leygardagur 12. januar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 8 - 12. januar 2002
Nr. 8 - 12. januar 2002
13
Búskapur og vinna:
BA skerjir
rutur
Bretska
flogfelagið
British
Airways
arbeiðir við ætlanum
um at skarva ein fjórð-
ing av rutunum, sum
felagið
flýgur
í
Evropa. Felagið hevur
sum er 62 rutur millum
evropeisk lond, og
sambært BBC ætlar
leiðslan at strika 15
teirra.
Orsøkin til skerjing-
ina er, at ferðafólka-
talið um allan heimin
er minkað nógv síðani
yvirgangsatsóknirnar í
USA tann 11. sept-
ember.
Sambært BBC vil
stjórin í British Air-
ways, Rod Eddington,
ikki siga, hvørjar rutur
hjá felagnum verða
tiknar burtur.
Hørð tiltøk
Argentinar eru í øðini,
eftir at stjórnin hevur
samtykt nýggjar regl-
ur, sum avmarka rætt-
indini hjá fólki at nýta
pengarnar, sum tey
hava standandi í bank-
unum.
Sambært
teimum
nýggju
reglunum
verða allar lønarkonti
við meiri enn 10.000
dollarum frystar í eitt
ár, og tað sama verður
gjørt við uppsparing-
arkonti, har meiri enn
3.000 dollarar standa
á.
Reglurnar
siga
eisini, at fólk kunnu
einans taka 1500 peso
av sínari lønarkonto og
1200 peso av sínari
uppsparingarkonto um
mánaðin.
Stjórnin sigur, at
tiltøkini eru neyðug
fyri at verja bankarnar.
Argentinski gjald-
oyramarknaðurin hev-
ur verið stongdur sein-
astu tíðina, men lat
uppaftur í gjár.
Úr Norðurlondum:
Nevndir og
ráð rúka
Danska stjórnin hevur
nú gjørt álvara av æt-
lan síni at strika ein
hóp
av
almennum
nevndum og ráðum
fyri at spara pengar á
fíggjarlógini.
Stjórnarflokkarnir
lovaðu longu undir
valstríðnum at strika
nógvar nevndir og ráð,
sum eftir teirra tykki
eru óneyðug og bara
kosta pengar. Seinastu
tíðina hevur stjórnin
hugt at umleið 150
nevndum og ráðum, og
í gjár ruku umleið 100
teirra.
Fyrrverandi stjórn-
arflokkarnir, Sosial-
demokratarnir og Teir
Radikalu,
finnast
hvassliga at avgerðini
hjá stjórnini og siga, at
stjórnin við hesum
hevur brotið ein part
av
fólkastýrinum
niður.
Vil bara
hava
kvinnur
Svenski ráðharrin í
innflytaramálum hevur
vakt ans. Vanliga verð-
ur hetta ráðharrastarv-
ið roknað sum eitt
einsligt starv, men tað
hevur Jan O. Karlsson
gjørt nakað við.
Síðani hann tók við
starvinum, hevur hann
sett fleiri nýggj fólk í
arbeiði á ráðharra-
stovuni, men tað ser-
merkta er, at allir teir
nýggju medarbeiðar-
arnir eru kvinnur. M.
a. eru tað kvinnur, sum
manna fimm tey ov-
astu størvini í innflyt-
aramálaráðnum, og tað
er als ikki vanligt í
svensku stjórnini.
Sjálvur sigur Jan O.
Karlsson, at tað er tann
bera tilvild, at allir
leiðarar hansara eru
kvinnur, men hann
viðgongur, at tað er
munandi lættari at
arbeiða á ráðharrastov-
uni nú.
Amerikansku mynd-
ugleikarnir kanna,
um nakrir menn
ætlaðu at myrða guv-
ernørin í Florida, Jeb
Bush. Guvernørurin
og George W. Bush,
forseti eru brøður.
ÚTLAND
Árni Joensen
Løgreglan í býnum Miami í
Florida
kannar
málið,
skrivar blaðið Miami Her-
ald. Løgreglan fekk tíð-
indini um ætlanina frá
einum manni, sum situr í
fongslinum
í
Miami.
Maðurin skal hava greitt
løgregluni frá, at fýra menn
av
arabiskum
uppruna
høvdu lagt drápsætlanina.
