mánadagur 3. mai 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Kaj Ennigarð visti tað beinanvegin.
Hann hevði borið seg skeivt at, tá
hann tveitti seg niður í svørðin í
dystinum millum ÍF og B68 og so
leiðis royndi at fáa Ahmed Keita
vístan av vøllinum.
– Eg vónaði, at tað ikki fór at
koma í 32 í sjónvarpinum. Longur
hugsaði eg ikki, sigur Kaj Ennigarð,
sum altso á ongan hátt hevði
ímynd aði sær, at lítla epi sodan
mill um hann og ein mót støðu leik
ara ein sunnudag seinnapart síðst
í aprílmánaði í Fuglafirði, fór at
vera víst fleiri enn 340.000 ferðir á
youtube.com.
Fólk hava loyvi at flenna
Einki annað sjónbandabrot, har ein
føroyingur hevur høvuðsleiklutin,
er víst so ofta á youtube.com áður.
Tá telja vit allar tær stóru hend
ingarnar við, ítróttarlig avrik eins
væl og tónlistarlig, politikkur og
tíðindi av øðrum slag, einki annað
videobrot er víst líka ofta sum 24
sekund langi frekvensurin úr Fugla
firði. Tað er ein veruleiki, sum Kaj
Ennigarð hevur eitt sindur trupult
við at skilja.
– Eg veit ikki heilt, hvussu eg
havi tað við tað. Løgið er tað undir
øllum umstøðum. Hatta er heldur
ikki nakað, eg eri errin av og avgjørt
ikki mátin, eg ynskti at blíva kendur
uppá, um eg kann siga tað soleiðis,
sigur Kaj Ennigarð.
Sostatt hevur hann seinastu vik
una verið noyddur at funnið seg í,
at vinir og liðfelagar hava argað
hann við hendingini. Kaj Ennigarð
skilir eisini væl, at nógv hava hug
at flenna at videobrotinum, men
sjálvur harmast hann um støðuna.
– Fleiri bara flenna eftir tí, onnur
rista við høvdinum og eru vón brot
in. Sjálvandi skulu tey eisini hava
loyvi til tað, men tann, sum er mest
skuffaður av mær, eri eg sjálvur,
sigur Kaj Ennigarð.
Misti høvdið
Á heimasíðuni youtube.com, har
videobrotið við Kaj Ennigarð liggur,
kjakast norðurlendingar, týsk arar,
spaniólar eins væl og ameriku
menn um hendingina. Men høvuðs
persónurin sjálvur hevur ilt við at
siga júst hví, hann tveitti seg niður
í vøllin.
– Ja, hví gjørdu eg tað. Eg misti
høvdið eina løtu, sigur Kaj Ennigarð
og nevnir nakrar støður, sum vóru
beint undan og sum hann ikki var
nøgdur við. Hann ynskir tó ikki at
lasta nakran sum helst fyri tað,
sum hann gjørdi.
– Eg fari ikki at ákæra Keita ella
nakran sum helst annan. Eg kann
bara taka í egnan barm, sigur Kaj
Ennigarð, sum als ikki skilir sín
atburð.
– Eg hyggi nógv eftir fótbólti og
mær dámar ikki sjónleik á vøllinum,
men kortini felli eg sjálvur í júst ta
grøvina, ásannar Kaj Ennigarð.
Hetta harmar hann sjálvandi,
og tí vildi Kaj Ennigarð heldur enn
fegin vildi broytt tað, sum hendi.
– Men eg fái ikki tikið tað aftur.
Stóð tað til mín, so var videobrotið
eisini tikið av youtube og øðrum
heimasíðum, men tað broytir kort
ini ikki upp á tað, sum eg gjørdi og
tað er tað, sum eg eri flovur av. Tað
liggur als ikki til mín, og tí eri eg so
flovur av mær sjálvum, sigur Kaj
Ennigarð.
rolant@sosialurin.fo
Eg eri so flóvur!
heimskendur Hvørki Teitur, The Dreams, Pál Joensen, Gunnar Nielsen, sigurin á
Eysturríki ella nakað annað, sum vit føroyingar vanliga reypa okkum av, er blivið víst
so ofta á youtube.com sum sjónleikurin Kaj Ennigarð. – Hatta eri eg ikki errin av og
tað var heldur ikki mátin, eg ynskti at blíva kendur upp á, sigur Kaj Ennigarð
Kaj Ennigarð er heimskendur á alnetinum:
flóvur kaj
Í dystinum í Gundadali sunnudagin,
tætt við svimjihøllina, tordi Kaj
Ennigarð tó ikki at kava aftur.
ÍF'arin er nú heimskendur fyri
heldur láturligu kavingini, og
er hann sum vera man sera
flovur av sær sjálvum
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyingauppgerð uttan føroyingar
Frem telur tríggjar føroyingar í hópinum og FC Roskilde ein, men hóast hetta var
ikki ein einasti føroyingur á vøllinum, tá botndysturin varð bríkslaður í gongd í
Roskilde í gjár. Tá 18 minuttir restaðu av dystinum kom Bogi Løkin á vøllin fyri
Frem, men tað var so eisini einasta føroyska íkastið í dystinum, sum FC Roskilde
vann. Atli Danielsen, sum bleiv skaddur seinasta dyst, var ikki komin seg enn, men
kundi millum áskoðararnar gleðast um trý stig, sum lyftu hansara lið upp á eitt
11. pláss, soleiðis at tað nú eru tíggju stig millum FC Roskilde og liðið, sum liggur
næst undir niðurflytingarmarkinum. Hinvegin sær tað sera trupult út hjá Frem,
sum hevur 11 stig upp um markið. Seks dystir eru eftir at spæla í næstbestu donsku
fótbóltsdeildini.
Klettskarð við í
málleysum javnleiki
Páll Klettskarð spældi allan dystin sum áleypari, tá leygardagin vann sær eitt
stig í grannadystinum móti Brønshøj. Páll Klettskarð plagar at spæla allan
dystin saman við Erlingi Jacobsen, men gøtumaðurin var ikki við í dystinum
leygardagin. Sum heild kann sigast, at tað var heimaliðið Brønshøj, sum lá
omaná í dystinum, men teir í Vanløse megnaðu at halda tørn og verja egið
mál. Hinvegin formáddu Páll Klettskarð og hinar framrættaðu kreftirnar
hjá Vanløse sær ikki so nógv, men á útivølli móti einum liði, sum spælir um
uppflyting, er ein málleysur javnleikur eitt fínt úrslit hjá Vanløse, ið liggur
nummar átta í triðbestu donsku deildini.
Kaj Ennigarð sæst liggjandi
á vøllinum í Fuglafirði í
heimskenda YouTube klippinum,
við nógvum viðmerkingum frá
hyggjarum kring knøttin.