mikudagur 5. mai 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard
jaspur@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
TF Holding P/F boðar frá,
at felagið styrkir um fyri
sitingina við at seta Regin
Hammer
sum
varastjóra.
Stjóri felagsins er Gunnar í
Liða.
Regin Hammer er 36 ára
gamal og hevur Master út
búgving í búskapi frá Uni
versity of Dundee. Hann
hevur verið stjóri í egnari
ráðgevingarfyritøku
síð
ani 2006 og eisini verið
um boðsmaður fyri DONG
Energy A/S seinastu árini.
Nýggi varastjórin er eisini
nevndarlimur í TF Holding
P/F, sum m. a. er móðurfelag
hjá Betri Pensjón og Trygg
ingarfelagnum Føroyar, har
Regin Hammer ei sini er
nevndar limur.
TF Holding eigur eisini
í
partafeløgum
so
sum
Dagsbrún, Hotel Føroyar,
Effo, Formula International,
Grnlandsbanken TF Ognir og
TF Íløgur.
eirikur@sosialurin.fo
30% færri ferðafólk ferð
að ust um flogvøllin í apríl
mán aði. Eld gosið í Eya
fjalla jøkuli í Ís landi, sum
hevur sett síni spor í flog
ferðsl uni um alt Evropa,
sæst nú týðuliga aftur í
ferðafólkatølunum hjá Vága
Floghavn. Higartil í ár eru
49.342 ferðafólk komin og
farin um flogvøllin.
Í apríl mánaði hava til
samans 11.866 fólk ferð ast
um flogvøllin. Hetta eru
30,9% færri enn í sama
mánað í fjør, tá ferða
fólkatalið var 17.036. Aftur
gongdin hevur verið á
Dan markarleiðunum
og
Bret landsleiðunum
við
ávika víst 33,8% og 38,9%,
með an ein minni framgongd
hevur verið á Noregs og
Íslands leið un um.
Í fjør vóru páskirnar í
apríl, so øll páskaferðslan
tá eisini var í apríl. Í ár
vóru páskirnar um mán
aðarskiftið mars/apríl, so
nakað av páskaferðsluni
var í ár í mars, meðan nakað
var í apríl.
Fyrstu fýra mánaðirnar
í ár vóru tilsamans 49.332
ferðafólk um floghavnina.
Hetta er 8,4% færri enn
sama tíðarskeið í fjør, tá
talið var 53.846. Higartil í
ár hevur eisini verið aftur
gongd á Danmarkar og
Bretlandsleiðunum, meðan
framgongd hevur verið á
hinum leiðunum.
Higartil í ár eru 1.310
flogfør komin og farin um
floghavnina. Tað er 3,1%
fleiri enn sama tíðarskeið í
fjør, tá 1.270 flogfør komu og
fóru um flog havnina.
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
V
it minnast tey góðu lyftini
frá øllum teimum, sum
buðu sær til at stýra land in
um undan síðsta løgtingsvali. Boð
skapurin var tann sami frá øllum:
Gransking og útbúgving í hásæti.
Altjóða
universitet
og
nógvir
granskingarstovnar.
Eingin veit á morgni at siga, hvar
hann á kvøldi gistir, sigur orðatakið,
sum sjálvsagt eisini kann brúkast
um eitt valskeið – og sum ein góð
undanførsla.
Bretar fara á val í morgin. Stóri
spurningurin hjá teimum er, um
annar av teimum stóru flokkunum
megnar greiðan meiriluta, ella um
Liberali flokkurin, sum plagar at
vera við sviðusoð, fær politiska
ávirkan. Um so er, so verður roknað
við, at bretar fáa nýggja valskipan,
sum líkist evropisku skipanunum
við fleiri flokkum í stjórn. Í Dan
mark kenna vit blokkpolitikkin,
har tveir blokkar – vinstrivongurin
og høgrivongurin – skipa stjórn, alt
eftir, hvør blokkur fær meiriluta. Í
Danmark – og serliga í Bretlandi –
kunnu veljararnir halda flokkarnir
til svars fyri teirra lyfti.
Men tað ber slett ikki til í Føroy
um, tí her er í so máta als einki
skil í. Stjórnin, vit hava í dag, er
tað nærmasta vit kunnu koma
eini vittigheit. Høgra hond hevur
ikki ánilsi av, hvat vinstra ger. Vit
hava eitt landsstýri, sum als ikki
fungerar. Landsstýrisfólk senda
uppskot í tingið, men tey hava als
onga hóming av – og enn minni
ávirk an á – hvussu tey síggja út,
tá tey koma aftur úr løgtinginum.
Løgmaður segði tað so væl sjálvur,
at hann kundi ikki vita, hvat løg
tingið kundi finna uppá!
Fíggjarkarmarnir sum Jó ann
es Eidesgaard og løgmaður sendu
í tingið eru eitt gott dømi. Hetta
vísir, at tað als ikki eru fíggjar
málaráðharrin ella løgmaður og
samgonguleiðarin, sum valda. Nei,
landsstýrið stýrir ikki. Men tað ger
fíggjarnevndin hjá løgtinginum.
Tað sum er avgerandi er, hvat An
finn Kallsberg og hansara fólk í
fíggjarnevndini gera.
Tí kunnu fólk bara yppa øksl
víðari. Rektarin í Hoydølum má bara
staðfesta, at hann má fylla skúlan
við studentaskúlanæmingum, tí
teir skulu við lóg sleppa í skúla, men
tey eldru, sum ætla sær á HF, verða
við sviðusoð.
Formaður Javnaðarfloksins á
tingi skrivar á Facebook um »synd
arliga skilið« og at »Fólka flokk urin
og teir tríggir høgravendu sam
bands menninir á tingi blokera fyri,
at ungdómurin fær út búgv ing.«
Men góðasti John Johannessen.
Tað er ikki nóg mikið at skriva
á Face book – har flytir tú eingi
fjøll. Nú er at vísa, at tað glógvar í
onkrum – og at okkurt var um val
lyftini kortini.
Landsstýrið er fyri tað
mesta ein vittigheit
Lyfti haLda bara tiL Eitt vist
Rabarbuølin
Ydun hjá Før oya
Bjór, fær góð
skotsmál
frá
donskum ølum
mælar um.
Ummælarar hjá Ekstra
Blaðnum í Danmark geva
føroysku Ydun ølini hjá
Føroya Bjór góð skotsmál.
– Ølin hevur ein vakran
klár an og krystalreyðan lit,
og tann eitt sindur súr ligi
og uppfrískandi rabarbu
smakk urin er eitt sikkurt
hitt, skrivar ummælari hjá
Ekstra Blaðnum.
Rabarbuøl fær góð
ummæli í Danmark
Tjóð
veldi er til
reiðar
Høgni Hoydal
kjak á síðu 19
Jørgen
er stutt
ligur
Hans pauli strøm
kjak á síðu 14
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stórt fall í
flogferðsluni
Regin Hammer varastjóri
í Tryggingarfelagnum