leygardagur 12. januar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 12. januar 2002
15
Ein tilbúgvingarætlan
er nú gjørd fyri,
hvussu farast skal
fram um havnarvág
verður dálkað av olju
OLJUDÁLKING
Áki Bertholdsen
Myndugleikarnir í Havn
eru nú nógv betri fyri-
reikaðir til at taka olju upp,
skuldi eitt óhapp hent, sum
førdi við sær, at Havnarvág
verður oljudálkað.-
Schumann Hjaltalin, for-
maður í Heilsu- og um-
hvørvisnevndini hjá Tórs-
havnar Býráð, sigur, at nú
er rætt og slætt ein tilbúgv-
ingarætlan gjørd sum greitt
ásetir, hvussu farast skal
fram, skuldi eitt óhapp
hent, sum førir til, at Havn-
ará verður dálkað av olju.
Hetta er hent í kjalar-
vørrinum á allari oljudálk-
ingini, sum var á Havnar-
vág seinasta summar, tá ið
sløkkiliðið javnan var til
verka at taka olju upp á
Havnarvág og eitt nú kravdi
Bátafelagið, at Tórshavnar
Býráð tók dálkingina í
størsta álvara. Felagið vísti
á, at útlendskir siglarar,
sum komu á Havnina,
søgdu, at Havnarvág var av
skitnastu havnum at koma
í.
Tá lovaði formaðurin í
Heilsu-
og
umhvøvis-
nevndini, at Býráðið tók
dálkingina í allarstørsta
álvara.
Og tað varð ikki ligið á
boðnum, tí Býráðið setti
beinanvegin ein arbeiðs-
bólk at gera ein tilbúgv-
ingarætlan fyri, hvussu
mannagongdirnar
skulu
vera um oljudálking tekur
seg upp á Havnarvág.
Fastar mannagongdir
Síðani hevur hesin bólkurin
arbeitt og hann hevur nú
gjørt eina tilbúgvingar-
ætlan fyri, hvussu arbeiðið
skal skipast, verður Havn-
arvág dálkað.
Hendan tilbúgvingin er
síðani samtykt og góðkend,
bæði í Heilsu- og umhvørv-
isnevndini og í Havna-
nevndini hjá Tórshavnar
kommunu.
Schumann Hjaltalin sig-
ur, at í stórum er tilbúgv-
ingarætlanin býtt sundur í
stigum, alt eftir, hvussu
umfatandi dálkingin er, tí
alt eftir, hvuss umfatandi
hon er, skulu fleiri og fleiri
stovnar upp í málið.
– Men tað verður brand-
meistarin, sum kemur at
hava ovastu ábyrgdina av at
basa dálkingini og sum
samskipar arbeiðið. Tað
verður brandmeistarin, sum
skal hava fyrstu fráboðan-
ina og tekur støðu til, hvat
skal gerast og so tekur
brandmeistarin, sum ger av,
hvør annar myndugleiki
skal dragast inn í málið og
er illgruni um, at okkurt
ólógligt er farið fram, sum
krevur, at løgreglan skal
uppí málið, eru eisini
mannagongdir fyri, hvussu
tað skal fara fram.
Eftir tilbúgvingarætlanini
skal
eisini
nýstovnaða
Umhvørvisdeildin
hjá
kommununu boðast frá, er
vandi fyri, at oljudálkingin
fer at føra aðra umhvørvis-
dálking.
Schumann Hjaltalin sig-
ur, at hetta er ein tilbúgv-
ingarætlan,
sum
stórur
tørvur hevur verið á
– Hendingarnar seinasta
summar, tá ið dálking ferð
eftir ferð tók seg upp á
Havnarvág vísti týðiliga at
mannagongdirnar
fyri,
hvussu farast skuldi fram,
vóru ikki nóg greiðar og at
tað var eitt sindur ógreitt,
hvør hevði ábyrgdina av
hvørjum.