Sambært
manninum
høvdu teir fýra menninir
roynt at fáa fatur á einum
leigudrápsmanni,
sum
skuldi renna ein lastbil
fermdan við spreingievni í
umsitingarhúsini hjá guv-
ernørinum í høvuðsstað-
num Tallahassee.
Miami Herald skrivar, at
løgreglan var í iva um trú-
virðið hjá tí fongslaða
manninum og helt, at hann
kanska segði teimum eina
søgu fyri at fáa betri við-
ferð og linari dóm, tá hann
einaferð kemur fyri rættin.
Kortini valdi løgreglan at
kanna
lastbilin,
sum
maðurin hevði greitt teim-
um frá. Einki spreingievni
var í bilinum, men sambært
Miami Herald komu teir
servandu hundarnir hjá løg-
regluni fram á okkurt, sum
kundi bent á, at spreingi-
evni hevur verið í bilinum.
Eitt annað, sum ger, at
myndugleikarnir taka frá-
greiðingina hjá tí fongslaða
manninum fyri fult, er, at
hann hevur nevnt teir fýra
menninar aftan fyri ætlan-
ina við navni, og at teir fýra
standa allir á yvirlitinum
við
útlendingum,
sum
myndugleikarnir
fegnir
vilja hava hendur á.
Ætlaðu at spreingja
Jeb Bush í luftina
Jeb Bush, bróðir forsetans, George W. Bush, er guvernørur í
statinum Florida. Á myndini eru brøðurnir saman við konum
í ovala rúminum í Hvítu Húsunum
Mynd: Reuter
Blair ferðast ov nógv
Nógvir bretar ilskast
inn á Tony Blair, for-
sætisráðharra. Teir
halda, at hann ger ov
nógv burtur úr trup-
ulleikunum aðrastað-
ni í heiminum og
hugsar ov lítið um
trupulleikarnar í
sjálvum Bretlandi.
ÚTLAND
Árni Joensen
Tað eru m. a. tey, sum
arbeiða í jarnbreytarkervi-
num, sum halda, at for-
sætisráðharrin
hevur
gloymt teirra trupulleikar,
og mikudagin boðaðu tey,
sum arbeiða hjá South West
Trains, frá, at tey fara í
verkfall
fyrsta
dagin.
Onnur, sum arbeiða í jarn-
breytarkervinum aðrastaðni
í Onglandi og í Skotlandi
hava eisini sagt, at tey fara í
verkfall seinni í mánaði-
num.
Í postverkinum er støðan
tann sama. Har hevur ein
meiriluti av starvsfólkinum
sagt, at tey eru eisini til
reiðar at fara í verkfall fyri
at mótmæla arbeiðsviður-
skiftunum.
Misnøgdin
kann
fáa
politiska ávirkan, tí nógva-
staðni hava lokalar fak-
felagsdeildir hótt við at
stilla egin valevni upp til
tað næsta lokala valið, og
eygleiðarar siga, at verður
jarnbreytarsambandið eitt
av evnunum í valstríðnum,
kann væl henda, at hesi
nýggju valevnini fara at
skúgva stuðlarnar hjá Blair
til viks.
Eisini millum
politikarar
Seinastu dagarnar hava
eisini fleiri politikarar sagt
seg vera misnøgdar við, at
Tony Blair ger so nógv
burtur úr uttanríkispoli-
tikkinum, meðan innanrík-
ispolitisku trupulleikarnir
liggja á láni.
Formaðurin í uttanríkis-
politisku
nevndini
hjá
parlamentinum,
Donald
Anderson,
sum
er
úr
Arbeiðaraflokkinum eins
og forsætisráðharrin, segði
í gjár, at væl var ferðin hjá
Blair í Pakistan og India
væleydnað, men hann vildi
kortini mæla forsætisráð-
harranum til at hugsa meiri
um viðurskiftini í heim-
landinum. Við blaðið The
Independent segði Donald
Anderson, at Blair eigur at
skilja, at hjá mongum restar
lítið í, til at bikarið flýtur
yvir.
Nógvir bretar eru serliga
misnøgdir, tí stjórnin eftir
teirra tykki ger alt ov lítið
við tað veksandi lógloysið
í teimum stóru býunum og
serliga í London.
Ein annar trupulleiki hjá
stjórnini er heilsuverkið.
Fólk noyðast at bíða leingi
fyri at sleppa á sjúkrahús,
men tey eru heldur ikki ser-
liga fegin um uppskotið hjá
stjórnini at hækka skattin
fyri at útvega meiri pengar
til heilsuverkið.
