Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen 07 Vestur er framvegis trygt oddalið í næstbestu fótbóltsdeildini. TB vitjaði í Sørvági leygard, og tvøra menn fóru til hús aftur við ongum. Úrslitið var 3-0 eftir hálv- leiksstøðuna 1-0. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var TB verjan so óheppin at gera sjálvmál, tá ið bólturin eftir innlegg úr vinstru frá Jóhan Petur á Stongum varð stýrdur upp um málverjan, og í netið. TB fekk góðan møguleika at svara aftur, eftir at 07 Vestur mál- verjin hevði gjørt brotsspark. Josef Bossene royndi seg úr ellivu metrum, men Predrag Stankovic bjarg aði. Í seinna hálvleiki foldaði vete- ranurin Jens Erik Rasmussen seg út. Hann økti til 2-0, eftir at hann var spældur leysur, og síðani stað- festi hann 3-0 sigurin við rimmar langskoti. KÍ misti aftur stig Tað var ikki meiri enn passaligt hjá besta KÍ liðnum, sum seint seinnapartin leygardagin hevði vitjan av teimum næstbestu í EB/ Streymi. Fýra minuttir undan leik- loki javnaði EB/Streymur til 1-1. Málið stútaði Poul G. Olsen eftir hornasparksinnlegg. Klaksvíkingar vóru sjálvandi vónbrotnir, men tað kundi verið uppaftur verri. Í yvir- tíðini hevði Teitur Joensen stóran møguleika at skora sigursmálið fyri EB/Streym, men hann kiksaði. 1. hálvleikur var javnur, og tveir minuttir undan hvíldini legði heima- liðið seg á odda. Heri Klein Olsen setti við høvdinum bóltin í netið eftir hornasparksinnlegg. Í seinna hálvleiki var heimaliðið omaná, og KÍ hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men teir komu ikki nærri enn skoti á tvørtræið, og so var tað, at teir mistu tvey stig og vóru um reppið at missa alt. Bragdaði hjá FC Hoyvík Tað hevur ikki gingið væl hjá FC Hoyvík í fýra teimum fyrstu um- førunum. Spælið var einki at reypa av, tá ið FC Hoyvík seinnapartin vitjaði við Løkin í Runavík, men tað eydnaðist gestunum at vinna fyrsta sigurin á árinum. Úrslitið var 2-0 til FC Hoyvík. Fyrri hálvleikur var málleysur. Fyrra málið skoraði Jørgen Meitilberg, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, og løtu seinni staðfesti Tummas Hans Rubeksen FC Hoyvík sigurin. HB við aftur Tað gekk sum eftir ánni hjá havnar- monnum, tá ið teir næstbestu hjá HB vóru á vitjan í Leirvík. HB vann 3-1, eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Jóan Magnus Dalbø legði HB fram um longu í 4. minutti, og tá ið eitt korter var farið, var støðan 2-0. Páll Holm Jacobsen skoraði seinna málið. Hjartvard Hansen minkaði um munin stutt undan steðginum, og tíggju minuttir vóru farnir av 2. hálv leiki, tá ið Jógvan Andrias Nolsøe staðfesti HB sigurin. AB vann aftur Tað var einki at rafla um, tá ið teir næstbestu hjá AB í dag vitjaðu teir næstbestu hjá B68. Argjamenn vóru leikliga greitt omaná, og við 2-0 sigri tryggjaðu teir sær øll stigini. Uppspælið var í høgru, og so varð bólturin lagdur inn um verjuna. Seinna málið. Fyrra málið skor- aði Jákup P. Dam, tá ið tað rest aðu tveir minuttir av 1. hálvleiki. Seinna málið skoraði Tummas Justin ussen, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Uppspælið var í vinstru, og síðu- spælarin í høgru rann seg púra blankan av verjuni, áðrenn hann við handara stólpan setti krúllin undir bóltin. hilmarjan@sosialurin.fo 07 Vestur staðfesti oddasessin 1. deild menn KÍ hálvkiksaði, meðan FC Hoyvík fekk sín fyrsta sigur til høldar Mynd: Hilmar Jan Hansen, savnsmynd Stuttligastu sms'ini í »3. Hálvleiki« Her eru tey bestu sms'ini sum komu inn til sendingina »3. Hálvleik« ígjár: • Gunnar Nielsen er óður, tí Kaj Ennigarð stjelur alt fokusið í Onglandi. • Jacobsen óRÒGVaði B36 í Gundadali. • Tað ljóðar sum KÍ spældi ímóti KÍ í Gundadali í dag. Havi annars lisið á www.ki.fo, at tann dysturin skuldi verða á Norðoyastevnu. • NSÍ hevur eitt stig, og eina krónu á kistubotninum. • B36 hevur vánaligt NETsamband. • Kaj Ennigarð hevur givið avboð til dystin ímóti Vìkingi. Hann skal til »Oscar« -virðislønahandanina í Hollywood. • ÍF hevur alt: KÍ-arar, NSÌ- arar, víkingar, jugoslavar, smiðir, pedagogar, lærara og sjónleikara. • HB vinnur allar útidystirnar, tá kenna spælarnir seg heima. • ÍF liggur í samráðingum við kollfirðingar, um at yvirtaka navnið hjá teimum, so Rógvi Jacobsen og Jákup Mikkelsen kunnu kenna seg heima (KÍF) • Tað eru fleiri lágir B71- arar, men teir eru knáir.