mánadagur 3. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76
Sosialurin
Tá skal onkur á skipinum
hava rópt okkurt sum femme
mien (hetta hevur havt al
skyns formar alt eftir, hvør
hevur sagt frá søgnini) og
soleiðis skal bygdin Famien
hava fingið sítt navn. Men
hetta er lítið annað enn
sera fantasifullar gitingar.
Veru leik in er helst ein heilt
annar.
Famien er nevniliga eitt
vanligt, gamalt franskt eftir
navn, sum m. a. kemur fyri í
bókini »William Shakespear«
hjá Victor Hugo frá 1886.
Somuleiðis er navnið eisini
at finna sum staðarnavn í
fransktalandi londum, sum
gentunavn og sum stað
ar navn og for/eftirnavn í
arabiska heiminum, so tað
er meiri sannlíkt, at talan
hevur verið um sjórænarar
úr Algier, sum vóru rættiliga
kendir um okkara leiðir tá á
døgum. Fransktalandi hava
teir møguliga verið síðani
Algier var fronsk koloni, men
teir hava ikki havt franskt
sum móðurmál.
Fransmenn komu ikki so
ofta á okkara leiðir og hendi
tað, so vóru tað heldur fronsk
herskip, sum vit td. kenna frá
Barbaru hjá Jørgen Frantz
Jacobsen. Tí ber eisini til, at
Jansaguttarnir hava verið
umborð á einum fronskum
herskipi, sum ikki so sjáldan
høvdu konufólk við umborð.
Hetta snúði seg antin um
konu skiparans ella dóttir
ella kona reiðarans og helst
er eingin ivi um, at onkur á
skipinum hevur borið navnið
Famien, antin sum for ella
eftirnavn.
Hin uppfatanin, at sjó
rænarin sum skuldi hava
rópt: femme mien ella okkurt
líknandi á fronskum, er meiri
spekulativ og skemtilig enn
hon er sonn. Tað er rættiliga
óhugsandi at ein arabiskt
talandi sjórænari skuldi rópa
eftir eini kvinnu á fronskum.
Tað er meiri sannlíkt at
kvinn an hevur verið rópt
Famien ella, at hon hevur
rópt á ein mann á skipinum,
sum hevur itið Famien.
Sjálvandi fáa vit aldri við
vissu at vita hvat rópt varð av
skipinum ella hvat kvinnan í
bátinum hjá Jansaguttunum
rópti. Men eftir at eg havi
kannað hetta í nøkur ár, dugi
eg illa at ímynda mær annað
enn tað, at tað her hevur
verið talan um Famien antin
sum gentunavn, við tað at
tað eisini hevur verið nýtt
sum gentunavn í gamlari
tíð ella, at tað snýr seg um
eftirnavnið Famien.
Hinvegin hevur eftir navn
ið Famien sín uppruna frá
onkrum av teimum mongu
støðunum, sum bera heitið
Famien og soleiðis er tað
aftur enda sum eitt stað ar
navn á Suðuroynni.
N-Jón Ellendersen,
hálvur famieningur
Navnið Famien, gitingar
og veruleiki
Í Sosialinum frá mikudegnum 21. apríl nevnir Snorri Brend, at navnið
Famien møguliga stavar frá søgnini um Jansaguttarnar um ta ferðina,
fegðgarnir høvdu rænt eina kvinnu av einum sjórænarskipi.
Zakarias Wang
14% fyri
blokkin!
Nú er tað fullprógvað, at
Føroyar eru heimsins dýrasta
land at búgva í, 14% dýrari
enn Danmark, tað land, sum
annars hevur havt hetta
metið.
Hvør er orsøkin?
Eftir tí David Hume vísti á
í 1752 elvir stuðul uttanífrá til
prísvøkstur.
Hetta er ein læra, sum tað
ikki hevur eydnast nøkrum
at reka aftur farnu tríggjar
øldirnar.
Tey 14%, sum brúkararnir
í Føroyum noyðast til at
gjalda, er tí – fullkomuliga í
tráð við allar økonomiskar
lærusetningar – púra einfalt
prísurin fyri blokkin.