– Nú, vit hava fingið eina
tilbúgvingarætlan, eru vit
nógv betri fyrireikað til at
basa eini oljudálking, enn
vit hava verið, sigur Schu-
mann Hjaltalin.
– Tað hevur ómetaliga
stóran týdning at hvør
stovnur, og hvør myndug-
leiki, hevur fulla greiðu á,
hvør hevur ábyrgdina av
hvørjum og, hvør sam-
skipar arbeiðið. Og tað
hava vit fingið nú, sigur
hann.
– Vit eiga at kanna
møguleikan fyri at
leggja brennistøðina
hjá IRF og tað í Havn
saman, sigur Schu-
mann Hjaltalin,
formaður í heilsu- og
umhvørvisnevndini
hjá Tórshavnar Býráð
BURTURKAST
Áki Bertholdsen
– Nú á døgum verður tosað
nógv um leggja kommunur
saman. Hví so ikki eisini
leggja kommunalar felags-
skapir saman.
Tað heldur Schumann
Hjaltalin,
formaður
í
Heilsu-
og
umhvørvis-
verndini hjá Tórshavnar
Býráð.
Hann sigur, at eins væl
og kommunur verða sjóð-
aðar saman, átti eisini
kommunalir felagsskapir
eisini at verðið sjóðaðir
saman, hóast tað gongur
tvørtur um kommunumark.
Tað, hann hugsar um í
hesum føri, eru teir báðir
renovatiónsfelagsskapirnir,
Interkommunali Renova-
tiónsfelagsskapin í Havn,
sum hevur sína brennistøð
á Sandvíkahjalla og IRF,
sum umfatar restina av
landinum og sum hevur
brennistøð í Leirvík.
– Við tað, at vit hava tveir
renovatiónsfelagsskapir í
landinum, hava vit eisini
tvey av øllum, sum hoyrir
til. Vit hava tvær fyrisit-
ingar, tvær brennistøðir og
hvør felagsskapurin ger sær
eisini sínar egnu kanningar
og royndir, sum hin part-
urin ikki fær gagn av og
tískil má gera umaftur.
– Tí haldi eg, at tað hevði
verið skilagott at tikið
stigið fult út og lagt báðar
felagsskapirnar saman í ein
felagsskap.
– Hesin felagsskapur
kundi ikki bara staðið fyri
at burturbeina rusk, men
kann kundi umsitið alt, sum
eitur umhvørvisvernd í
landinum og savna tað
undir sama hatti.
Schumann Hjaltalin sigur
annars, at báðar brennistøð-
irnar hava havt eitt fyri-
myndarligt samstarv, har
brennistøðirnar
hava
“hjálpt” hvørjum øðrum.
Brennistøðin í Havn hevur
brent rusk fyri IRF, tá ið tað
hevur staðið á og somu-
leiðis er alt jarn ført til
Havnar. Hinvegin er spill-
olja úr Havn farin til IRF at
verða burturbeind, fyri at
nevna eitt dømi.
– Men eg dugi ikki at
síggja nakra meining í, at
báðir
renovatiónsfelags-
skapirnir gera íløgur í sama
endamál.
Eitt nú er IRF farið at
skilja rusk í Leirvík.
– Kann skiljiskipanin hjá
IRF nøkta tørvin í øllum
Føroyum, er tað meinings-
leyst at Tórshavnar komm-
una eisini fer at brúka
pening til eina skiljiskipan.
– Einasta rætta loysnin
hevði verið um vit sam-
starvaðu um alla burtur-
beining av ruski. Eitt nú
kundi IRF eisini skilt rusk
úr Tórshavnar Kommunu
og so kundu vit brent fyri
IRF, ella okkurt sovorðið.
– Kunnu vit samstarva
um alt hetta øki, er tað ikki
annað enn natúrligt, at vit
taka stigið fult út og leggja
báðar felagsskapirnar sam-
an í ein.
