Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 2 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Oyggjablaðið Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Oyggjablaðið næsta mikudag: Vestmanna Snorri Brend Royndirnar hjá felagnum at byggja - og ikki minst selja – íbúðir í Runavík eru so góðar, at teir nú fara undir 20 tær næstu. Í árunum 2007 til 2009 vórðu bygdar íalt 24 íbúðir í trimum ym- iskum støddum – 50, 72 og 110 fer- metrar. Og líkt var somuleiðis til, at tær hóskaðu væl til tørvin hjá teimum, ið ynsktu at seta føtur undir egið borð: – Ja, áhugin var stórur, helst tí at støddirnar vóru passaligar, væl innrættaðar og lógu sera væl fyri í býnum, vísir Andreas á. Nú verður við spenningi sæð fram ímóti, um sami áhugin er fyri teimum nýggju íbúðunum. Áhugavert øki Tá tær fyrr íbúðirnar stóðu lidnar fyri júst einum ári síðani, var bein- anvegin farið undir næsta stigið á hesi somu leiðini. Runavíkar kommuna játtaði felagnum eitt øki uppá góðar 4000 fermetrar í sama umhvørvi sum fyrra byggistigið. Fyri fólkini handan ætlanina er hetta eitt sera spennandi og áhugavert øki, har – sum tikið verð- ur til: grannalagið, felagsskapurin, trivnaðurin og samstarvið fara at sermerkja ætlanina. – Hesi fýra hugtøkini fara av- gjørt at gera sítt til eina nýhugsan og menning við at kunna bú- leik ast á færri fermetrum, nærri grannunum. – Men samstundis við tað, hava tey eisini sítt egna, sína egnu inngongd, bilpláss, úthús og annað, vísir Andreas Andreasen á. - Og útsýnið er frálíkt yvir Toftavatn og inn eftir Skálafjørðinum. Hóast stutt er fráliðið í til- gongdini, eru longu seldar 10 íbúðir av teimum íalt 18 ella 20 íbúðunum, ið ætlanin er at byggja. – Vit hava fingið fyrispurningar, og tí meta vit at tær seinastu íbúðirnar verða seldar skjótt. Prosjektið er teknað av arkitekt- um hjá FUGLARK, og tað er Mekl- arin ið hevur ábyrgd av søluni og gevur vegleiðing í fígging. snorri@sosialurin.fo Eitt av heitu evnunum millum teir fót bólts­ hugaðu runavíkingarnar er støðan sum besta liðið hjá NSÍ er komið í. Teir liggja í roynd og veru niðast í deildini við bert einum einstøkum stigi. NSÍ tapt tepurt ímóti HB í seinasta umfarinum, og møttu í gjár AB av Argjum. Fyri at hoyra fólk­ sins rødd í hesi støðuni, hittu vit trý fólk ið vóru farin til handils, áðrenn dystin í gjár kvøld ið. Spurningurin til teirra var hesin: Hvat skal venjarin hjá NSÍ, Pauli Poul sen gera fyri at fáa fleiri stig? Trý í handlinum – Teir hava fingið eina ringja byrjan, men eg vóni at teir fáa nógv stig teir næstu dystirnar. Eg vildi gjarna at teir byrja at vinna aftur. Eskild Højgaard, Saltnes Spælarir og venjari eru OK. Kanska burdu teir fingið ein nýggjan teknikk. Klæmint Poulsen, Saltangará 1 stig er alt ov lítið. Teir burdu kanska vant eitt sindur oftari Jógvan Olsen, Saltangará 20 íbúðir aftrat Runavík Áhugin at ogna sær eina íbúð er stórur í triðstørsta býi okkara. Fleiri íbúðir eru longu seldar, og nú verður farið undir enn eitt byggistig. ­ Vit hava faktist longu selt helvtina av íbúðunum, upplýsir Andreas Andreasen, stjóri í Vist 09 íbúðiR Stórur áhugi at byggja íbúðir í Runavík. – Vit hava longu selt fleiri av teimum nýggju, sigur Andreas Andreasen, stjóri í Vist 09