Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 12 Sosialurin Kjak Eyðstein Poulsen www.eydstein.fo Skeivt at seta M/S Ågot uppímóti FMF/LMF Ein lítil grein, ið eg helt skuldi í Sosialin, hevur fingið skeiva kós. Eg vil tí her reinsa meg fyri skrivingini hjá Kristian Fríðrik, har tað óbeinleiðis framgongur, at vit eru desperat og ikki duga at rokna í prosentum. Várið átti at verið tann besta tiðin: ljós, líðka, fugl­ ar, smálomb..., men vit hava longu fingið ávaring um, at tað samstundis kann síggja sera svart út. Hesi lítlu, fittu smálombini eru í stórum vanda hvønn einasta dag, um vit, ið koyra bil, ikki ansa eftir teimum. Tað er ikki lætt, men tað MÁ gerast. Er óhappið úti, kanst tú tá altíð siga, at tú ROYNDI at ansa eftir. Smálomb eru óút rokni­ lig. Mamman sleppur teim­ um uppá fjall, letur tey fara alt ov langt frá sær, og hon rópar bert á tey, tá hon vil sleppa av við mjólkina, ella tá hon heldur, at vandi er á ferð. Sum fyrrverandi for mað­ ur í Djóraverndarfelagnum havi eg eina rættiliga góða vitan um, hvør ringir til Djóraverndarfelagið, og hvat tey ringja um. Og tá fólk síggja eitt smá­ lamb, har tað eina beinið sær út til at vera skrætt av, kann eg ímynda mær, hvussu telefonin hevur kimað. Tað nýtist einum bert at hava eitt evarska lítið vet av samkenslu fyri øðrum enn sær sjálvum fyri at skilja, at hetta lambið hevði tað ræðuligt, hevði eina pínu, ið tað ikki kundi renna undan, eina pínu, ið var har allatíð, eisini meðan tað svav. Djóraverndarfelagið hev ur adressu í Havn, men fólk ringja úr øllum land­ inum, annars hevði felagið ikki kunnað virkað. At tað eru býbúgvar, ið ikki hava skil fyri bóndavirki, ið fáa ilt í hjartað, tá tey síggja djór pínast, er tápulig und­ an førsla, og ein týpisk reak tión hjá einum manni, ið veit, at hann hevur gjørt okk urt skeivt og ergrar seg yvir at vera av dúk aður. Neyðars maður, nú er hann komin á svartalista hjá øllum, og nú kann hann rokna við, at ØLL hyggja eyka væl eftir, hvussu hans­ ara djór hava tað. Smálamb við trimum beinum Jonna Justinussen Lat meg byrja við at heita á fólk um at seta ferðina niður, tá tey nærkast seyði. Ansið eftir smálombunum við vegin. Eg bleiv uppringdur av journalisti, nú vit hava lagt um til at skráskera og frysta svartkalva umborð. Vit um­ røddu ymisk viðurskiftir, ið fingu okkum at velja hesa loysnina. Eg nevndi eitt nú, at feski svartkalvaprísurin fellur um summarið, og tað ger frysti fiskurin ikki. Annað var, at vit nú fáa tíð at fiska. Hetta ger, at vit eru meira mobilir á feltinum, og somuleiðis nýtist okkum ikki so nógvar mans sum frammanundan. So tosaðu vit sjálvandi eisini um sølu og landingarútreiðslur, ið eg eins og allir, ið reka skip, halda eru alt ov høgar. Ser­ liga tí tað er lóggivið til hetta sølustað. Í Samrøðu við journalistin legði eg dent á, at eg ikki var áhugaður í at koma í tvístøðu við FMF/LMF, men tað er nokk júst tað, ið hendan samrøða er endað við, um eg skilji Kristian Fríðrik rætt. Eg havið ikki ætlað mær at taka kjakið upp um hesa útreiðslu, tí eg meti, at tað er fak/limafeløg, ið eiga hetta borðið. Men tá Kristian Fríð­ rik nevnir okkum sum dømi, og brúkar okkara útreiðslur í prosentum, er tað ikki av tilvild, at hann velur at fara aftur til mars 2008. Vit hava hetta tíðarskeið roynt við gørnum eftir svart kalva. »Faktuelt« er hetta ein dýrari fiskur, og tískil verða útreiðslurnar prosent víst minni. Um hetta kann for­ svar ast veit eg ikki, men kanska