Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Kristján Guðmundsson hevði greiðar ætlarnir, tá hann setti seg í venjarasessin hjá HB í vetur. Longu á fjølmiðlafundinum í sambandi við setanina, staðfesti hann, hvat hann metti verða søm iligt og ikki. Íslendingurin vildi halda fram við tí, sum hevur eyðkent Havnar Bóltfelag sein­ astu mongu áratíggjuni. HB skal verða nógv á bóltinum og støðugt trýsta mótstøðuliðini. – Eg vil spæla framrættaðan fótbólt, og mítt lið skal spæla bólt. Men samstundis mugu vit ikki gloyma at standa væl á vøll inum, segði Guðmundsson við heima­ síðuna hjá HB. Men undir skræðuni er veru­ leikin kortini ikki so einfaldur. HB hevur ikki spælt undir­ haldandi fótbólt í hesum kapp­ ingar árinum. Kanska tvørtur­ ímóti. Stundum hevur liðið víst tek in um manglandi støðufesti, lítið samskifti og ótryggleika á vøll inum. Har til hava uppspølini mangla hugflog. Útgangsstøðið verður tí oftast at binda um heil­ an fingur og spæla primitivt. Men eitt kann ikki takast frá teimum. Tað eru tey 11 stigini, sum liðið hevur skavað til sín higartil. Trý teirra komu í hús í torføra útidystinum við Margáir móti EB/ Streymi í gjár. Vagnur Mohr Mortensen við gongur, at HB var ikki sann­ førandi. – Dysturin var ikki væl spæld­ ur. Liðini vildu ikki gera nógv av í framrættaða spælinum, sigur Vagnur Mohr Mortensen, sum spældi samfullar 90 minuttir í verj uni hjá HB. Egil á Bø, liðskipari hjá EB/ Streymi, tekur undir. – HB og EB/Streymur vóru í ókendum hami í gjár, sigur verju­ kempan. Alt telur HB hevur verið í stórari fram­ gongd, síðan eyðmýkjandi ósig­ ur in fyri B36 í kappingini um Løgmanssteypið. Eyðmýkjandi, tí HB vísti hvørki frá ella til í granna uppgerðini, sum var fyrsti skrásetti dysturin, har Kristján Guðmundsson stóð við stýris­ vølin. Vinnarahugburðurin og neyð uga hepni hevur víst seg at tryggja verandi føroya meist ar­ unum heili 11 stig. Tað er avgjørt ikki takkað verið fótbólts spæl­ inum, at HB er nú á øðrum plássi, ájavnt í stigum við B36, sum er odda lið. Gundadalur eigur tí odda sessin í Vodafonedeildini. Vagnur Mohr Mortensen met­ ir, at hann og liðfelagarnir eru á rættari kós. Tað eru fyrst og fremst stigini, sum telja. – Vit eru framvegis ósigraðir, og HB er í oddinum. Tað stendur ikki illa til. Venjarin vil sjálvsagt hava sína ávirkan galdandi, og fleiri nýggj andlit eru í hópinum. Tað tekur tíð, sigur Vagnur Mohr Mortensen. Rógvi Poulsen stóð fyri einasta málinum í dystinum við Margáir í gjár. EB/Streymur misti bóltin í uppspælinum, áðrenn Fróði Benjaminsen spældi Poulsen, sum hevði runnið seg í frálíka støðu. Einsamallur við málverjan var Rógvi Poulsen tryggur. uni@sosialurin.fo Vodafonedeildin HB hevur ikki verið sannførandi á vøllinum í hesum kappingarárinum. Men føroyameistararnir eru nú ájavnir í stigum við oddaliðið HB í ókendum Hami Gjørdu ikki nógv av framrættað eB/Streymur 0 HB 1 luftbólt Gert Hansen og málskjúttin, Rógvi Poulsen, í luftdysti Mynd: Sofus D. Johannesen