Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 Sosialurin Eyðun Klakstein Fyri seks árum síðani vóru beinini hjá Robin Clementsen so vánalig, at hann fekk nóg illa spáka sær ein túr. Men nú er hann so væl fyri, at hann ætlar sær at renna av Viðareiði til Sumbiar. – Eg fekk staðfest liðagikt fyri seks árum síðani, og eg hevði stórar trupulleikar av tí, sigur Robin Clementsen. – Tað versnaði skjótt við liða giktini, til eg møtti einum kinversk um lækna á Landssjúkrahúsinum. Hann gav mær tey ráð at eta rátt ingifer, tí tað skuldi hjálpa fyri gikt ina Robin Clementsen sigur, at ingi fer smakkar ikki væl, men tað loysti seg at eta tað. – Aftan á trý ár var eg blivin so frægur, at eg kundi ganga longri túrar. Og í juni mánaði í fjør setti eg mær fyri at renna og ganga ein longri túr, sum eg kláraði at gjøgnumføra, sigur hann. Leiðin fekk frá Saksun til Vest manna og so til Havnar umvegis Kvívík, Stykki, Skaling, Norðradal, Syðradal og Velbastað. – Hesin túrin tók mær 14 tímar og gav mær rættiliga blóð á tonna at royna nakað enn størri, sigur Robin Clementsen. Tokka til Suðuroynna 12. mai fer Robin Clementsen undir eina enn longri ferð. Hann fer at renna og ganga av Viðareiði í norði og til Sumbiar í suðri. – Fleiri hava spurt meg, hví eg havi valt júst hesi støð at renna frá og til. Eg havi ein sera stóran tokka til Suðuroynna av ymiskum orsøkum, mær dámar væl fólkið har, og tí vil eg gjarna enda ferðina har, sigur hann. Ein onnur orsøk til renningina er eisini, at hann vil prógva fyri sær sjálvum og øðrum, at hann er komin væl fyri seg eftir at hava verið illa plágaður av liðagikt. – Eg vóni, at eg kann klára teinin upp á tríggjar dagar, sigur Robin Cle mentsen. Hann rennur av Viðareiði til Havnar. Síðani siglir hann í Sand oynna, har hann rennir oynna á tamb, og síðani siglir hann til Suður oynna og rennur úr norði til suður á henni. eydun@sosialurin.fo – Eg fekk staðfest liðagikt fyri seks árum síðani, og eg hevði stórar trupulleikar av tí, sigur Robin Clementsen Mynd: Jens Kristian Vang Robin skal renna av Viðareiði til Sumbiar RENNARI Fyri nøkrum árum síðani, var hann so sjúkur av liðagikt, at hann fekk nóg illa gingið ein túr í býnum. Nú fer Robin Clementsen at renna av Viðareiði til Sumbiar. Hann ætlar at brúka tríggjar dagar um teir 240 kilometrarnar Eirikur Lindenskov Leingi er tað ið væl skal vera, men nú er hon so her, nýggja fløgan hjá Eivør. Heiti á fløguni er Larva og á fløguni er 11 løg, sum í stóran mun eru skrivað av Eivør sjálvari. Tvey av løgunum eru skrivað saman við Benjamin, eitt lag er eitt gamalt Clickhaze lag, meðan lagið Hounds of Love er lænt frá Kate Bush. Fløgan er í høvuðsheitum upptikin í Lundgaard Studio í Danmark og á Støkumørk, innan Glyv­ ur. Tónleikararnir, ið eru við á fløguni eru Benjamin Pet ersen, Høgni Lisberg og Mikael Blak, meðan fram­ leiðari hevur verið Jens L. Thomsen. – Tónleikurin er á ein hátt bæðu myrkur og innan­ vendur, samstundis sum hann er beint í andlitið, og sum G greiddi frá á sínari heimasíðu, so kunnu vit ikki annað enn verða samd í, at Jens hevur megnað at hála ráu og villu Eivør fram aftur úr skápinum, meðan pena, fitta mannabarnið er pakkað niður fyri nú, skriva útgevararnir í tíðindaskrivi. Úrslitið av samstarvinum millum Eivør, bólkin og Jens er á ein hátt bæði myrkt og innanvent, samstundis sum tað er beint­í­andlitið. Mini malistiskt, men stórt. Huglagið er stundum klass ­ iskt, tó mystiskt og onk­ urs vegna vandamikið ella ófrætta kent. Ljóðið er vist­ frøði ligt og tilvitað skitið. Høvðusljóðføri í ljóðmyndini eru tey elektronisku. Synth­ bass ar, Moogar og Juno ljóm­ borð renna saman við ull int­ um trummum og tjúkkum gittarum, meðan Eivør, saman við filmiskum streingjaspæli og kórasangi, sveimar meist­ ar liga omanfyri. Í summum sangum er Eivør ein særdur elskari, í øðrum ein valdandi drotning. Men í øllum er hon Eivør. Einki, at takað feil av. Hon dregur allar endarnar saman í eina heild, ið bera hennara heilt egnu framúrskarandi tónleikaligu eyðkenni. Sum eyka krydd til tón­ leikin hevur Tróndur Bogason arrangerað strúkarar og kór til nøkur av løgunum. Tað er Mpiri, ið hevur sung ið kór­ partarnar, meðan ís lendska strúkikvartettin Caput hevur innspælt streing ir nar. Fløgan kemur út í handl­ arnar í Føroyum og Íslandi 12. mai, og sama kvøldið verð ur høvið at hoyra Eivør saman við bólkinum hjá sær saman og við kóri­ num Mpiri til konsert í Sjónleikarahúsinum. Útgávukonsertirnar vera 12. og 13. mai klokkan 21 í Sjónleikarahúsinum, og 14. mai klokkan 21 í Losjuni í Gøtu. Umframt tað verður høvið at hoyra Eivør við bólki og við Mpiri til konsertina, sum verður í Saltsiloini tann 15. mai. – Eivør og bólkurin eru júst heimafturkomin av kon sertferð í Danmark, so vit kunnu vænta okkum at hoyra ein væltrimmaðan og væl samanspældan bólk, sum eftir eina langa prosess í studio nú kann gleðast um at sleppa at spæla tilfarið live, siga útgevararnir. eirikur@sosialurin.fo Eivør Pálsdóttir við nýggjari fløgu FLØGUÚTGÁVA Nýggja fløgan hjá Eivør Pálsdóttir er komin. Á fløguni eru 11 løg, har hon sjálv eigur tey flestu LIÐAGIKT