leygardagur 12. januar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 8 - 12. januar 2002
Nr. 8 - 12. januar 2002
7
Við flogvølli og
undirsjóvartunli
hevur Vágoyggin eina
stóra framtíð fyri sær,
og tað ræður um hjá
vágafólki at troyta
møguleikarnar held-
ur formaður Tjóð-
veldisfloksins, Høgni
Hoydal
VÁGATUNNILIN
Jan Müller
– Hetta er ein sera stór løta.
Tað er kanska tað einasta
sambandið, sum vit eru
samd um í føroyskum polit-
ikki, og sum øll taka undir
við sigur formaðurin í
Tjóðveldisflokkinum,
Høgni Hoydal, nú fast sam-
band er millum Vágaoynna
og Streymoynna.
Hann heldur hetta vera
eina sera stóra avbjóðing
fyri Vágoynna, sum nú
verður knýtt uppí megin-
økið. Fyri Vágoynna hevur
tað so eisini týdning, at
tunnilin verður ein slúsa
inn í oynna og ikki bara ein
slúsa út. Tvs. at kommun-
urnar og fólkið í oynni
mugu eisini strongja á at
fáa útbúgvingarmøguleikar
fyri at fáa ment Vágoynna.
So Vágoyggin hevur eina
stóra framtíð fyri sær við
flogvølli og tunli sigur
hann.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins vísir á, at tað fyri
nøkrum árum síðani tóktist
veruleikafjart at binda alt
landið saman við føstum
sambandi, men tað er tað
vit skulu miðja eftir. – Um
20 ár er tað kanska ikki
ómøguligt at hava samband
til Suðuroyar. Men fyrst
koma Norðoyggjar og síð-
ani Sandoyggin, Tað hevði
verið tann besta framtíðin
fyri Føroya land, at vit
fingu tað so mikið saman-
bundið, at tú hevur somu
møguleikar, hvar tú enn býr
í landinum.
Høgni Hoydal heldur tí,
at slíkir tunlar eru ein av
fortreytunum fyri at kunna
varðveita búsetingarmynst-
urið. – Tað merkir so eisini,
at tey øki, sum verða bund-
in uppí meginøkið, eisini
mugu leggja meira fyri fyri
at fáa ment sítt øki, so tunl-
arnir og sambondini ikki
bara ganga einvegis men
eisini draga vinnulívið og
fólk til oynna.
Høgni Hoydal heldur tí,
at Vágatunnilin er ein sera
skilagóð íløga. Ein kann
kanska harmast um, at tað
ikki byrjaði fyrr og at tað
steðgaði upp. Vóru vit byrj-
aðir fyrr, so høvdu vit eisini
verið komnir longur aðra-
staðni.
Samtykt er at fara undir
at gera tunnil til Norð-
oyggjar eisini. – Vit eiga at
fara í gongd har skjótast
gjørligt, tí tað er ein íløgar,
sum varir fyri allar føroy-
ingar í allari framtíð
– Hevði samgongan
ikki skert blokkin við
nærum 400 mill. kr.,
hevði tað gingið nógv
skjótari at fingið
aðrar undirsjóvar-
tunlar kring landið
heldur formaðurin í
tingbólki Sambands-
floksins, Edmund
Joensen
VÁGATUNNILIN
Jan Müller
– Hetta er ein stórur dagur
fyri allar føroyingar og
serliga fyri vágafólk, tí nú
hava vit samband við mið-
føroyar. Hetta kemur at
broyta samfelagsmynsturið
nakað so nógv, sum vit ikki
kunnu hugsa okkum sigur
Edmund Joensen, fyrrver-
andi løgmaður og formaður
í tingbólki Sambandsfloks-
ins.
Hann vísir á, at føroying-
ar í dag hava Vágarnar sum
úthurðina út í heim. –
Skulu vit ferðast og ferðast
skjótt so er tað loftvegis.
Nú koma nógvir føroyingar
at hava minni enn ein tíma
til flogvøllin og tveir tímar
út í heim. So meðan flestu
føroyingar hava fingið eitt
samband vestur í Vágar, so
hava teir samtíðis fingið
eitt nógv stytri samband út í
heim.
