mánadagur 3. mai 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76
10
Sosialurin
Kjak
Føroya Symfoniorkestur
avlýsir vælumtóktu
barnakonsertirnar
Hetta skuldi verða fjórða
ár á rað, at Føroya Sym
foniorkestur bjóðaði øllum
barnagarðsbørnum og 1.3.
floks næmingum í Føroyum
til eina klassiska konsert.
Tíverri eru fíggjarligu karm
arnir so mikið tambaðir, at
orkestrið ikki hevur nakað
annað val enn at avlýsa
konsertirnar í ár. Hetta er
eitt keðiligt afturstig í mun
til tey sera jaligu úrslitini frá
undanfarnu árum.
Hesi trý seinastu árini
eru áleið 3500 børn úr øll
um pørtum av landinum,
t.d. úr Nólsoy, Suðuroy,
Koltri, Norðoyggjum kom
in fyri at lurta eftir sym
foni orkestrinum í Norð ur
landahúsinum. Konsertirnar
hava verið ókeypis fyri at
gera hetta til eitt tilboð fyri
øll.
Í fjør tók orkestrið stig til
at týða eina nýggja íslendska
barnabók “Magnus Mús” til
føroyskt. Útgávan inniheldur
eina fitta søgu um músina
Magnus, sum villist inn í
eina orkesturhøll, og hevur
harumframt myndir, tónleik
og ein sang, sum børnini
syngja við til. Bókin hevur
havt sera góða móttøku
og er nú týdd til fimm mál,
og verður framførd í so
fjar skotnum londum sum
Austral ia.
Føroya Symfoniorkestur
hevur annars havt eitt gott
og spennandi tónleikaár at
líta aftur á.
Síðani september 2009
hava vit framført tvær
krevj andi symfoniskar kon
sertir við framúr góðum
solistum.
Konsertirnar
vóru endurtiknar í Løkshøll
í
Runavík
fyri
fullum
húsum og hava verið væl
móttiknar.
Øll minnast Nýggjárs
konsertina 2010 við tveimum
nýggjum føroyskum verk
um á skránni, einari fan
tast iskari sopran úr Russ
landi, einum góðum kóri
og orkestri og við einari
fjølbroyttari skrá, sum hevur
til endamáls at rúma fleiri
ymiskum tón leikasløgum.
Árligu jólakonsertirnar
vóru enn einaferð so væl
umtóktar, at fleiri ikki fingu
atgongmerki.
Symfoniorkestrið luttók
eisini sum partur av tveimum
øðrum verkætlanum. Or
kestr ið spældi til lands
inn savn ingina hjá Krabba
meinsfelagnum
“Føroyar
móti krabba” og vísti í tí
sambandinum stórt fjøl
broytni og hvussu væl leik
andi orkestrið er bliv ið.
Harumframt var or kestrið
við til tvær fram førslur
av Skapanini eftir Joseph
Haydn; einari í Norð ur
landahúsinum og hinari í
Ebenezer.
Tað trýtur ikki við jalig
um
afturmeldingum
til
orkestrið frá okkara áhoyr
arafjøld.
Hví eitt symfoni
orkestur?
Verður hugt eftir umfatandi
virkseminum, so er eingin
ivi um, at symfoniorkestrið
spælir ein stóran leiklut í
føroyska mentanarpallinum.
Virksemið er økt, og góðskan
betrað munandi hesi 25 árini,
orkestrið hevur á baki.
Orkestrið spælir tónleik
fyri hvørt oyra og til allar
aldursbólkar. Orkestrið bí
leggur nýggj verk og er so
statt við til at gera íløgur,
skjalprógva og ríka um
før oyska tónleikamentan.
Har umframt er ein av týdn
ingarmiklu leiklutunum hjá
orkestrinum at virka sum
bæði lopfjøl og pallur hjá
føroyskum solistum, kórum
og gevur tónleikalærarum og
framkomnum næmingum
ein møguleika at framføra
á
yrkislistarligum
støði.
At kunna framføra tónleik
er jú høvuðsorsøkin til, at
hesi hava nomið sær ella
eru í gongd við útbúgving
á tónleikakonservatorium
uttanlands.
At hava eitt symfoni or
kestur er eisini eitt tek in
um eina livandi og fram
komna mentan, og fyri
tey, ið umhugsa at flyta til
landið er tað jaligt, at vavið
og fjølbroytni av ment
anartilboðunum er stórt.
Eitt symfoniorkestur í ein
um so lítlum landi sum
Føroyar er avgjørt ein góð
branding. Og ikki at gloyma,
at orkestrið eisini hevur
týdning fyri trivnaðin hjá
fólkunum, sum búgva her.
