Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 8 - 12. januar 2002 Nr. 8 - 12. januar 2002 9 Anders Fogh Rasmus- sen hevur ikki sitið leingi í forsætisráð- harrasessinum, men hann hevur drúgvar royndir í politikki VITJAN Heri á Rógvi Eftir fólkatinsvalið 20. no- vember gjørdist tað greitt, at ein nýggjur forsætis- ráðharrin skuldi setast í starv. Formaðurin fyri Venstre, Anders Fogh Ras- mussen, varð stutt eftir valið tilnevndur forsætis- ráðharri. Aðrastaðni á síðuni sæst, hvussu nakrir føroyskir po- litikarar hava uppliva And- ers Fogh Rasmussen. Út- talilsini hjá teimum minna eisini ikki lítið um hvørt annað. Um Anders Fogh Ras- mussen er annars tað at siga, at hann varð borin í heim 26. januar 1953. Hann hevur tað mesta ungdóms- árunum búð í einum býi tætt við Viborg, og er tað eisini har, at hann er valdur nakrir ferðir, hóast hann seinni er fluttur. Forsætisráðharrin er út- búgvin cand.oecon (bú- skapur) frá lærda háskúlan- um í Århus. Hann varð fyri fyrstu ferð valdur á fólkating í 1978, men hann hevur verið aktivur í Venstre longri enn so. Hann var á ungum árum kendur fyri síni ógvuliga liberalu sjónarmið, sum eisini koma fram í bókum hansara. Í 1998 gjørdist hann for- maður fyri tingbólkin hjá Venstre og seinni sama ár eisini formaður fyri flokk- in. Anders Fogh Rasmussen er giftur og eigur trý børn. Ein nýggjur forsætis- ráðharri til Føroya Hóast hann er nýggjur sum forætis- ráðharri, so er hann rættiliga drúgvur í politikki – Tú verður ikki for- maður í Venstre av ongum, sigur Jóannes Eidesgaard m.a. um Anders Fogh Rasmus- sen VITJAN Heri á Rógvi – Tað, at ein nýggjur for- sætisráðharri kemur til Føroya so skjótt aftaná, at hann er settur er ikki nakað nýtt, men tað undrar meg, at hevur fund við Sam- bandsflokkin og ikki Javnaðarflokkin, sigur Jó- annes Eidesgaard, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um vitjanina hjá danska forsætisráðharran- um í komandi viku. Tað, at Anders Fogh Ras- mussen bert heldur fund við Sambandsflokkin, heldur Jóannes Eidesgaard vera ótaktiskt. Jóannes Eidesgaard fegn- ast eisini um, at Anders Fogh Rasmussen leggur upp til samstarv, men vit eiga ikki at missa málið av hesari orsøk, tí Anders Fogh er framvegis Anders Fogh, og hann hevur eisini bæði drúgvar royndir í politikki og kunnleika til føroysk viðurskift. – Okkara sjónarmið skulu ikki vinnast yvirfyri Anders Fogh Rasmussen, men heldur yvirfyri tí føroyska fólkinum, men Anders Fogh Rasmussen skal vera hjartaliga væl- komin, og vit eisini at fáa eitt gott samstarv við hann, sigur Jóannes Eidesgaard. Ávirkaður av Blaire Jóannes Eidesgaard hevur sjálvur sitið á fólkatingi í fýra, tá Anders Fogh var leiðari fyri Venstre, og hann kennir eisini eitt sindur til nýggja danska forsætisrá- harran. – Anders Fogh er ein maður, sum veit, hvat hann vil. Tú verður heldur ikki formaður í Venstre av ongum, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaðurin í Javnaðar- flokkinum greiðir víðari frá, at Anders Fogh er ógvuliga ávirkaður av Tony Blair og hansara hátti at føra valstríð og annað. – Hann er ein ógvuliga modernaður polittikkari. Eg haldi nógv um tað, at hann ikki sjálvur tekur orðið oftani, men letur