mikudagur 5. mai 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • mai 2010
N
ú yvir eitt ár er liðið síðan ógvusliga
fíggjarkreppan loypti hvøkk á allan
heimin, er ómetaliga nógv hent innan
altjóða bilaídnaðin. Sølan av bilum steðgaði
so at siga upp, og gigantiskar bilkonsernir
syndraðust, bilmerkir skiftu eigara, og nøkur
fingu mønustingin.
Tað sær tó ikki út til at bilaídnaðurin hevur
mist mótið. Í fjør vórðu fleiri stórar bil
framsýningar avlýstar, men í ár eru allar tær
vanligu framsýningar við aftur, og nógvar
nýggjheitir verða presenteraðar.
Í blaðnum hava vit frásøgnir frá bilafram
sýningini Biler i Bella á Bellasentrinum.
Hóast tann framsýningin ikki er av teimum
størstu í altjóða høpi, vóru fleiri nýggjheitir
sýndar fram eins og bilar, sum verða drivnir
av alternativari orku.
mg
BILAR – serblað í
Sosialinum mai 2010
ÚTGEVARI
Sp/f Sosialurin
BLAÐFÓLK
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
MYNDAFÓLK
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Birgir W. Høgnesen
Magnus Gunnarsson
LÝSINGAGERÐ
Kári við Rættará
PRENT
P/F Prentmiðstøðin
Síðan 1995 hevur Sosialurin
havt fastan bilteig í blaðnum.
Teigurin er í blaðnum hvørja
viku. Endamálið er m.a. at
kunna um tað sum rørir seg á
bilamarkn aðinum, bilsøgu og
um ferðslutrygd.
Síðan 2000 hevur Sosialurin á
hvørjum ári givið út serblað um
bilar.
© Sosialurin 2010
Skjótt hvønn vegin
Magnus Gunnarsson
blaðmaður
Pensjón er nakað, ið skal vera í tryggum hon-
dum, uttan at tær nýtist at gera nakað hóvasták.
Vit hava sett okkum fyri at geva kundum
okkara betri innlit í, hvørji útlit teirra eru. Tí eru
vit farin undir eina tilgongd, ið stigvíst ger tað
lættari hjá tær at fáa yvirlit yvir tína pensjón.
Í fyrsta stigi hava vit lagt tíni pensjónspappír út
á okkara kundaportal. Harvið sleppur tú undan
at hava skjølini í tjúkkum ringbindum. Ístaðin
fert tú inn á liv.fo og fært lættari, skjótari og
betri innlit í, hvussu tín pensjón er skipað. Alt
er lagt fram – lætt og greitt.
Stig 1: Vit taka okkum av tínum pensjónspappírum
- so kanst tú lesa tey, tá ið tú vilt
Innlit í útlit
Kundaportalur
Seniorskipan
Marknaðarrenta
Frítt íløguval
Pensjónsnýskipan
Stig 1
Stig 2
Stig 3
Stig 4
Stig 5
Vælkomin til
eitt nýtt LÍV
liv.fo
Nýggi Saab 9-5 bleiv presenteraður á bilaframsýningini í Bella