Í løtuni eru tað áleið 20
føroyingar, ið nema sær
yrkisútbúgvingar
inn an
tónleik uttanlands og har
umframt eru eini 13 yrkis
tónleikarar innan klassiska
økið búsitandi í øðrum
londum.
Í øllum skandinavisku
londunum, ja í øllum Evropa
verður størri og størri orka
brúkt upp á at menna og
marknaðarføra mentan og
list, eisini hóast fíggarkreppa
valdar. Í Danmark, Norra og
Svøríki hava tey nýliga fingið
nýggj opera og konserthús,
og nýtt konserthús er á veg
í Íslandi. Finnland hevur
altíð verið í fremstu røð, tá
ið tað snýr seg um íløgur
og stuðul til list, og hevur
hartil nógvar konserthallir
og mentanardeplar. Í 2011
verður eitt nýtt konserthús
tikið í brúk í Helsinki. Ein
nýggj kanning í Íslandi vísir,
at alsamt fleiri fólk fara til
mentanarlig tiltøk.
Í einari samrøðu, sum
nýliga varð gjørd í sjón
varp inum, har tónleik arin
Ólavur Olsen var spurd ur,
hvat meira kundi gerast
fyri at menna og betra sym
foni orkestrið undir verða
umstøðum, svaraði hann:
“einki”.
Orkestrið
hevur
ment seg og toygt seg til sítt
evsta mark undir verandi
støðu. Uttan stóran vælvilja
og hjálp frá eini ørgrynnu
av sjálvbodnari arbeiðsmegi
hevði tað als ikki verið
gjørligt
at
framført
so
nógvar konsertir og á tí
støði, sum orkestrið ger í
dag.
Sum eg síggi tað, virkar
Mu s i k k s kú l a s k i pa n i n
sera væl og verður ment
alla
tíðina.
Bíðirøðirnar
til frálæru í ljóðførum eru
langar og eru tekin um
stóra áhugan fyri tónleiki
og –frálæru. Úrslitini eru
góð og lærararnir hava
góðar førleikar og royndir.
Men so steðgar gongdin
og
menningin.
Ovasta
liðið í pyramiduni virkar
als ikki, sum tað eigur. Vit
mugu
geva
orkestrinum
teir røttu karmarnar og
fíggjarligu
umstøðurnar
og hartil geva lærarunum
møguleika
í
teirra
starvssetan
at
framføra
tónleik. Fyrimunirnir eru
nógvir; størri nøgdsemi og
motivatión
millum
lær
ararnar, betri frálæra og
harvið enn betri úrslit í
Musikkskúlanum. Og einar
meira lokkandi Føroyar.
Eg meti, at eitt skilagott
mál fyri orkestrið kundi
verið ein konsert annað
hvønn mánað har konsertin
varð endurtikin í øðrum
parti av Føroyum, soleiðis
at orkestrið eisini kann
byrja at liva upp til sítt heiti
Føroya Symfoniorkestur.
Sum er, fær Føroya Sym
foniorkestur
fíggj arl igan
stuðul frá Menta mála ráð
num, Tórshavnar Kommunu
og Norðurlandahúsinum. Eg
haldi veruliga, at orkestrið
er ein góð íløga, og eg haldi
eisini, at vit hava víst hetta
í verki.
Men við verandi veit
ingum
kemur
orkestrið
ikki úr stað. Tíðin er nú
komin til, at seta Føroya
Symfoniorkestur á dags
skránna og skapa neyðugu
fíggjarligu
karm arnar,
soleiðis at orkestrið fram
haldandi kann mennast og
fáa eina munagóða úrtøku
úr tí arbeiðnum, ið longu er
gjørt.
Bernharður Wilkinson
orkesturleiðari
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum,
sum sýndu okkum samkenslu, tá
Nelly Jacobsen
andaðist og varð jarðað.
Familjunnar vegna
Magnus Jacobsen
Tøkk
øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt
sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá
okkara kæri sonur, beiggi, svágur og gubbi
Terji Christiansen
so brádliga varð tikin frá okkum
og varð jarðaður.
Takk til familju, vinir og kenningar
fyri at tit stukku inn á gólvið.
Takk til Hera Joensen, Prest, fyri góð orð.
Takk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Tað fløvar.
Familjunnar vegna,
Bjarki, Kirsten og Christa við familju
Andlát
Kunngjørt verður at okkara góða mamma,
vermamma, omma og langomma
Maria Mikkelsen
tórshavn
vanliga nevnd Mia, ættað úr Kunoy, andaðist
leygardagin 1. mai 2010, 85 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
mikudagin 5. mai kl. 13.00.
tey, ið ynskja at lata blómur, kunnu í staðin lata eina
peningagávu til Zarepta – konta í peningastovnunum.
Familjunnar vegna,
Páll, Rutt, John, Mirjam, Sølvi og Atli