Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mai 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76 38 Sosialurin ES – úr øllum S Fleiri kendir politikarar úr Norðurlondum vóru hósdagin savnaðir á Christiansborg. Tað var árligi studentadagurin, sum Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri, og í ár var evnið ES og Norðuratlantshavið. Meiningarnar vóru nógvar bæði fyri og ímóti, og harumframt vóru eisini nógv hugskot ímillum pólarnar. Eini 80 lesandi úr Føroyum og Grønlandi, umframt politikarar og fólk frá miðlunum vóru savnað fyri at lýða á og seta spurningar. Politikarar úr Føroyum, Grønlandi, Danmark, Íslandi og Noreg hildu stuttar fyrilestrar og svaraðu síðani spurningum úr salinum, men nakað heitt kjak gjørdist tað ongantíð. Talan var meiri um eitt upplýsandi tiltak, har høvi var at hoyra øll tey ymsu sjónarmiðini um ES og um alternativini til Evropasamveldið. – Orsøkin til at ES gjørdist evnið á ársins studentadegi er, at tað er eitt evnið, sum man ikki kann koma uttanum. Vit eru noydd at taka tað upp til umrøðu. Tað er eisini aktuelt júst nú, tí Ísland hevur søkt um limaskap, og í Føroyum er ein kommisjón sett, sum skal kanna hvussu Føroyar kunnu samstarva við ES - og møguliga fáa limaskap. Vit skulu finna útav hvørja leið, vit skulu taka, og tí var tað hóskiligt við einum slíkum kjaki nú, sigur Høgni Hoydal. Norðurlond Hann dylur ikki fyri, at hann ikki sær ES limaskap, sum eina gongda leið fyri Føroyar. – Við hesum studentadegnum fingu vit eisini høvi at tosa um aðrar møguleikar enn ES limaskap, og eg haldi, at vit høvdu kunnað staðið sera sterkt, um Føroyar, Grøn land, Ísland og Norra høvdu eitt tættari samstarv. Vit liva í einum av tilfeingisríkastu økjunum í heim- inum, og tað hevði styrkt okkara samráðingarmøguleikar mun andi, um vit stóðu saman. Høgni vísir á, at umframt til- feingið, so sum fisk, olju og mineralir, so eru onnur ting, ið knýta okkum saman í Norðuratlantshavi. – Vit kundu samstarvað um sigl ingarleiðir, trygd, handil, veður- lagstiltøk, ja, møguleikarnir eru nógvir. Men eg eri greiður yvir, at tað verður trupult, serliga nú Ísland hevur søkt um limaskap. – Núsitandi stjórnin í Noreg er eisini trek at síggja fyrimunirnar við samstarvinum vestureftir, og um Ísland fer uppí ES, broytist støð an uttan iva eisini í Noregi, vísir Høgni Hoydal á. ES stýra Føroyum? Spurdur um tað var nakað, ið varð sagt á ráðstevnuni, sum tók hann á bóli, svarar Høgni Hoydal, at hann varð ovfarin av, at danskir politikarar ikki høvdu givið sær far um, hvønn týdning tað fer at fáa fyri Føroyar og Grønland, nú Danmark knýtir seg fastari og fastari at ES. – Meðan Danmark fer alsamt longur inn í ES, standa Føroyar og Grønland uttanfyri. Men vit verða togað inn við Danmark allíka væl. Um Danmark til dømis droppar fyrivarnini, so merkir tað, at uttanríkis-, trygdar-, rættar- og umhvørvispolitikkurin hjá okkum í alt størri mun fer at verða stýrdur av ES, vísir Høgni Hoydal á. Hann sigur, at hóast nakrir av donsku politikarunum vístu á hendan trupulleikan, so vóru eisini fleiri, ið als ikki høvdu givið sær far um, hvønn týdning danski lima- skapurin kann fáa fyri Føroyar. Og tað undraði hann. Høgni Hoydal, Føroyar: – ES er ikki einasti møgule – Við at skapa eitt gott samstarv í Norðuratlantshavi mill um Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg kunnu vit standa sterk í sam ráðing unum mót vegis ES. Vit hava við fíggjar krepp uni sæð, at vit ikki kunnu liva av fiktivum virðum, men til feingið er framvegis framúr gott á okkara leiðum, sigur Høgni Hoydal, limur í Norður atlants bólkinum Høgni Hoydal og Maria Rossen, fólkatingslimir, og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, við pallborðið. Lagt til rættis: Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Myndir: Norðuratlantsbólkurin