mánadagur 3. mai 2010síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. mai 2010 · Nr. 76
40
Sosialurin
Tað var greitt frá fyrstu orðunum, at
Kirsti Bergstrø ikki heldur nógv um
ES-samveldið. Hon var uppstillað
til norska valið, gjørdi eitt framúr
gott val, men varð tó júst ov stutt til
at koma inn. Nú er hon forkvinna í
felagskapinum ”Nei til EU”.
Og at hon brennir fyri at tosa
ímóti ES limaskapi, er eingin ivi
um.
– Sjálvandi vil ES hava fatur í
londunum í Norðuratlantshavi. Vit
hava fisk, orku og frumevni, sum
felagsskapurin heldur enn fegin
vil hava hendur á. Tað er jú eingin
loyna, at høvini í Suðurevropa mest-
sum eru tóm, vísti hon á. – Høvini
eru ovfiskað, og nú noyðast tey at
troyta nýggjar leiðir fyri at fáa fisk.
Men fara vit uppí ES, so missa vit
rættindini til okkara øki.
ES krevur nógv
Kirsti Bergstrø vísti á, at heitið
”sam veldið” er rættiliga misvísandi.
Tí, sum hon segði, so er ES í grund-
ini ein bólkur av londum, sum fyrst
og fremst hugsa um seg sjálvi.
Sum royna at skava til sín og fáa
sum mest í egnan part. Av øllum
londunum í ES er megin part-
urin í Suðurevropa. Og tey suður-
evropeisku londini standa saman og
arbeiða fyri teirra øki. Tey fara aldrin
at leggja nakað ser ligt í okkum her
norðuri í At lants havinum eftir, at
tey hava fingið hendur á okkara
ríkidømi, helt Kirsti Bergstrø. Noreg
er fram vegis uttanfyri ES-samveldið,
men um Íslendingar lima seg inn
í felagsskapin, so fer tað uttan iva
at ávirka støðuna, sum norðmenn
hava. Men hesum stúrdi Kirsti
Bergstrø als ikki fyri.
Ísland má ansa sær
– Ísland vil sleppa inn í ES, men
teir vilja fyrst hava eina seravtalu
í lag um fiskin undir Íslandi. Og
tað vænti eg ikki, at teir fáa. Noreg
hevur verið í samráðingum við ES,
og vit kravdu eisini seravtalur á t.d.
fiskivinnuøkinum. Men tað fingu
vit ikki.
– Tilboðið frá ES var ein long
niðurlagingartíð, har vit so líðandi
mistu meiri og meiri ræði á okkara
fiskivinnupolitikki. Og tað fer uttan
iva at verða tað sama hjá Íslandi.
Londini sunnanfyri hava so
alstóran tørv á fiski, at tey kunnu
ikki ganga við til seravtalur. Fer
Ísland inn í ES, missa teir tí við
tíðini øll rættindi, og tað vænti eg
ikki, at íslendingar góðtaka. Tí stúri
eg ikki fyri, hvat skal henda við
Noreg, um Ísland fer inn í ES. Tí tað
vænti eg ikki, at teir fara.
Bergstrø tosaði eisini um EBS
avtaluna, og hon helt ikki, at Noreg
hevur havt góðar royndir av henni.
– Vit hava júst gjørt eina stóra
kanning í Noreg, og eg vil viðmæla
tykkum at lesa tað úrslitið, áðrenn
tit taka nakra avgerð um EBS.
– Skalt tú vera við í ES ella EBS
so krevst, at tú frásigur tær rættin
at ráða í egnum landi. So verða tað
í staðin 27 lond í Evropa, sum skulu
gera av, hvat skal henda við til
dømis rávøruni.
– Tað er í grundini bert ein
ein asti felagsskapur, har tú ikki
skalt avhenda rættindini at ráða
í egnum landi, og tað er EFTA. Og
tá fólk siga, at ES er framtíðin, og
at tað einki veruligt alternativ er
til ES-samveldið, so sigi eg: jú, tað
er tað. Alternativið er at ráða sær
sjálvum!
Morten Messerschmidt vil ikki
mæla londum, sum vilja halda fram
við sínum serligu siðum, til dømis
hvalaveiðu, at koma við í ES.
– ES er ikki ein felagsskapur, sum
tekur hædd fyri ymiskleika. Tað er
ein trumla, sum kloynir alt, sum er
øðrvísi, so at ymiskleikin hvørvur.