Eygleiðarar í London
siga, at Tony Blair er um at
missa sambandið við tann
vanliga bretan.
Tað eru m. a. tey, sum arbeiða í jarnbreytarkervinum, sum
halda, at Tony Blair, forsætisráðharri, hevur gloymt teirra
trupulleikar
Mynd: Reuter
UTTAN ÚR HEIMI
ELDSBRUNI
Ingrid Bjarnastein
Í gjáramorgunin kom eldur
í eini sethús í Traðarbrekku
í Havn. Eldurin kyknaði í
einum
kjallararúmi.
Sløkkiliðið kom skjótt á
staðið og fingu teir køvt
eldinum áðrenn hann fekk
breitt seg um restina av
húsinum. Veggirnir
og
loftið var av betong og var
hetta eisini grund til, at
eldurin ikki fekk breitt seg.
Ein ung genta, sum lá og
svav í rúminum við síðuna
av, varð fingin út, meðan
sløkkiliðið
eisini
fekk
bjargað einum kanariu-
fugli.
Roykur var um alt húsið,
men húsini eru ikki so illa
farin. Tað kundi verið nógv
verri um eldurin hevði
fingið tíð at ment seg, sigur
vakthavandi á Brandstøðini
í Havn. Væl gekk at
sløkkja, og eldurin var
sløktur stutt eftir at sløkki-
liðið var á staðnum. Or-
søkin til eldsbrunan er ikki
greið enn.
Genta og fuglur bjargað
– Vit lýsa eftir fólki,
men tað gongur illa at
fáa nóg mikið av
arbeiðsmegi, sigur
stjórin, Jóan Magnus
Rasmussen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í Leirvík er nógv arbeiði.
Har eru trý virki, sum
arbeiða fisk, umframt IRF,
sum eftirhondini hevur
fleiri fólk í arbeiði. Í bygd-
unum uttan um og í Eyst-
uroynni sum heild, er eisini
nógv arbeiði, og tí kemur
onkrum virki at vanta
arbeiðsmegi.
Og soleiðis er á Tavuni í
Leirvík, sum er best kent
sum gulllaksavirki.- Vit
hava lýst í bløðunum eftir
fólki. Tað gjørdu vit eisini í
fjør, men tað er
trupult at fáa fólk, sigur
Jóan Magnus Rasmussen
og vísir á, at hann kundi
hugsað sær, at tey vóru eini
10-15 fólk fleiri.
Arbeiða upsa
Vanliga gulllaksasesongin
er frá síðst í apríl til síðst í
september, men í fjør var
sesongin nakað longri.
- Okkara síðsti gulllaksa-
dagur var, 17. oktober. Síð-
an lótu vit arbeiðsfólkið
hava frí í eina viku, tí vit
høvdu onga summarfrítíð
havt. Vit byrjaðu aftur við
upsa, 29. oktober, og síðani
tá hava vit bara arbeitt
upsa, sum verður virkaður
til portiónir.
Jóan Magnus sigur, at tá
ið tey arbeiða gulllaks,
verður arbeitt alt sam-
døgnið.
- Tá arbeiða vit við
trimum vaktum alla se-
songina í seks dagar um
vikuna.Onkur dagur dettur
burtur ímillum, men teir
eru ikki nógvir. Nú vit
arbeiða upsa, arbeiða vit í
tveimum vaktum.
Á Tavuni arbeiða eini 60-
70 fólk.
Besta árið í nøgd
Í gulllaksasesongini fær
Tavan fisk frá fýra trolar-
um; Stjørnuni, Polarhavi,
Eysturbúgvanum og Vest-
urbúgvanum. Hesi skip eru
tá burtur av á gulllaksa-
veiði.
Polarhav og Stjørnan
hava roynt eftir gulllaksi í
fleiri ár, og tað eru eisini
nøkur ár, síðan Eysturbúgv-
in og Vesturbúgvin byrjaðu
at fiska gulllaks og landa
fast til virkið í Leirvík.
Árið 2001 var besta árið í
nøgd hjá Tavuni; tá tók
virkið ímóti 8.250 tonsum.
Í ár 2000 var nøgdin 6.300
tons og í 1999 4.600 tons.
1998 var eisini eitt gott ár í
nøgd; tá keypti Tavan yvir
6.000 tons av gulllaksi.