Edmund Joensen heldur
annars, at hetta kennist gott
og stórt og vísir á, at tað er
so stutt síðani, at tøknin
megnaði at gera undirsjóv-
artunlar. Fyri 20 árum síð-
ani var tað fáur, sum hugs-
aði, at hetta bar til. Nú er
tað gingið so rúkandi
skjótt, og hevði kreppan
ikki tikið seg upp fyrst í 90-
unum, so hevði hesin tunn-
ilin verið veruleiki fyri
fleiri árum síðani. Men
kanska er tað ein fyrimun-
ur, at tað varð steðgað eitt
sindur á, tí vit hava harvið
fingið eitt meira fullfíggjað
projekt, sum kanska eisini
er bæði bíligari og tryggari
og betri.
Edmund Joensen heldur
tí, at hetta er ein sera skila-
góð íløga. Tað heldur hann
eisini um ætlanina at gera
tunnil til Norðoyggjar og í
grundini er tað heldur
einki, sum forðar fyri at
gera tunlar til tær oyggjar,
sum hava eitt fólkagrundar-
lag til tað. Her hugsar hann
um sambandið til Suðuroy-
um umvegis Sandoynna.
Hetta er meira ein spurn-
ingur um pengar enn um
tøkni.
– Høvdu vit ikki skert
ríkisstuðulin, so hevði verið
rættiliga stutt tíð til vit
høvdu bæði tunnil til Norð-
oyggjar og til Sandoynna
og kanska eisini til Suður-
oyar. Tunnilin til Norð-
oyggjar kostar umleið 400
mill. kr., og tað er júst tað,
sum henda samgongan hev-
ur skert blokkin við. So
skerjingin av blokkinum fer
givið at seinka tunnilstil-
gongdini metir Edmund
Joensen.
Vágoyggin stóra framtíð fyri sær
Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður heldur Vágatunnilin
vera eina skilagóða íløgu fyri allar føroyingar
Mynd Jens K Vang
Skerjing av blokki seinkar øðrum tunlun
VÁGATUNNILIN
Jan Müller
Stjórin í Føroya Sparikassa
var eisini millum teir
mongu gestirnar, ið vóru til
steðar, tá sprongt varð
ígjøgnum í Vágatunlinum.
Bjarni Olsen heldur hetta
vera eina radikala broyting,
eina skilagóða íløgu, sum
fer at hava stóran týdning
fyri samfelagið. Búskapar-
liga er hon er á góðari leið
men haraftrat kemur, at
hetta er ein rættiliga serstøk
íløga, tí hon hevur ringt við
at tjena seg inn aftur á van-
ligan
hátt.
Inntøkurnar
liggja øðrvísi enn um talan
var um eitt vanligt privat-
økonomiskt projekt. Tær
liggja í teimum fyrimun-
um, sum hvør einstakur
hevur.
Bjarni Olsen heldur tað
eisini vera skilagott at gera
ein tunnil til Norðoyggjar.
– Vit vita, at nógvur traf-
ikkur er inn í Eysturoynna,
og tað kann tí væl vera, at
tað er grundarlag fyri ein-
um yvirskoti í einum slík-
um roknistykki eisini.
Skilagóð íløga
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins heldur, at tað nú
hevur skund at fáa gjørt tunnilin til Norðoyggjar
Mynd Jens K Vang
Nýtt málsøki, sum
skal taka sær av
íbúðarmálum, er júst
sett á stovn, sigur
løgmaður. Eingin
lóggáva er á økinum,
og tí kann einki
gerast við tómu
húsini sum er
ÍBÚÐARMÁL
Edvard Joensen
Tað er øgiliga ringt at gera
nakað við málið um tey
tómu húsini, sum standa
kring landið, tí eingin lóg-
gáva er, sigur Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, í við-
merking til tað, borg-
arstjórin i Sørvági segði í
Sosialinum hósdagin.
Løgmaður ásannar, at tað
er ein trupulleiki við øllum
tómu húsunum sum standa
kring landið, samstundis
sum stórar og dýrar út-
stykkingar verða gjørdar
nógvastaðni. Verandi støða
kann ikki halda fram, sigur
hann.
– Vit kunnu ikki hava øll
hesi spøkilsishúsini stand-
andi kring landið, sigur
løgmaður. Men hetta er eitt
sera trupult mál, har ognar-
rætturin eisini skal takst
við.
Hetta málið er ikki nýtt
sum so. Tí longu í 1997
gjørdi
Oyndarfjarðar
Kommuna av at leggja
gjald á tómu húsini í
bygdini. Men tað varð
steðgað við skrivið frá Løg-
mansskrivstovuni.