Ovurhonds ábøtur
Schumann Hjaltalin sigur,
at bæði brennistøðin hjá
IRF og tann í Havn eru við
at koma upp í árini og
standa fyri sera stórum
ábótum, eitt nú fyri at lúka
tey nýggjastu umhvørvis-
krøvini um, hvussu nógv av
skaðiligum evnum tað er
loyvt at lata út í natúruna
við royki og øðrum.
– Hvat brennistøðini í
Havn viðvíkur, verður talan
um útreiðslur fyri einar 100
milliónir.
– Tí eiga vit at kanna, um
tað ikki er rættast at byggja
eina nýggja, felags brenni-
støð, heldur enn at gera
tvær gamlar ístand, ella at
hvør felagsskapur aftur
byggir hvør sína nýggja
brennistøð.
Hann heldur, at tað eiga
at vera stórir fyrimunir í
eini samanlegging.
– Eitt er, at utreiðslurnar
tililøgur og rakstur fara
uttan iva at lækka, tí tað fer
at bera betri til at samskipa
íløgur og rakstur í einum
stórum felagsskapi.
Men nú kommunur verða
lagdar saman, kann tað
eisini henda, at kommunur,
sum eru uppi í IRF fara at
leggja saman við Tórs-
havnar Kommunu og so
verður
máað
burturav
grundarlagnum undir IRF.
– Tað er ongin orsøk til
at tvíhalda um tveir fe-
lagsskapir, tá ið politiska
rákið gongur hinvegin, tvs.
ímóti samanlegging í størri
og størri mun.
Formaðurin í Heilsu-og
umhvørvisverndini sigur, at
umsitingin hjá Tórshavnar
Kommunu er nú farin at
kanna, hvussu samstarvið
ímillum teir báðar renova-
tiónsfelagsskapirnir
í
landinum virkar.
Somuleiðis skal umsit-
ingin kanna, hvørjir møgu-
leikar eru fyri at víðka
samstarvið og Schumann
Hjaltalin væntar at fáa eina
frágreiðing um tað, áðrenn
langt um líður og tá ber til
at fara víðari við málinum.
Brennistøðin í Leirvík og í Havn
eiga at leggja saman
Eru nú til reiðar at basa oljudálking á Havnarvág
Seinasta summar var Havnarvág ofta dálkað av olju. Schu-
mann Hjaltalin, formaður í Heilsu- og unhvørvisnevndini hjá
Tórshavnar Kommunu sigur, at nú er tilbúgvingarætlan gjørd
fyri, hvussu farast skal fram í slíkum førum
– Tað hevði verið ein stórur fyrimunur at lagt báðar brenni-
støðirnar í landinum saman. Eitt nú standa báðar støðirnar
fyri stórum ábótum. Bara til brennistøðina í Havn skulu einar
100 milliónir brúkast, sigur Schumann Hjaltalin, formaður í
Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu
15
14
Nr. 8 - 12. januar 2002
FERÐSLUÓHAPP
Stefan í Skorini
Hósdagin seinnapartin fór
ein bussur hjá bygdaleiðum
útav vegnum á Kambsdali.
Førarin var einsamallur í
bussinum. Hann slapp at
kalla óskalaður frá hend-
ingini og fekk eina skeinu í
kjálkan og ilt í fótliðin.
Maðurin varð kannaður av
einum lækna á staðnum og
varð ikki fluttur á lands-
sjúkrahúsi, greiðir løgregl-
an frá.
Førarin var á veg til ar-
beiðis, og rutan skuldi
byrja í Fuglafirði. Hann
kom tó ongantíð so langt.
Bussurin varð brádliga
tikin av eini glaðu og syftur
omanav vegnum. Reyvin á
bussinum
liggur
einar
fimm metrar frá vegnum.
Teir flestu rútarnir eru
knústir, men annars er
bussurin ikki serliga illa
farin.
Sagt verður av løgreglu-
støðini í Runavík, at vind-
urin ikki var av tí ringasta,
men at bussførarin var
óheppin at koma í eina
ringa glaðu. Tíbetur var
bussurin ikki í rutukoyring,
tá óhappið hendi.
