mánadagur 3. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76
14
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Orð søgd í kirkjuni, tá omma fór til gravar.
Nú fór omma frá okkum. Hon er farin heim
til tey, sum fóru undan henni, 96 ára gomul.
Hon hevur haft eitt langt lív. Var røsk til
beinini ikki orkaðu meira og púra klár til tað
seinasta. Hon var troytt og mett av døgum
og bønaði meir enn einaferð Harran um at
taka seg heim. Eitt langt lív er at enda komið,
og omma hevur fingið frið og hvíld. Hon sá
friðsæl út og lá við sínum vanliga smíli, nú
vit søgdu seinasta farvæl við hana.
Omma var frá tí ættarliðnum, har ein
omma var ein OMMA. Har ein omma ALTÍÐ
hevði stundir og ikki minst tol til børnini.
Hon elskaði at hava fult hús, og eg trúgvi
aldrin, at man spurdi, um man kundi koma,
um hon orkaði ella hevði stundir til okkum.
Har var onki sum æt at biðja ella bíleggja tí.
Har stóð hurðin altíð opin, og man merkti
aldrin, at man ikki var ynskt, ella at man
var til fortreð, ella at man var nakað stríð
hjá ommu. Har var fult hús av børnum,
svigarbørnum og ommubørnum nærum
hvørt vikuskifti og hvørja feriu.
Eg havi bara átt eina ommu – so hon
hevur altíð verið mín lítla, fitta, serliga
omma. Eg vaks upp hjá ommu tey fyrstu
árini og havi altíð følt meg ómetaliga tætt
knýtta at míni ommu. Eg var har hvønn
einasta frídag og hvørja feriu, eftir at vit
fluttu til Sørvágs. Minnist, at eg fór tøffandi
yvir við tí stóra bussinum hjá Henry, og
so stóð omma so fitt og bíðaði eftir mær
uppi á vegnum. So oman í Kirkjar, ketilin
bleiv settur á kók, ímeðan vit fóru niðan
til Gunnhild at proviantera mariukeks og
hvítar bleytar mintkaremellur í leysari
vekt. So oman at velja tað stórsta krússi, so
eg akkurát fekk 5 samanlagdar mariukeks
niður í heita drekkamunnin. Ja tað var
luksus – tí man kundi eta so nógvar, ein
vildi og bloyta tær so galið, ein vildi. Datt
meginparturin í krússi, so fekst tú bara eina
skeið at súpa tað upp við.
Hon var so deiliga ommulig! Eg havi altíð
haft somu innaru mynd av ommu. At hon
altíð hevur verið lítil, rund, heit og ommulig
– eisini sjálvt um eg á eldri myndum síggi, at
hon als ikki altíð hevur sæð út sum á míni
innaru mynd. So tað má vera eitt gott tekin.
Onki broytt, men tann sama ígjøgnum øll
mongu árini.
Eg elskaði at vera hjá ommu. Gleddi
meg at fara við henni í kjallaran at mjólka.
Gleddi meg at binda halan á kúnni, ímeðan
omma lat seg í plasthettu og mjólkakittil.
Gleddi meg at fara niðan á Portur við ella
eftir kúnni saman við ommu. Og undir
dýnuna hjá ommu slapp man eisini. Løtan,
tá songartíð nærkaðist, var heilt serlig – tí
tá bleiv stákast óført og gjørt klárt til tað
stóra morgunmatarborðið morgunin eftir
á songini. Alt varð tikið við upp á loft. Tann
kempistóra fjarðadýnan bleiv rist væl og
virðiliga, og hon lá so tung á okkum, at tú
nærum ikki fekk flutt teg. Heitt og trygt lá
eg undir liðini á ommu og svav. Tá morgunin
kom, vóru allar fjarðarnar endaðar á
fótalagnum, so omma aftur at rista upp
á pláss. “Dyppkókarin” bleiv settur í kann
una at prutla, viskistykki lagt sum dúkur á
dýnuna. Og so bleiv morgunbakkin settur á.
Tað var hugni – ommuligt.
Hjá okkum børnum – ommubørnum – var
næstan alt loyvt, men tó við skili. Vit spældu
handil í teim krókum vit vildu, tómdu næstan
hvørt skáp og hvørja skuffu so vit høvdu
nokk av handilstingum. Sandurin, sum var
okkara stóra spælipláss, bleiv mestur allur
drigin niðan um húsini hjá ommu, so har
lá mangt og hvat, sum tá altíð skolaði uppá
land av gomlum skrambli. Ómakaðir skógvar
í hópatal o.a, sum vit samlaðu niðan. Aldrin
varð nakað grenj at hoyra frá ommu um
allan hurlivasan. Øll tey Anders Andbløð,
ið hon hevur týtt til føroyskt eru óteljandi.
