mánadagur 3. mai 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76
Sosialurin
jónarhornum
eikin
– ES kann samanberast við, at tað
er ein stórur fílur í rúminum, sum
eingin tosar um. Vit mugu hava
ES á breddan, vit mugu tosa um
hendan fílin. Framtíðin er í ES,
og eg dugi ikki at síggja nakran
annan møguleika fyri Ísland, segði
Hjørvar.
Høvuðsargumentið hjá hon um
var rættiliga sosialistiskt litað; at
tað er best at hava felags politiska
stýring, tá man hevur so nógv
onnur ting í felag.
Hann kom lítið inn á verandi
støðuna í Íslandi, men hann treiv
tó í tað.
– Tað, sum er hent í Íslandi er
ræðuligt, men eg vænti ikki, at
skrædlið hevði verið eins stórt, um
vit vóru partur av ES. Tað hevði
ikki latið seg gjørt, tí so hevði verið
neyvari eftirlit. Og so høvdu vit
ikki verið 300.000 fólk, ið stóðu
einsamøll, men 300.000 fólk, sum
vóru partur av eini størri eind.
– Men limaskapurin verður tó
ikki veruleiki fyri ein og hvønn prís.
Vit liva av fiskinum, og vit fara at
forhandla um rættindini til fiskin.
Vit skulu hava nøkur undantøk á tí
økinum, fyri at fara uppí ES.
Júst
hvar
markið
gongur
og
hvussu
nógva
stýring
úr
Brússel, Ísland fer at góðtaka á
fiskivinnuøkinum, vildi Hjørvar tó
ikki svara uppá. – Tað kann eg ikki
siga, fyrr enn vit sita og samráðast.
Men har er eitt pínumark, segði
hann.
Norska Kirsti Bergstrø legði í eini
viðmerking dent á, at Íslendingar
ikki máttu vera so góðtrúnir at
vænta, at ES fór at loyva teimum
serligar avtalur. – Ísland hevur
størri týdning fyri ES, enn ES
hevur fyri Ísland, so ansið tykkum,
ávaraði hon.
Helgi Hjørvar, Ísland:
ES er einasti vegurin
inn í framtíðina
Tað er ein fílur í rúmin um,
sum eingin tosar um. Vit mugu
hava ES á breddan.
Helgi Hjørvar um eS
– Ísland hevur verið ígjøgnum tvey stór skrædl innan stutta tíð. Fyrst við
gjaldoyranum og so nú við stóru kreppuni. Eg vænti ikki, at kreppurnar høvdu
tikið so fast, um vit vóru limir í ES, tí so hevði verið betri stýring við búskapinum,
segði Helgi Hjørvar, altingslimur í Íslandi og formaður í Norð ur landaráðnum.
Besta leiðin fyri føroyingar er limaskapur í
ES umvegis Danmark.
Kaj leo joHanneSen
• ES er eitt politiskt og búskaparligt samstarv millum
lond í Evropa.
• Sìðani 2007 hava tað verið 27 limalond.
• ES er, við sínum 501 mió. íbúgvum og 12 billiónum í
samlaðum BTÙ, tann størsta búskaparliga og politiska
eindin í heiminum.
• ES byggir á felagskapin EF, men hevur nú fleiri limalond,
samstundis sum samveldið kann meiri, enn EF kundi.
• Eitt av kjarnumálunum í ES-samstarvinum er ein innari
marknaður við felags handilspolitikki, felags politikki
fyri fiskiskap og landbúnað, umframt einum politikki,
sum stuðlar teimum minni mentu umráðunum í ES.
• • ES hevur felags gjaldoyra, evruna, sum higartil er
galdandi í 15 londum.
• Samveldið hevur ein avmarkaðan felags uttanríkis-
og trygdarpolitikk, og eitt avmarkað rættarligt- og
løgregluligt samstarv ímóti kriminaliteti tvørturum
landamørk.
Evropasamveldið – ES
Vit høvdu
staðið sterkt,
um øll londini
í norður at
lants havi
stóðu saman
mótvegis
felags skap um
sum ES. Vit
liva jú í einum
av tilfeingis
ríkastu
økjunum í
heiminum.
Høgni Hoydal
Helgi Hjørvar, altingslimur í Íslandi
og formaður í Norð ur landaráðnum.
Evropeiskt Búskaparligt
Samstarv – EBS
EBS er ein frí handils-
avtala ímillum øll
lima londini í ES um-
framt trý av lond unum
í EFTA: Noreg, Ísland og
Lichtenstein.
Við EBS avtaluni eru
virðini, sum ES hevur um
tann innara marknaðin,
eisini galdandi fyri tey trý
EFTA londini, sum hava
skrivað undir.
EBS