onkur annar er nøgd ur við hendan prosent­ prís in. Eg fara harðliga at mót­ mæla skrivingini hjá Kristian Fríðrik, har hann leggur upp til, at vit ikki duga at hava eygnakontakt við okkara sam starvsfelagar. Hetta er ikki sømiligt, og víkir frá okk­ ara fatan av tí samstarvi, ið vit hava havt við FMF/LMF. Vit vóna, at hetta er eitt isolerað missforstáilsi hjá Kristian Fríðrik, og at hetta úttalilsið ikki umboðar FMF/ LMF. Til síðst vil eg bert siga, at vit ikki meta okkara verk­ ætlan at vera eina desperata aktión. Hetta er bert ein visioner áskoðan á, hvussu vit ynskja at reka okkara fyritøku á einum sunnum fíggjarligum grundarlagi. Í landingar/søluútreiðslum skuldi hetta, alt annað líka, givið áleið 7% meira í vinningi til skip og manning. Nógv hevur verið frammi seinastu tíðina um sparingar innan skúlaverkið, og er hetta eitt álvars mál eftir míni meting. Sat hóskvøldið og hugdi eftir Degi & Viku, har tosað varð við lærarar og næmingar í Venjingarskúlanum um, hvussu sparingarnar komu at raka skúlan hjá teimum. Tey koma at missa nakrar tímar um vikuna í handverk og list, og sjálvandi er tað sera óheppið, men hetta gjørdi samstundis, at eg føldi meg noydda at gera vart við støðuna, vit sum for eld ur at næm ing um við menn ingar­ tarni eru kom in í sein astu tíð­ ina, or sak að av sparingunum í skúlaverkinum. Eigi sjálv ein 10 ára gaml an son, sum er menn­ ingartarnaður. Hann hevur í skjótt 3 ár gingið í skúla á Eiði við stuðli í 20 tímar um vikuna, og hesa skipan hava vit verið sera væl nøgd við. Hann hevur havt sera góð ar stuðlar, og er sera nógv mentur, eisini tá tað kemur til at vera saman við sínum javnaldrum og øðrum børnum í skúlanum. Menningartarnið hjá honum ger, at hann má hava onkran vaksnan hjá sær alla tíðina, og tí er tað ikki møguligt at senda hann í skúla einsa­ mallan. Nú tímarnir eru býttir út á næmingarnar, vísir tað seg, at sonur mín bert hevur fingið 11 tímar um vikuna, sum hann skal deila við ein annan næming, so at hann kemur í mesta lagi at verða í skúla 2 tímar onkran dag, og 1 tíma aðrar dagar. Eg havi tosað við NSR tænastuna, sum er undir Sernámdeplinum og kært okkara neyð, men har eru ikki fleiri tímar at geva av, siga tey. Eiðis skúli hevur veruliga gjørt, hvat tey kunnu, fyri at loysa trupulleikan, men tað sær ikki út til at nytta nakað, tíverri. Øll árini, sonur mín hevur gingið í skúla, hevur samstarvið millum skúla, kommununa og okkum ver­ ið fyrimyndarligt, og er tað ein stór hjálp fyri okkum for eldur, tá ið man merkir vælvild og virðing millum part arnar. Eg eri fullvæl klár yvir, at tað skal sparast, og okkara støða er ikki nakað eindømi, men tað ger ikki støðuna rættvísari í mínum eygum. Sum tað ljóðar, missa onkrir næmingar 1­2 tímar um vikuna, meðan tey veikastu kunnu missa upp í 50­60%, og tað kann eg ikki sum mamma góðtaka. Meti eisini, at spurnartekin kann setast við, um lógin um undirvísingarskjildu verður hildin. Veit ikki, um hesin bólk­ urin enn einaferð er valdur, tí tey ikki kunnu svara fyri seg, ella um ætlanin er at spara uppaftur meira við at styggja okkum familjur við børnum við menningartarni av landinum, tí eitt mugu øll gera sær klárt, bæði politikarar og onnur ­ eitt menningartarn lekist ikki, hóast landið er í kreppu. Er skúlin fyri næmingar við menningartarni?? Haldis Matras Tað nýtist einum bert at hava eitt evarska lítið vet av samkenslu fyri øðrum enn sær sjálvum fyri at skilja, at hetta lambið hevði tað ræðuligt.