kilometrar av tunnli í
Føroyum
UNDIRSJÓVARTUNNI
LIN
Edvard Joensen
Millum arbeiðsmenninar,
sum fegnaðust um tað stór-
arbeiðið, sum nú er komið
ígjøgnum, var Olaf Ell-
ingsgaard av Eiði.
Hann hevur verið við til
at bora umleið 30 kilo-
metrar av tunnli í Føroyum,
og tað meta menn vera met
hjá okkum.
Hann var við til at bora
allar SEV tunnlarnar norð-
uri á Eiði, og nú hevur
hann verið við at bora
Vágatunnilin frá fyrsta
degi.
–Tað næsta verður vón-
andi at fara undir Leirvíks-
fjørð, sigur hann.
Olaf Ellingsgaard av Eiði
hevur verið við til at bora 30
km av tunlum í Føroyum
Vit komu so snóra-
beint saman, sigur
Dávid Reinert Han-
sen, stjóri í parta-
felagnum Vága-
tunnilin
UNDIRSJÓVARTUNNI
LIN
Edvard Joensen
– Vit raktu so snórabeint.
Øðrumegin vóru vit fimm
millimetrar við síðuna av
hvørjum øðrum og á hinari
síðuni vóru 25 millimetrar.
Soleiðis tók ein fegin
Dávid Reinert Hansen,
stjóri í partafelagnum til.
Hann vildi tó einki siga
um, hvussu nú verður við
víðari arbeiði hjá Vága-
tunnlinum.
Tað hevur verið frammi,
at partafelagið skal standa
fyri arbeiðinum við undir-
sjóvartunnlinum
undir
Leirvíksfirði.
Men tað vildi hann als
onga viðmerking gera til.
Vit raktu so snórabeint, sigur
Dávid Reinert Hansen, stjóri
í Vágatunlinum
So snórabeint
Met í
tunnilsboring
Jógvan Sjúrður Han-
sen, bygdarráðslimur
í Sandavági, kendi tað
sum eina av teimum
stóru løtunum í lívi-
num, tá fast samband
var millum Vágar og
Streymoy. Hann
væntar framburð í
Vágum, nú fast
samband er
UNDIRSJÓVARTUNNIL
IN
Edvard Joensen
– Hetta er heilt fantastiskt,
segði ein sera fegin bygdar-
ráðslimur í Sandavági, tá
skotið var ígjøgnum hós-
kvøldið.
Hann greiddi frá, at hann
hevur verið við í fyrireik-
ingum til hesa løtuna líka
síðan miðskeiðis í áttatiár-
unum, tá byrjað varð fystu
ferð at tosa um undirsjóvar-
tunnil.
Tað, sum er sera sym-
bolskt og positivt í hesum,
segði hann, er tað, at løg-
maður kom av Streym-
oynni til Vágar.
–Soleiðis meti eg eisini,
at gongdin fer at verða í
framtíðini. Fólk fer at flyta
til oynna, og soleiðis fer
hetta at hava framburð við
sær í Vágum.
Eins og øll onnur væntar
hann, at undirsjóvartunnil-
in fer at hava stórar batar
fyri vinnulívið í Vágum við
sær.
Vænti tilflyting til Vágar
Jógvan Sjúrður Hansen,
bygdarráðslimur í Sanda-
vági, fegnast um fasta sam-
bandið
Tann stóra løtan
Vágafólk vóru í stórum tali
komin norður á Reynsbakka
at vera hjástødd hesa løtuna,
sum tey øll fara at minnast
og tosa um
Mynd: Jens Kristian Vang
Seinasta skotið er latð av, og mannamúgvan savnast um Jørgen Niclasen, landsstyýismann, sum
stendur í einum lastbili og heldur røðu
Mynd: Jens Kristian Vang
Soleiðis gekk tað
Gravimaskinan kemur í land í Vágum 28. august 2000
Fyrsta skotið í Leynum 28. september 2000
Maskinurnar síggja hvørja aðra undir vegagerð á Fútakletti 24.
oktober 2000
Borurin settur í í Vágum 26. februar 2001
Fyrsta skotið í Vágum 27. februar 2001
Seinasta skotið er farið. Hol er á, og løgmaður hevur spákað ígjøgnum
tunnilin 10. januar 2002
Myndir, sum sýna arbeiðsgongdina við undirsjóvartunlinum undir Vestmannasundi
C
M
Y
K
5
4