Á býráðsfundi
hóskvøldið samtykti
býráðið at keypa eini
sethús í Kaldbak fyri
1,4 millión krónur.
Tey skulu nýtast til
barnaansing
BARNAANSING
Stefan í Skorini
Býráðið í Havn hevur út-
vegað sær eini hús í Kald-
bak, ið skal nýtast til barna-
ansing. Býráðið samtykti
hóskvøldið at játta 1,4
milliónir til keyp av húsun-
um, sum liggja í nýggja
býlinginum á Fløtum í
Kaldbak.
Eigari av húsunum er
Anfinn V. Hansen, advokat-
ur, og hann hevur sjálvur
vent sær til býráðið og
bjóðað tí at keypa ognina til
dagstovn.
Kommunan hevur kann-
að húsini og metir, at tey
eru egnað til hetta enda-
málið. Tó skulu nakrar
broytingar og ábøtur gerast
fyrst. Hesar fara at kosta
eina hálva millión, so sam-
laða íløgan fer at tátta í
tvær milliónir.
Trivnaðarstjórin
hjá
kommununi mælti til at
keypa ognina, um ein góð
avtala fekst við eigaran.
Tað sama gjørdi menta-
málanevndin.
Fíggjar-
nevndin mælti til at keypa
ognina fyri 1,4 millión, og
hetta er nú samtykt.
Pláss verður fyri 25 børn-
um í hesum nýggja dag-
stovninum. At byrja við
vera bara í 16 børn á dag-
stovninum, meðan hini
plássini verða nýtt til frítíð-
arskúla,
har
skúlabørn
halda til eftir skúlatíð.
Samgongan í Tórs-
havnar býráð millum
Sambandsflokkin og
Fólkaflokkin sam-
tykti á fundi hósdag-
in, at Høgni Mikkel-
sen skal byggja
barnagarðin við Løg-
mannabreyt í Hoyvík,
meðan Búsetur skal
byggja tann á
Hamrinum á Argjum
BARNAGARÐAR
Stefan í Skorini
Tórshavnar býráð samtykti
á fundi hósdagin at byggja
tveir nýggjar barnagarðar
við plássi fyri tilsamans
120 børnum.
Eftir at málið hevði verið
í fíggjarnevndini varð ein
broyting gjørd í tilmælinum
frá
mentamálanevndini.
Meirilutin í mentamála-
nevndini mælti til, at Høgni
Mikkelsen skuldi byggja
barnagarðin á Hamrinum á
Argjum, og Búsetur skuldi
byggja barnagarðin við á
Løgmannabreyt í Hoyvík.
Fíggjarnevndin
mælti
hinvegin til, at Høgni
Mikkelsen
skal
byggja
barnagarðin á Løgmanna-
breyt,
meðan
Búsetur
byggir á Hamrinum. Hetta
varð gjørt eftir ynski frá
Høgna Mikkelsen og Bú-
setri.
Barnagarðurin á Hamrin-
um fer at kosta 8,4 milli-
ónir krónur uttan mvg, og
hin fer at kosta 6,8 milli-
ónir uttan mvg.
Tilsamans nýtir býráðið
19,2 milliónir krónur av
íløgukarminum, sum er 64
milliónir, til barnagarðarn-
ar báðar.
Ímóti tilráðing
Býráðið hevði annars sett
ein bólk at geva tí eina
tilráðing viðvíkjandi teim-
um innkomnu tilboðunum.
Hesin
metingarbólkur
mælti til at lata Búsetur
byggja báðar barnagarðarn-
ar, tí býráðið fekk sum
heild meira burturúr hes-
um, hóast tilboðini frá Bú-
setri vóru hægri enn tey hjá
Høgna Mikkelsen.
Tó valdi býráðið at lata
teimum báðum tilboðsgev-
arunum hvør sín barnagarð
at byggja.
Øll andstøðan í býráðn-
um atkvøddi fyri uppskot-
inum hjá minnilutanum um
at lata Búsetur byggja báð-
ar ansingarstovnarnar, men
samgongan atkvøddi ímóti.