- Allur gulllaksurin verð-
ur virkaður til fars, og
úrtøkan er umleið ein trið-
ingur av ráfiskavektini.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at fiskurin er góður
alla vertíðina.
- Eg haldi ikki, vit kunnu
siga, at nakar serligur mun-
ur er á fiskinum gjøgnum-
sesongina, men á onkrum
túri kann fiskurin verða eitt
sindur verri enn annars,
sigur hann.
Gulllaksur er yvirhøvur
feitur og góður fiskur.
Tey, sum arbeiða á Tav-
uni, eru fyrst og fremst úr
Leirvík og bygdunum uttan
um, Fuglafirði og Gøtu.
Onkur er úr Klaksvík og
onkur úr Havn.
Meginparturin av rávør-
uni verður keyptur bein-
leiðis frá skipunum, men
Tavan keypir eisini nakað
um uppboðssøluna.
Tavuni í Leirvík vantar 10-15 fólk
Kurt Thorsen og Ras-
mus Trads vórðu í gjár
dømdir sekir í størsta
málinum um svik og
skjalafalsan í donsku
søguni. Thorsen skal
seks ár handan rimar,
meðan Rasmus Trads
fekk fýra ára fongsuls-
revsing
PFA-MÁLIð
Magnus Dam,
Keypmannahavn
Tað loysti seg hjá Rasmus
Trads at kæra dómin úr
býarrættinum til Eystara
landsrætt. Hann fekk skorið
eitt ár av fongsulsrevs-
ingini, so hann sleppur at
sita fýra ár í staðin fyri
fimm ár handan rimar.
Høvuðsmaðurin í málinum,
Kurt Thorsen fekk sama
dóm sum í býarrættinum –
seks ára fongsulsrevsing.
Verjin hjá Rasmus Trads
kravdi annars í lagi tvey ára
fongsul, og verjin hjá Kurt
Thorsen kravdi frídøming.
Dómararnir hildu ikki, at so
mikið nógv nýtt kom fram í
kærumálinum, at grundar-
lag var fyri at broyta dómin
í býarrættinum, har teir
vórðu dømdir fyri svik og
skjalafalsan fyri tilsamans
3,6 milliardir krónur.
Við følskum váttanum
royndu teir báðir at svika
og fáa risastór lán í pen-
ingastovnum í Danmark og
aðrastaðni.
Pengarnar
skuldi Kurt Thorsen brúka
til at keypa partabrøv í
fleiri feløgum og til at
byggja íbúðir fyri milliardir
í Spania.
Tað var, Jørgen Grøn-
borg, sakførari, sum eisini
var formaður í bankakann-
ingarnevndini, sum gjørdi
vart við, at alt ikki ruggaði
rætt hjá teimum báðum.
Eftir hetta rapaði korthúsið,
og í januar 1999 vórðu teir
báðir
ákærdir
og
nú
endaliga dømdir fyri svik
og skjalafalsan.
Endaligur dómur
Dómurin í landrættinum er
endaligur. Hann kann ikki
kærast
til
Hægstarætt.
Hinvegin kunnu teir kæra
longdina á fongulsrevsing-
ini til Hægstarætt, men til
hetta krevst eitt serligt
loyvi.
Rasmus Trads, sum hevur
viðgingið seg sekan í mál-
inum, er helst nøgdur við
dómin, nú hann fekk eitt ár
styttri fongsulsrevsing enn í
býarrættinum. Hinvegin er
Kurt Thorsen helst sera
ónøgdur, tí hann hevur alla
tíðina tvíhildið um, at hann
er ósekur og segði áðrenn
úrskurðin í gjár, at hann
roknaði við at verða frí-
kendur.
Kurt Thorsen hevur áður
víst, at hann kann koma
aftur eftir at hava verið í
mótvindi, men eygleiðarar
rokna ikki við, at tað fer at
eydnast honum hesuferð.
Skemtingarsami,
litríki
handilsmaðurin kemur ikki
at gera um seg aftur í
donskum
ella
altjóða
vinnulívi.
- Í gulllaksatíðini arbeiða vit
í trimum vaktum alla
sesongina - í seks dagar um
vikuna. Onkur dagur dettur
burtur ímillum, men teir eru
ikki nógvir. Nú vit arbeiða
upsa, arbeiða vit í tveimum
vaktum, sigur stjórin, Jóan
Magnus Rasmussen
Thorsen og Trads fingu 10 ár
C
M
Y
K
13
12