Og soleiðis kundi eg hildi áfram at fortalt um
límaðar goggur, heimagjørdar dukkulisur,
Daells Varehuspríslistar, sóljukransar o.a.
Allar løturnar í hoyna úti á trøðni ígøgnum
árini standa enn líka livandi í minninum.
Telti, drekkamunnanir úr termokannuni,
sum smakkaðu heilt serligt saman við figroll
keks og ikki at gloyma sunsipp til okkum
børn. Hønurnar uttanfyri, dúgvurnar ovast
í kjallinum og heimalombini uttanfyri,
tað var alt ein natúrligur partur av okkara
barnadøgum.
Jú – fyri meg, og eg rokni við at eg kann
siga tað frá øllum ommubørnunum, var
omma, sum mín innara mynd er av henni.
Hon var lítil, rund, heit og deiliga ommulig.
Takk til tykkum sum vóru so stór hjálp
hjá ommu, og sum hon ikki kundi verið fyri
uttan tey seinastu árini, hon búði heima við
Kirkjar. Og takk til tykkum øll á Sýnini sum
vóru um hana tey 2 árini hon búði har.
Góða omma, takk fyri at vit sluppu at
hava teg hjá okkum so leingi.
Hvíl í friði góða omma.
Elsa Margith
Minningarorð um ommu mína
Elsu Margrethu Frederiksen f. Ellefsen
23. apríl 1913 – 27. sept. 2009
Týsdagin 4. mai
hava Marita og
Leivur Guttesen
gullbrúdleyp. Dagurin
verður hildin á Hotel
Hafnia leygardagin
8. mai kl. 18 fyri
innbodnum.
Fríggjadagin 7. mai
hava Margit og
Finnbjørn Mouritsen
gullbrúdleyp. Tey
sum vilja heilsa uppá
gullbrúðarparið, eru
vælkomin í hølini hjá
Starvsmannafelagnum
leygardagin 8. mai
millum kl. 1115
85 ára føðingardagur
Týsdagin 4. mai verður Andrew
Thomsen í Porkeri 85 ár. Hann er
burturstaddur føðingardagin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 11. mai hava Irena og Ronald
Olsen á Nesi silvurbrúdleyp. Dagurin
verður hildin leygardagin 15. mai í
Missiónshúsinum Tabor á Toftum frá
kl. 10 til 16. Øll eru vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 8. mai giftast Fríða
Ellingsgaard og Eyðfinnur Bjarnason
Joensen, Eiði. Vígslan verður í Eiðis
kirkju kl. 9. Brúdleypið verður á Hotel
Føroyum kl. 11 fyri innbodnum.
Brúdleyp
Leygardagin 15. mai giftast Súsanna
Debes og Herleif Hammer, bæði úr
Havn. Vígslan verður í Hoyvíkar
kirkju kl. 15. Tey, ið ynskja at gleða
brúðarparið eru hjartaliga vælkomin
í opið hús heima í Huginsgøtu 1,
Hoyvík, frá kl. 18. Vinarliga sigið
frá á tel. 509003 ella á mail herleif.
hammer@skulin.fo innan 3. mei.
Brúdleyp
Leygardagin 15. mai giftast Maiken
við Skipá og John Pedersen, Havn.
Vígslan verður í Filadelfia í Havn
kl. 14. Veitslan verður hildin á Hotel
Føroyum kl. 19 fyri innbodnum.
Brúdleyp
Leygardagin 15. mai giftast Ann
Lamhauge, Lambareiði og
Bergar Hvannastein, Haraldsundi.
Vígsla verður í Glyvra kirkju kl. 13.
Døgurði verður fyri innbodnum.
Frá kl. 19 verður opið hús í
Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum, har
øll eru hjartaliga vælkomin at gleðast
saman við brúðarparinum.
Brúdleyp
Leygardagin 22. mai giftast Eyðstein
Jacobsen og Karina Joensen,
Tórshavn. Vígslan verður í Hvalbiar
kirkju kl. 14, og brúdleypið verður í
Roynhøllini kl. 18 fyri innbodnum.
Brúdleyp
Leygardagin 10. juli giftast Guðrun
Justinussen, Hvalba og Símun Kerá,
Hellurnar. Vígslan verður í Hvalbiar
kirkju kl. 14, og veitslan verður í
Roynhøllini kl. 18.30. Tey, ið vilja gleða
okkum við at koma, verða biðin at
siga frá innan 13. juni, við at ringja
224727 (Guðrun), 510054 (Símun) ella
310054 eftir kl. 16.
Merkisdagar