framsøgufólkinum sleppa framat, heldur Jóannes Eidesgaard. Reint ideologiskt heldur Jóannes Eidesgaard, at hann mestur áður hevur verið meira liberalur enn hann er nú, men hetta er ofta soleiðis í politikki. – Hann virkar nógv meira ektaður enn Nyrup, sigur Óli Breckman m.a. um Anders Fogh Rasmussen VITJAN Heri á Rógvi Ein stóran part av teirri tíðini, ið Anders Fogh Ras- mussen hevur sitið á fólkatingi hevur eisini Óli Breckman sitið á fólka- tingi. – Eg upplivi Anders Fogh Rasmussen sum ein sera ávmáldan persón. Hann sigur ikki tey nógvu óneyð- ugu orðini, og hann hevur altíð virkað sum um, at hann veit, hvat hann vil, sigur Óli Breckman. Fyrrverandi fólkatings- maðurin sigur, at hann altíð hevur kent Anders Fogh Rasmussen sum ein frynt- ligan og fyrikomandi mann, sum mann altíð kundi venda sær til. – Hann er ein óalminde- liga kontantur maður. Hann kann eitt nú taka ein beinleiðis tíðindafund, har hann greitt meldar út, hvat hann heldur um ymiskt mál, sigur Óli Breckman. Fyri Óla Breckman virk- ar tað oftani sum um, at nýggi forsætisráðharrin er strongdur. Hann metur heldur ikki Anders Fogh vera nakað stórvegis prát- ingarsaman ella útatvend- an, men hann er tó altíð bæði fólkaligur og frynt- ligur. Á tí ideologiska økinum og í mun til sínar undan- gangarar – bæði forsætis- málaráðharran og floksfor- mann – heldur Óli Breck- man Anders Fogh vera øðrvísi. – Hann virkar nógv meira ektaður enn Poul Nyrup. Hann er harum- framt eisin ideolog, og hann er so liberalur, sum hann yvirhøvur sleppur at vera. Í mun til Uffe Elle- man Jensen, er hann nógv meira intensur. Tú hevur eisini kensluna av, at hann altíð veit, hvat hann gongur fyri seg, sigur Òli Breck- man at enda. Jóannes Eidesgaard: Veit hvat hann vil Óli Breckman: Kontantur maður Edmund Joensen: Ein modernaður politikari – Anders er ein stórur politikari og ein øgi- ligur kapasitetur, sigur Edmund Joen- sen m.a. um Anders Fogh Rasmussen VITJAN Heri á Rógvi Edmund Joensen er bæði fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi formaður fyri Sambandsflokkin. Hann hevur eisini havt rættiliga nógv samskifti við Anders Fogh Rasmussen, sum eisini hevur verið í Før- oyum fleiri ferðir. – Anders er ein rættiligur arbeiðshestur. Hann er altíð væl fyrireikaður, og einki verður latið til tilvildina at ráða yvir, sigur Edmund Joensen. Edmund Joensen heldur, at Anders Fogh Ramussen er ímyndin av einum mo- dernaðum politikara, har bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, hevur verið ein stór fyrimynd. – Hann hevur staðið við liðina á fleiri stórum monnum í Venstre. Hann er frá einum yngri ættarliðið enn teir frammanundan, men hann verður ein av teimum heilt stóru í donsk- um politikki, og hetta verður ein perioda, ið Danmark fer at fáa nógv burturúr. heldur Edmund Joensen. Fyrrverandi løgmaðurin sigur, at Venstre og Sam- bandsflokkurin altíð hava havt eitt sera gott samstarv og hetta heldur væntandi áfram. Ein ávísur munur er tó á flokkunum. – Hann er ein rættiliga liberalur politikari. Fyrr var hann kanska meira libe- ralur. Nú leggur hann seg kanska meira eftir at gera flokkin breiðari, sigur Ed- mund Joensen. Norðoya Sparikassi lat fyri stívliga tveimum árum