Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Í tí fimtu royndini eydnaðist tað B71 at vinna sín fyrsta dyst í voda­ fonedeildini. Tað leikaði sam an­ um tikið rættiliga javnt á í fyrra hálv leiki í dystinum millum B71 og FC Suðuroy í Traðardali heiman á Sandi. Fyrri hálvleikur endaði eisini javnur. Mads Hentze gjørdi longu vart við seg, tá eitt lítið korter var farið av dystinum, tá tað eydnaðist honum at prika bóltin í netið til 1­0, aftaná trunkaspæl. B71 var spæl­ stýrandi fyrstu løtuna, men so ress aðist suðuroyarliðið. Tá hálv­ tím in var farin, var trunkaspæl framm an fyri B71­málið, og í øllum rok anum eydnaðist tað Henningi G. Joensen hjá FC Suðuroy at fáa skot á bóltin og beina hann í málið til javnleik 1­1. Á odda við sjálvmáli Seinni hálvleikur var heldur rót­ utur, har bólturin alt ov ofta var loss aður fram, ella út av vøllinum, men tá hálvleikurin var hálvliðin kom aftur glið á hjá B71. Tá gott 20 minuttir resta fær B71 fríspark frá 30 metra fjarstøðu. Bólturin verð ur sendur skrúvandi inn í FC Suðuroy brotsteigin. Málverjin hjá FC Suðuroy er ov seinur at beina bóltin burtur, Símun Hansen fær lyft bóltin uppum málverjan, og í eini roynd at bjarga bóltinum frá at fara inn í málið, er Teitur Tausen so óheppin at beina bóltin í egið mál. Seinasta málið hjá B71 kom eisini eftir eina frísparksstøðu. Aftur var Mads Hentze á rætta staðnum, og fekk tryggjað liðfeløgunum ein kærkomnan sigur. Góð kensla Mads Hentze segði aftaná dystin, at kenslan var ógvuliga góð, og at teir høvdu arbeitt hart ímóti at vinna tann fyrsta dystin í voda­ fone deildini. – Eg haldi, at vit vóru omaná allan dystin. Teir fingu eitt heppið mál, men annars haldi eg, at vit vóru tað betra liðið, stað­ festi tvímálsskjúttin aftaná dystin. Tvímálsskjúttin ger ikki nógv hóvasták burtur úr báðum mál­ unum hjá sær. Mads Hentze stað­ festir bert, at hann var á rætta stað num til ta røttu tíðina, men aftaná 3­1 málið vóru teir ivaleysir í, at nú fór tað at bera heim hjá B71. Spurdur um hvønn sálarligan týdn ing tað hevur hjá liðnum at fáa tann fyrsta sigurin til høldar, svarar Mads Hentze: ­ Hetta er sera týdningarmikið. Hetta er ein sigur, sum byggir alt liðið upp, og gevur okkum mátt til komandi uppgávur. Fimm stig er nøkulunda nøktandi aftaná fimm umfør, men teir á Sand oynni iðra seg um, at teir ikki bundu um í 3­3 javnleikinum ímóti AB á Argjum. Komandi sunnudag skal B71 spæla ímóti Víkingi á úti­ vølli, og spurdur um tað fer at verða nøktandi við einum stigi tá, svarar Mads: ­ Nei! Vit fara eftir øll­ um. Fyrsti sigurin hjá B71 hevur av sonnum givið liðnum sjálvsálit, og liðið hevur lagt ein góðan botn til botn stríðið í vodafonedeildini. Og FC Suðuroy verður neyvan sein asta liðið, sum fellir á vøllinum í Traðar­ dali heiman á Sandi. heris@sosialurin.fo Mads var munurin B71 3 FC Suðuroy 1 vodafonedeildin Mads Hentze gjørdist hetjan, tá hann við tveimum málum ímóti FC Suðuroy syrgdi fyri, at B71 vann sín fyrsta dyst í vodafonedeildini munurin Ein vælleikandi Mads Hentze gjørdi munin, so sandoyingar fingu sín fyrsta Vodafonesigur til hølvdar Mynd: ???