Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 Sosialurin Ítróttarblaðið Rógvi Jacobsen: Nøgdir við javnleik – Vit eru nøgdir við at fáa javnleik móti B36 í Gundadali, segði málskjúttin hjá ÍF, Rógvi Jacobssen eftir dystin. – Vit komu til Havnar fyri at vinna á B36, men eftir at hava leikt út av lagi vánaligt í fyrra hálvleiki, so eru vit nøgdir við at fáa tað eina stigið við okkum aftur úr Gundadali, sigur Rógvi Jacobsen við Sosialin eftir dystin. – Í seinra hálvleiki fáa vit stýr á spælið hjá okkum, og spæla fult upp við B36, og tá koma kjansirnir eisini, sigur málskjúttin hjá ÍF. Saman um tikið metir Rógvi Jacobsen at tað er í lagi við javnleiki í einum dysti hav liðini eiga hvør sín hálvleik. ÍF hevur ein av allarbestu áleyparunum í Vodafonedeildini í Rógva Jacobsen, og varð hetta aftur staðfest í Gundadali sunnudagin