Messerschmidt heldur, at ES
hevur ein ideologiskan dreym um at
skapa eina tætta unión, men tað er
rein utopi. Veruleikin er, at man er
noyddur at virða ymiskleikan, um
man skal hava nakran møguleika
fyri samstarvi.
– Sum er, víkir ES frá týdn ingar-
miklu siðunum um, at man eigur
at virða hvønnannan. Tað hevur
við sær, at tit ongan kjans hava at
yvirliva í ES.
– Ein annar trupulleiki við ES
er, at tað er so fjart frá veljarunum.
Tað er ein hugmynd, sum fólkið
ikki kann fyrihalda seg til. Allir
embætismenninir, sum taka størstu
avgerðirnar innan ES, hava aldrin
so mikið sum sæð ein veljara. Tí
kunnu teir loyva sær at trumla.
– Fleiri hava tosað um økt
norður lendskt samstarv, men tað
er ein farin tíð. Vit mugu fyrihalda
okkum til nútíðina, og tá slepst ikki
uttanum ES. Men skulu tit hava
nakran møguleika fyri at vera við,
har avgerðirnar verða tiknar, so
mugu tit umvegis Danmark. Vit eru
brúgvin frá Føroyum og Grønlandi
og niður til Brússel.
Hann viðgekk, at tað kann vera
ein trupul støða, eftirsum danir ikki
eru samdir við øllum, sum vit gera,
til dømis grindadrápi, men hóast
tað, so hava vit ein møguleika at
fáa ting á dagsskránna.
– Vit umrøða hvalaveiðu og
grinda dráp á Christiansborg, og
tað merkir, at tit hava týdning og
ávirkan, helt Messerschmidt.
Tað, sum ES vil hava frá okkum, er tað,
sum vit ikki vilja lata teimum. Vit høvdu
verðið noydd at latið okkara tilfeingi og
okkara fólkaræði uppí hendurnar á ES, um vit
blivu limir, og tað hvørki kunnu ella vilja vit.
Jørgen niclasen
Helgi Hjørvar úr íslandi, Kristi Bergstrø úr Noreg, Tove
Søvndahl úr Grønlandi og Jørgen Niclasen úr Føroyum.
• EFTA er ein fríhandilsavtala, sum í løtuni er galdandi
ímillum 4 lond: Ísland, Noreg, Lichtenstein og Sveits.
• EFTA varð stovnað í 1960, og var upprunaliga mótsvarið
til EF, sum varð stovnað í 1957.
• EFTA hevur havt nógv fleiri limalond, t.d. Stóra Bretland,
Danmark, Frakland, Finland, Svøríki, Eysturríki og
Portugal, men so við og við eru tey flestu londini farin
yvir til ES og úr EFTA.
• Føroyingar hava kannað møguleikan fyri EFTA limaskapi,
men treytin fyri upptøku er, at man er eitt sjálvstøðugt
land.
• So leingi vit hoyra til Danmark, kunnu vit ikki gerast
limur í EFTA, tí so skal Danmark umboða okkum.
Eftirsum Danmark er limur í ES, kann hetta ikki lata seg
gera, tí Danmark í so fall skuldi samráðst við seg sjálvt,
tá EFTA og ES samráðast.
• Óvist er hvat hendir, um Ísland fer upp í ES
European Free Trade
Association – EFTA
Morten Messerschmidt, Danmark:
Danmark er brúgvin
millum Føroyar og Brússel
- ES er ikki ein felagskapur fyri smáar tjóðir. Tit verða etin upp og hvørva, um tit fara
uppí. Samstarvið í norðurlondum er passé, og Danmark er tí tykkara einasti møguleiki
at vera við, har tað hendir. Danmark er besta brúgvin millum Føroyar og Brússel, segði
Morten Messerschmidt frá Dansk Folkeparti, sum umboðar Danmark í ES-parlamentinum
Morten Messerschmidt frá
Dansk Folkeparti, umboðar
Danmark í ES-parlamentinum
Kirsti Bergstrø, Noreg:
Alternativið til ES er at ráða sær sjálvum
So bersøgin var Kirsti Bergstrø úr Norska felagskapinum ”Nei til EU”, tá hon tók orðið á Studentadegnum
í Keypmannahavn. – Londunum í ES mangla matvøru, frumevni og energi, og tað vildi verið
burturvið hjá okkum at latið teimum tað og samstundis mist okkara sjálvræði, helt hon.