Grundin til, at oynd-
firðingar løgdu gjald á, var
tann, at í grannakommun-
uni, Elduvík, høvdu tey
ætlanir um at leggja skatt á
hesi húsini. Har fingu tey at
vita, at tað var ikki loyvt,
og tí royndu oyndfirðingar
seg við avgjaldi ístaðin. Tað
gekk so heldur ikki.
Anfinn Kallsberg , løg-
maður, sigur, at hann kenn-
ir ikki hesi bæði málini,
sum munnu hava verið fyri
hansara tíð. Hann gjørdist
løgmaður í 1998, og kann tí
ikki gera viðmerkingar til
tey.
-Talan er um eitt
vælaarbeiði, sum
fólkini, ið hava staðið
fyri Vágatunlinum,
hava útint og verða
royndirnar frá hesum
fyrsta undirsjóvar-
tunlinum av stórum
týdningi fyri kom-
andi tunlar av sama
slag, her ikki minst
tann til Norðoyggjar
heldur formaðurin í
Javnaðarflokkinum,
Jóannes Eidesgaard
VÁGATUNNILIN
Jan Müller
Hann dylur ikki fyri, at
hann tøkniliga sæð er sera
hugtikin av hesum arbeið-
inum, at tað hevur gingið
so væl, og hvussu væl tað
er fráfarið og hvussu
snøggur tunnilin er vorðin.
- Eg kann ikki lata vera við
at samanbera hetta arbeiðið
við arbeiðið uppá tunnilin
millum
Tvøroyri
og
Hvalba, har menn spentu
seg fastar í bjálkar og
boraðu við hond. Nú sær
man, hvussu stór tøkniliga
menningin hevur verið, nú
ein maður situr og stýrir
einum borivogni, ið ger
arbeiðið.
Formaður Javnaðarflok-
sins heldur tað eisini vera
gott at síggja, at øll fólk,
eisini tey, sum vóru í iva,
eru sannførd um, at íløgan
er skilagóð, og at hon letur
upp fyri nøkrum møgu-
leikum í samferðslukervin-
um í Føroyum, har vit hava
náttúrligar forðingar við
sundum og firðum og
fjøllum. – Eg ivist ikki í, at
koma vit væl frá hesum, og
tað er tað alt, sum bendir á,
so eru møguleikar fyri at
halda fram við líknandi
verkætlanum sum hesum.
Jóannes Eidesgaard ivast
tí heldur ikki í, at tunnil um
Lorvíksfjørð eisini er eitt
skilagott projekt. Alt bendir
nevniliga á, at tann tunnilin
verður eitt náttúrligt fram-
hald av Vágatunlinum. –
Tað er sera umráðandi, at
vit tí heysta nakrar royndir
av hesum arbeiðinum, bæði
hvat íløgu og rakstri við-
víkur, hvønn týdning ein
slíkur undirsjóvartunnil
hevur fyri land og fólk,
hvat hann merkir fyri ferða-
mynsturið osfr. So dagurin í
dag hevur heilt vist latið
meira upp fyri møguleik-
anum at gera tunnil til
Norðoyggjar heldur ting-
maðurin.
Vit
spurdu
Jóannes
Eidesgaard, um tað ikki
hevði verið betri at bíðað
við einum stórum Suður-
oyarskipi og heldur útbygt
sambandið við tunlum. Til
tað sigur hann, at vit mugu
vera so mikið realistisk og
innsíggja, at fast samband
til Suðuroyar neyvan verð-
ur veruleiki í okkara tíð. Tí
er nýggja suðuroyarskipið
avgjørt neyðugt.
Hann heldur tað tó ikki
vera veruleikafjart at hugsa
um
fast
samband
til
Sandoynna, og tað letur so
eisini upp fyri møguleik-
anum, at Suðuroyggin kann
fáa eitt annað ferðamynstur
enn tað hon hevur, nevni-
liga við føstum sambandi
um Skopunarfjørð.
Alt í alt heldur formaður
Javnaðarfloksins, at íløgan
í Vágatunnilin letur upp
fyri nøkrum møguleikum,
sum vit kanska ikki hava
hugsað um, tá vit hava
umrøtt samferðslukervið í
Føroyum.
Eingin lóggáva er um tóm hús
Eitt vælaarbeiði
Samgonguleiðari og andstøðuleiðari í sátt og semju. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins og Anfinn Kallsberg,
løgmaður eru samdir um, at Vágatunnilin er ein skilagóð íløga
Mynd Jens K Vang
C
M
Y
K
7
6