síðani Klaksvíkar kommunu standmynd av vinnulívsmanninum Kjølbro. Nú heldur tann, sum lat gávuna, at tað er farið at lukta av eini skomm KJØLBRO Eyðun Klakstein Klaksvík: Tá Norðoya Sparikassi fyri góðum tveimum árum síðani helt 80 ára stovningardag sín, lat sparikassin Klaksvíkar kommunu eina standmynd av tiltikna vinnulívsmann- inum Jógvan Fr. Kjølbro. Ætlanin var, at Klaksvík- ar kommuna skuldi finna hóskandi stað at seta stand- myndina, sum síðani skuldi minna klaksvíkingar og vitjandi á stóra týdningin, sum virksemið hjá Kjølbro hevði fyri Klaksvík og Før- oyar annars. Men hóast meira enn tvey ár eru liðini, síðani hendan standmyndin var latin Klaksvíkar kommunu, hevur einki verið at sæð til hana. Luktar av skomm Hetta hevur fingið táver- andi formannin í umsjónar- ráðnum hjá Norðoya Spari- kassa at sóknast eftir gáv- uni. Jógvan E. Joensen, sum sjálvur handaði Klaksvíkar kommunu gávuna, spyr í Norðlýsinum, hvussu tað ber til, at standmyndin av Kjølbro ikki er komin upp at standa. – Meðan aðrir avdúka eina standmynd fyri og aðra eftir, kom standmyndin Kjølbro ongantíð upp at standa. Hví, spyr hann í einum lesarabrævi. – Eg fái meg illa til at trúgva, at tað í Klaksvíkar býráði eru kreftir, sum ikki vilja kennast við sína søgu. Undanførsla um hóskandi stað heldur neyvan. Ongin sigur, at hetta økið skal vera stásiligt torg frá fyrsta degi, skrivar Jógvan E. Joensen. Hann heldur, at tað hevði verið hóskandi at avdúka standmyndina á 115 ára degnum hjá Kjølbro, sum er 25 februar. – Annars fer tað at lukta eitt sindur av einari skomm, at tað onki hendir í so langa tíð, og tað hugsi eg ikki, at klaksvíkingar vilja hava sit- andi á sær, heldur fyrrver- andi formaðurin í umsjón- arráðnum hjá Norðoya Sparikassa. Harmast gongdina Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, svarar í Norðlýsinum í gjár Jógv- ani E. Joensen. Hann lovar, at Klaksvíkar kommuna skal fáa stand- myndina upp at standa sum skjótast. – Eg harmist um, at tað nú eru gingin góð tvey ár uttan at hendan virðiliga gáva hevur fingið tað pláss í býnum, sum hon hevur uppiborið, sigur Steinbjørn Jacobsen. – Men eg kann vissa Jógvani E. Joensen og allar borgarar í kommununi um, at býráðið í næstum fer at fáa hetta mál til endaliga støðutakan, so standmynd- in av hesum úrvals vinnu- lívsmanni kann fáa eitt hóskandi pláss í býi okkara. Skal avgreiðast Borgarstjórin í Klaksvík heldur, at ein orsøk til, at avdúkingin av standmynd- ini kom í drag var, at verk- ætlanin fyri økið, har stand- myndin skal standa, var ov kostnaðarmikið, og ov lítil peningur var settur av til endamálið. – Vit arbeiða við, at standmyndin skal standa á plássinum frammanfyri fyrsta handilin hjá Kjølbro á Biskupsstøð, og í næstum verður málið í næstum verður lagt fyri avvarðandi nevndir í býráðnum, so standmyndin kann avdúkast til várs, sigur Steinbjørn Jacobsen. Sjálv standmyndin er langt síðani liðug og hevur í meira enn eitt ár staðið krógvað í býráðshúsinum í Klaksvík. Har bíðar Kjølbro eftir at verða avdúkaður sum standmynd. Standmyndin farin at lukta av skomm Formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð heldur, at kommunan kundi umhugsa, um nakað skal broytast við