Andstøðan róði samstundis
framundir, at her ruggaði
ikki alt rætt í sambandi við,
at Høgni Mikkelsen, ið
sjálvur er limur í samgong-
uni fekk tann eina barna-
garðin, hóast metingarbólk-
urin ikki mælti til hesa
loysnina.
Síðani atkvøddi sam-
gongan fyri tilmælinum hjá
meirilutanum í fíggjar-
nevndini um at Høgni Mik-
kelsen og Búsetur byggja
hvør sín ansingarstovn.
Heðin Mortensen, for-
maður í mentamálanevnd-
ini, metir, at kommunan fer
at nøkta góð 92% av ans-
ingartørvinum, tá hesi báð-
ir dagstovnarnir lata upp.
Viðmerkjast
skal,
at
Høgni Mikkelsen sjálvur
ikki var hjástaddur á fund-
inum, tá málið um barna-
garðarnar varð viðgjørt.
FYRILESTUR
Stefan í Skorini
Fundarkvøldini
hjá
Kvinnufelagnum halda
fram í nýggja árinum.
Mánakvøldið 14. januar
klokkan 19.30 verður
hildið fram, og tá heldur
Randi
Frederiksberg
cand.scient. tann fyrsta
fyrilesturin í árinum.
Fyrilesturin
fer
at
snúgva seg um samfel-
agsligar avleiðingar av
oljuvinnu, og heitið á
honum er: Møguligar
avleiðingar av eini før-
oyskari oljuvinnu sam-
mett við royndirnar í
Skotlandi
og
New
Foundlandi.
Kvinnufelagið boðar
frá, at øll eru vælkomin,
og høvi verður at fáa ein
drekkamunn aftaná ella
aftur við orðaskiftinum.
FRAMSÝNING
Stefan í Skorini
Komandi tvey vikuskift-
ini verður listaframsýn-
ing í Norðurlandahúsin-
um. Leygardagin 12.
januar klokkan 14 letur
málningaframsýningin
hjá
íslendinginum
Bjarna Sigurbjørnsson
upp.
Hann er føddur í
Íslandi í 1966 og hevur
útbúgving frá Listaskúla
Íslands og hevur seinni
verið á San Francisco
Art Institute, har hann
varð Master of Fine Arts
í 1996. Í San Francisco
undirvísti hann eisini
saman við professarum
sum Sam Tchakalian,
Anne Appleby og Julius
Hatofsky.
Málningarnir
eru
abstrakt listaverk, ið eru
málað á glas. Hann
hevur fyrr sýnt fram í
Danmark, Íslandi og
USA og hevur fingið
sera góð ummæli fyri
verk síni.
Framsýningin
er
í
Norðurlandahúsinum til
og við 10. februar.
Leygardagin 19. janu-
ar klokkan 14 letur ein
onnur listaframsýning
upp. Tað er framsýning-
in hjá dananum Lone
Schmidt, ið nevnist Far-
ven og Lyset.
Hon er fødd á Møn í
1941 og hevur útbúgv-
ing frá Kunshåndværks-
skolen í Keypmanna-
havn sum keramikari og
sum designari frá Arki-
tektskúlanum.
Framsýningin Farven
og Lyset er ein ferða-
framsýning, ið er gjørd í
sambandi við útgávuna
av bókini við sama heiti.
Framsýningin er sýnd
fram ymsastaðni í Dan-
mark síðan 1995.
Randi Frederiksberg
hevur fyrilestur
Bussur útav á Kambsdali
Hesin bussurin hjá Bygdaleiðum fór útav vegnum, tá hann varð tikin av eini sterkari hvirlu
Mynd: Øssur Mohr
Dagstovnur í Kaldbak
Býráðið samtykti barnagarðar
Listaframsýningar í
Norðurlandahúsinum
Randi Frederiksberg fer mánakvøldið 14. at hava fyrilest-
ur um avleiðingar av oljuvinnu í Føroyum
C
M
Y
K
14