Tað er sera hart hjá mong
um føroyingi at síggja, at
sam felag okkara liggur í
fíggj arligum andaleypi or
sakað av, at fullveldisfólk
skóru blokkin niður við
366 milliónum krónum ár
liga fyri nøkrum árum síð
ani. Hví varð peningur ikki
lagdur til viks í teimum
góðu
tíðunum,
verður
spurt? Jú, tað vit skuldu
lagt til síðis – varð givið
burtur
til
Dan mark ar.
Nú tørvar okk um hend
an burtur givna pen ing í
ólukku mát. Óføra gávu
mildni hevur higar til kost
að Føroy um umleið fýra
milli ardir krónur. Ei und ur
í, at peningur tørv ar.
Blokkurin var ikki bert
skerdur, men eisini fast
frystur í 2002. Tað merkir,
at staturin nú sparir uml
125 milliónir krónur árliga,
ið eftirverandi ríkisveiting
átti at verið hægri. Føroy
ing ar mugu so aftur spara
hesa upphædd innan økir,
ið flest øll hava ov lítið sum
er. Tað er mær ein gáta, hví
loysingafólk
skulu
taka
kvørkratak á føroyingar,
fyri at staturin skal spara.
Er tað ikki serliga Tjóðveldi,
ið sigur, at staturin hvørt
ár vinnur milliardir av
krón um í spardum NATO
lima gjaldi orsakað av stra
teg isku placeringini av Før
oyum? Er ikki rímiligt, at
nakrar av hesum spardu
krón um fella aftur til Før
oyar og gera gagn í væl
ferðar sam felagnum?
Vit hoyra nú, at fíggjar
lógin
komandi
ár
skal
spara hundratals milliónir.
Fíggjarnevndin leggur upp
til sera stórar sparingar –
hoyra vit í pressuni.
Tað er onki at ivast í, at
ein partur av loysnini av
fíggjar liga trupulleikanum,
vit eru í, er at tiðna ríkis
veitingina uppaftur.
Blokkurin má
tiðnast upp
Marjus Dam
løgtingsmaður
Eg fari – vegna sera nógva føroy
ingar – at heita á fíggjarnevndina
um at biðja løgmann og fíggjar
mála ráðharran um at rætta skeiv
leikan, ið varð gjørdur fyri nøkrum
árum síðan: Prístalsregulerið
blokk in – afturvirkandi frá
2002 – og oyra merkið hesar
árligu 125 milli ónirnar at fara til
almanna, heilsu og skúlaøkið.
Kjakfundur um Public
Service sáttmálan
Mikukvøldið verður ein kjakfundur um Public Service
sáttmálan í Miðlahúsinum. Tað er Ráðið fyri Brekað,
sum skipar fyri fundinum, sum tekur støði í Public
Service Sáttmálanum, parti 5, sum snýr seg um
tænastur til fólk við breki. Aðalorðaskifti um sáttmálan
var á Føroya Løgtingi í november í fjør.
– Endamálið er at fáa eitt gevandi orðaskifti, ið
varpar ljós á spurningin um, hví allir borgarar í okkara
samfelag ikki hava møguleika at luttaka á jøvnum føti,
sigur Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri
Brekað.
Orðstýrari á fundinum verður Rigmor Dam, blað
kvinna.
Teknmálstulkar: Eyðgun Hansen og Edny Poulsen
Barbara á Tjaldrafløtti fer at bjóða vælkomin, og
síðani fáa fólkini við pallborðið 35 minuttir hvør til
framløgur. Við pallborðið sita Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna. Hon fer at tosa um politisku
ætlanirnar við sáttmálanum. Leila Solmunde, forkvinn
aí MBF fer at tosa um rættin til kunning. Hans Trúgvi
Teirin, sum er hoyrtarnaður, fer at tosa um, hvørjar
forðingar er í gerandisdegnum. Og Annika Mittún
Jacobsen, kringvarpsstjóri, fer at tos aum tænastu til
fólk við breki.
Eftir framløgurnar verður pallborðsorðaskifti og
samanumtøka.
Er tað ikki serliga Tjóð
veldi, ið sigur, at stat
urin hvørt ár vinnur
milli ardir av krón um
í spard um NATO lima
gjaldi?
Famien er nevniliga eitt
vanligt, gamalt franskt
eftir navn.