raðfestingunum hjá býráðnum, nú fólka- talið minkaði farna árið POLITIKKUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Fólkatalið í Klaksvík minkaði í 2001, hóast samlaða fólkatalið í Føroyum vaks við næstan 1000 fólkum, og øll hini størru plássini í landinum upplivdu vøkstur. Formaðurin í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð heldur, at ansingarpláss og bústaðarmøguleikar hava stóran týdning, um fólk búseta seg í Klaksvík. – Tað er neyðugt, at fólk kunnu fáa børnini ansað, og at tey hava møguleika at finna hús ella íbúð, um tey skulu búgva í Klaksvík. Tí skal kommunan syrgja fyri at útstykkja grundøki og eisini fáa fleiri ansingar- pláss, sigur Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin. – Tað gera vit eisini í 2002, men spurningurin er, um tað er nóg mikið til at venda gongdini. – Tað fara nógvir pengar til vinnuligar útbyggingar í Klaksvík, men hesar eru eisini neyðugar. Vit gera eina góðshavn í Ánunum, og tað er nakað, sum hevur skund, nú vit fáa ein undir- sjóvartunnil. Bleytu virðini Eyðgunn Samuelsen leggur tó dent á, at tey bleytu økini hava avgerandi týdning, um fólk skulu flyta til Klaksvíkar. – Kanska brúkar komm- unan pengar til ov nógv ymisk mál í senn, ístaðin fyri at loysa ein trupulleika upp á stutta tíð, men vit eru í eini sera truplari støðu. Nógvar íløgur bíða eftir at verða gjørdar, men tað er avmarkað, hvat vit kunnu klára, sigur Eyðgunn Samuelsen. – Vit mangla ikki arbeiði í Klaksvík, tí er tað okkurt annað sum manglar í kommununi. Tað er umráð- andi, at vit fáa fólk at støð- ast í býnum, og vit mugu eisini hugsa um tey bleytu virðini. – Kanska kundi býráðið umhugsa tær raðfestingarn- ar, sum eru gjørdar. Eg sigi ikki, at nakað skal broytast við tí politikkinum, sum vit hava lagt, men um tað kann hava nakað gott við sær, so áttu vit at mett um raðfest- ingarnar av nýggjum, held- ur Eyðgunn Samuelsen. Lutakastið til danska Melodi Grand Prixið er gjørt, og tað hevði við sær, at føroyski finalist- urin í kappingini, skal syngja sín sang næst- síðst. 10 sangir eru í final- uni, og sangurin, Som en drøm, hjá Pæturi verður nummar 9 í røðini. Hetta verður vanliga mett sum eitt gott pláss, tí sangurin er feskur, tá dómurin skal fellast í kappingini. Pætur ásannar tó, at tað týdningarmesta er, at sangurin verður væl framførdur. Nær hann verður spældur hevur minni týdning. Og at framførslan verður góð, ætlar Pætur at tryggja sær við nógv- um venjingum komandi tíðina. Tað verða eisini hildnir onkrar royndir, áðrenn sjálva finaluna, so Pætur og hini sleppa at venja seg við umstøð- urnar, sum Grand Prixið fer fram í. ek Pætur nummar 9 Hetta er modell av standmyndini av Kjølbro, sum í langa tíð hevur bíðað eftir, at Klaksvíkar kommuna skal gera hóskandi økið klárt til hana. Hon verður krógvað í býráðshúsinum Mynd: Jens Kristian Vang Býráðið kundi umhugsa politikkin – Kanska kundi býráðið umhugsa tær priotiteringarnar, sum eru gjørdar. Eg sigi ikki, at nakað skal broytast við tí politikkinum, sum vit hava lagt, men um tað kann hava nakað gott við sær, so áttu vit tikið tað upp, heldur Eyðgunn Samuelsen, formaður í Sosialu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu C M Y K 9 8