mikudagur 5. mai 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
6
Sosialurin
Oyggjablaðið
Æðuvík er o
Snorri Brend
Ein mikudag í farna mánaði fór
Súsanna Brekku sum so mangan
áður í náttúrubarnagarðin í Æðuvík
við barni sínum.
Veðrið var til at trilla lítlu dóttr
ina, meðan tann nakað eldri son
urin súkklaði á 3hjólaðu súkklu
síni tann stutta teinin millum heim
og barna garð.
Ein púra vanlig sjón í lítlu bygdini
á eystursíðuni á Eysturoynni. Og ein
gerandislig hending, sum Súsanna
ikki hugsar stórvegis um.
Tað kann tó tykjast løgið hjá
onkr um, hví í víðu verð ein ung
kona úr einum stórbýi endar í so
fjar skotnari bygd sum hesari? Og
ser liga tá ein hugsar um, at maðurin
heldur ikki er hiðani.
– Eg hevði verið vikarur á Kals
oynni, og har dámdi mær sera væl.
Hetta var eitt lítið stað, gott saman
hald, og hóast eingin stórur handil
var beint har, hugsaði eg einki ser
ligt um tað, greiðir Súsanna frá.
– Og so var tað heldur ikki alt ov
langur vegur til Klaksvíkar, um ein
skuldi har.
Hvussu var og ikki: Súsanna búði
eftir hetta eitt skifti á Glyvrum,
men á einhvønn hátt longdist henni
eft ir friðinum og ikki minst eftir tí
lítla samfelagnum.
Alt hetta funnu hon, maðurin og
børnini her í Æðuvík.
Heimsins nalvi
Tá tann elsti sonurin var vorðin
fimm ára gamal, slapp hann inn í
nátt úru barnagarðin í Æðuvík.
Saman við góðu starvsfólkunum
og hinum børnum kom hann at
trív ast sera væl her. Og tað kom
mamma hansara eisini at gera:
– Tað var simpelthen bara so well
her í Æðuvík, – alvorliga well, sigur
hon við góðari Klaksvíksdialekt.
Tann eina avgerðin førdi til ta
næstu. Og tá tey frættu, at eini hús
í bygdini vóru til sølu, avgjørdu tey
at kanna hetta málið nærri. Sjálv
hevði Súsanna ikki hugsað tankan
um at búseta seg her, men ein
koyri túrur eftir smala Æðuvíkar
veg num ein sunnudag kann broyta
so nógv.
– Ja, er tað ikki ótrúligt? Vit
Tað eru helst ikki nógvar
smærri bygdir í Føroyum,
sum hava ein so vælumtóktan
barna garð sum tann í Æðuvík
– náttúru barna garðin »Víkin«,
sum greitt verður frá aðra
staðni í blaðnum.
Barnagarðurin byrjaði fyri
átta árum síðani. Men ein polit
isk avgerð í býráðnum er tikin
um, at hann skal lata aftur og
børn ini flytast í nýggja dag
stovn in, sum verður tikin í
nýtslu í Søldar firði seinni í
summar.
Tveir av dreingjunum hjá
Súsannu hava gingið her, og
bæði teimum og foreldrunum
hava dámað hetta sera væl.
Tann fyrri drongurin var ein
innidrongur,
og
foreldrini
stúrdu eitt sindur fyri, hvussu
hann fór at trívast millum øll
hini børnini.
– Vit fingu annað at síggja.
Og tá satt skal verða sagt, so er
hansara stóri kunnleiki til nátt
úru og djóralív fingin gjøgn um
tiltøkini í barna garð inum.
– Ja, eg má heilt erliga siga,
at bæði eg og mong onnur við
mær eru sera kedd um, at vit
missa barnagarðin í summar,
sig ur Súsanna, sum kortini liv
ir í vón ini um, at hann kann
halda fram.
–
Náttúrubarnagarðurin
Vík in er stutt sagt ein gull
klumpur.
snorri@sosialurin.fo
Ein gullklumpur
Eg má heilt erliga siga,
at bæði eg og mong onnur
við mær eru sera kedd um,
at vit missa barnagarðin í
summar
Tað er líka
við, at man
trívist her pr.
automatikk
BESTI BARNAGARÐURIN
– Náttúrubarnagarðurin Víkin er ein gullklumpur, sum vit eru
sera góð við. Eg skilji tí ikki rættiliga, at børnini skulu flytast
til nýggja dagstovnin í Søldarfirði, sigur Súsanna Brekku. – Har
fáa tey í øllum førum ikki somu møguleikar sum her í Æðuvík
Mynd: Jens Kristian Vang
ÆÐUvík – Hvørki maðurin ella eg hava nakað við Æðuvík
at gera. Men nú vit hava búð her í fimm ár, kann eg bara
staðfesta at hetta er heimsins besta stað. Her stórtrívast vit,
sigur 28 ára gamla Súsanna Brekku úr Klaksvík. Hon kundi
ikki hugsað sær at búð nakra aðrastaðni enn í Æðuvík