Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • mai 2010 Octavia var bilurin, sum veruliga broytti umdømið hjá Skoda til teir kvalitetsbilar, sum teir eru kendir fyri í dag. Seinastu kvalitetskanningar, sum eru gjørdar á fleiri stórum marknaðum, geva Skoda topp­ karakter. FDM siga í sínum kanningum, at Skoda er ein tann best rustviðgjørdi bilur á marknaðinum. Octavia, sum hevur verið gjørdur síðan 1996 við smærri broytingum, hevur nú fingið eina sera umfatandi facelift, har talan faktiskt er um ein nýggjan bil. Skoda Octavia fáast við fimm ymiskum bensin­ og diesel­ motorum. Bensinmotorarnir eru 1,6 MPI við 102 hk, 1,4 TSI turbo við 122 hk og 1,8 TSI turbo við 160 hk. Dieselmotorarnir eru 1,9 TDI turbo við 105 hk og 2,0 TDI við 140 hk. Talan er um kvikar og reinar motorar, sum allar lúka strangastu krøvini til CO2 útlát. Hvat útgerð viðvíkur fæst Octavia í útgávunum Classic, Ambi­ ente og Elegance. Ein royndartúrur við nýggja Octavia vísir, at koyrieginleikar og komfortur er nakað, sum Skoda hava lagt serligan dent á, eins og kvaliteturin er á høgum støði. Við tað at Octavia er rúmligur og hevur stórt viðførisrúm upp á heilar 560 litrar, er hann eisini væl egnaður sum hýruvognur. Bilurin, ið vit royndarkoyrdu var ein sera kvikur 1,8 TSI, ið koyrir frá 0­100 km/t upp á 7,8 sekund. Tann bilurin kostar kr. 279.000. Annars fæst Octavia Classic við 1,4 motori við turbo og 122 hk fyri 199.000 krónur. Flúgvandi Octavia Skoda eru komnir á marknaðin við einum nýggjum Octavia, sum fær sera góð ummæli frá evropeiskum motorjournalistum. Octavia fæst í Føroyum fyri undir 200.000 krónur Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil við einum nýggjum Skoda Octavia 1,8 TSI, ið er skrásettur sum hýruvognur. Bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,8 sekund Mynd: Magnus Gunnarsson