mánadagur 3. mai 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ólavur Øre Hansen
B36 hevði allar møguleikar at
av gera dystin longu í fyrra hálv
leiki, men tóku bert av í tí eina
før inum. Tá dugdu Fuglfirðingar
betur, og gagnnýttu ein av sínum
fáu møguleikum, og tað var nokk
til at fáa javnleik í Gundadali.
Tað er eingin ivi um at javn
leik urin móti fuglfirðingum er
ein strika í roknskapinum hjá árs
tals felagnum úr høvuðstað num.
Serliga eftir at hava leikt fugl
firðingar út av vøllinum í fyrra
hálvleiki, fyri so at missa takið á
dystinum eftir steðgin.
Tað var ikki nógv, sum bendi á
at ÍF skuldi fáa stig við sær aftur
til Fuglafjarðar, eftir ein sera
vána ligan fyrra hálvleik. Men ÍF
skal hava rós fyri teirra hugburð
eft ir steðgin, sum hevði við sær,
at fugl firðingar kundu fara norð
aft ur við einum stigi.
B36 »powerplay«
Frá dystarbyrjan trýstu vertirnir
fuglfirðingar langt aftur á vøll in.
ÍF hevði trupult við at fáa saman
hang í spælið, og alt ov ofta end
aði tað við eini feil sending, sum
hevði við sær at B36 kundi seta
eitt álop í gongd. Serliga vóru tað
kviku áleyparnir hjá B36, sum
voldu heldur tungu ÍF verjuni
stór ar trupulleikar
Soleiðis bylgjaðu álopini oman
móti ÍF málinum, og tað var bara
spurningur um tíð áðrenn tað
gekk galið hjá fuglfirðingum.
Tá góðir 30 minuttir vóru leiktir
bragd aði hjá B36. Hjalgrím Elttør
stút aði bóltin í netið, eftir skjótt
og gott álopsspæl, sum tó byrjaði
við at hjá ÍF enn einaferð misti
bólt in í uppspælinum.
Hóast B36 hevði málmøguleikar
til at skora fleiri mál, so kom bert
tað eina málið í fyrra hálvleiki.
Rógvi er »gull verdur«
Tey sum væntaðu at vertirnir
fóru at halda á við at trýsta í
seinra hálvleiki, tóku feil. Tað var
sum um heimaliðið ikki offraði
líka nógv í álopsspælinum. Av tí
sama dovnaði spælið nakað, og
tað gagnaði fuglfirðingum.
Eftir at hava verið útspældir í
fyrra hávleiki, so komu gestirnir
væl betur við í dystin. Serliga
Andy Olsen og Nenad Saric á
ávíkavist vinstra og høgra vongi
blivu sjónligir, og komu teir til
nøkur vandamikil innlegg.
ÍF hevur ein av allarbestu
áleyp arunum í Vodafonedeildini
í Rógva Jacobsen, og varð hetta
aftur staðfest í Gundadali sunnu
dagin. Rógvi er sterkur, og kann
halda uppá bóltin. Men hann er
eisini ein hóttan í luftrúminum,
og tað vísti hann í 68. minutti,
tá hann stútaði bóltin umvegis
stongina í netið til 11.
Hóast bæði liðini royndu at
fáa vinnandi málið, so komu ikki
fleiri mál í dystinum.
Sostatt endaði dysturin mill
um B36 og ÍF 11. Ein dystur har
munurin á fyrra og seinra hálv
leiki vóru sum dagur og nátt.
Tískil er tað kanska ikki av leið at
liðini býttu stigini, hóast tey í B36
iðra seg um at arbeiðið ikki var
gjørt liðugt meðan dagur var.
vodafonedeildin Í fótbólti ræður um at taka av kjansunum tá teir eru har.
Hetta fekk B36 at sanna sunnudagin, tá ÍF var á vitjan í Gundadali
B36 tók
ikki av
kjansunum
power gull
B36 »Power play« í fyrra
hálvleiki, men Rógvi vísti
sítt »gull-virði« í seinna.
Mynd: Álvur Haraldsen
B36
1
ÍF
1