Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 6 Sosialurin Randi Jacobsen Dyrnar á Dómhúsinum hava altið staðið opnar í dag­ tímun um. Ein og hvør hevur kunnað farið inn. Men ivasamt er, at dyrnar í framtíðini fara at verða líka víðar. Hetta er í hvussu er nakað, sum politiið og dóms­ valdið tosa um eftir hend ing­ ina týsdagin, tá ið var a fútin varð stungin við dálki, júst sum hann fór úr Dóm húsi­ num. Við tað at Dómhúsið er undir umbygging, verða rættar fundirnir hildnir í øðrum hølum undir Glaðs­ heyggi. Tað var tí ikki í sambandi við nakran rættarfund, at vara fútin hevði verið í Dóm­ húsi num, og álops maður in skuldi henda dagin ikki fyri rættin. Hvat álopsmaðurin gjørdi við Dómhúsið, visti Jón Klein Olsen, varapolitikommisrur týs dagin ikki at siga. Tá ið Finn Ougaard kom ut úr Dómhúsinum, stóð tann 40 ára gamli kenn ing­ ur in uttan fyri, og áðrenn Finn Ougaard fekk vart seg, varð hann stungin við ein um stórum dálki í lærið. Blaðið á knívinum var 20 cm langt. Áðrenn hann stakk, segði maðurin eitthvørt við vara­ fútan. Hvat hann segði, visti Jón Klein Olsen ikki týsdagin, tí Finn Ougaard var ikki av­ hoyrd ur. Finn Ougaard varð bein­ an vegin fluttur á Lands­ sjúkra húsið, og politistar í stór um tali komu á staðið at gera kanningar, bæði við hund um og tólum. Eina evarska løtu eftir at politist arnir vóru farnir av politi støðini, fór ein annar maður inn á støina. Tað var tann 40 ára gamli maðurin, sum meldaði seg sjálvan fyri at hava framt illgerðina. Knívin hevði hann lagt eftir seg uttan fyri Dóm­ húsið. Ókent motiv Jón Klein Olsen hevi týs­ dagin onga hóming av, hvat motivið hjá tí 40 ára gamla manni num var fyri at stinga vara futan við knívi. Tað er tó greitt, at varafútin sum árkæri mangan í rættinum hev ur sitið yvir fyri tí 40 ára gamla manninum, sum líka síðan hann var blaðungur hev ur fingið mangan dómin. Tað er ikki ókent, heldur ikki í Føroyum, at ákærar kenna seg hóttar av fólkum, teir hava kravt revsaðar. Einki fordømi er tó í Føryum um, at nakar vápnaður er lopin á nakran ákæra. Jón Klein Olsen visti týs­ dag in ikki, um tann 40 ára gamli maðurin var ávirkaður. Dýrandi fullur var hann í hvussu er ikki, segði hann. At stinga við knívi er eitt álvars ligt mál, og at stinga ein embætismann er enn álvars lig ari. Politiið leggur tí upp til, at maðurin verður skuld settur fyri drápsroynd. Beint eftir tilburðin týsdagin varð Dómhúsið stongt. Í dag gekk lívið í Dóm­ húsi num aftur sína vanliga gongd. randi@sosialurin.fo Varafútin innlagdur í nakrar dagar álop Finn Ougaard fekk ein stóran sur í vinstra lær, tá ið ein 40 ára gamal maður, stakk hann við knívi beint við dyrnar á Dómhúsinum týsdagin Politiið kannaði túnið uttan fyri Dómhúsið væl og virðiliga Mynd: Jens Kristian Vang Nakað eftir tilburðin greiddi Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur frá, hvat hent var. Hetta er fyrsta hending av sínum slag í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang drápsroynd drápsroynd