Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 Sosialurin leigur Almennar leigur frá 1999 til 2009 1999: 18,9 mió. kr. 2000: 20,2 mió. kr. 2001: 20,5 mió. kr. 2002: 25,7 mió. kr. 2003: 26,0 mió. kr. 2004: 28,3 mió. kr. 2005: 26,8 mió. kr. 2006: 27,7 mió. kr. 2007: 30,9 mió. kr. 2008: 35,7 mió. kr. 2009: 37,6 mió. kr. Tilsamans: 298,3 mió. kr. *So nógv leiga aðalráðini/stovnar undir aðalráðunum fyri *Hetta er við samanteljing av teimum leigusáttmálum, sum vit hava fingið innlit í. Tilsamans er henda upphæddin 29,6 milliónir krónur, og resta sostatt í minsta lagi 8 milliónir krónur í. Hetta er bruttoleiguupphæddir uttan el og hita, sum tað almenna eisini rindar fyri. Leigumálini fevna bert um fastar ognir, so sum hús og lendi. Eisini leiga nakrir stovnar partar av sínum leigumálum út aftur til onnur, og eru veruligu útreiðslurnar sostatt minni í teimum førunum. Almannamálaráðið: 9.340.531 kr. Heilsumálaráðið: 2.990.800 kr. Mentamálaráðið: 4.439.927 kr. Fíggjarmálaráðið: 1.765.132 kr. Vinnumálaráðið: 2.843.050 kr. Innlendismálaráðið: 2.832.737 kr. Fiskimálaráðið: 2.610.482 kr. Uttanríkisráðið: 2.837.558 kr. Løgmansskrivstovan: 0 kr. eigA At byggjA Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er sannførdur um, at tað almenna eigur beinanvegin at fara í gongd við at byggja, heldur enn framhaldandi at leiga seg inn í høli ymsastaðni. – Og hvør sigur, at tað skal verða í Havn?, heldur hann við Rógvi Nybo - Tað er mín fatan, at undirtøka er í flestu flokkum, fyri at fáa leiguútreiðslurnar hjá tí almenna niður við at byggja nýtt. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Hann vísir á, at hóast tað ikki í øllum førum er betri at byggja enn at leiga, so kundu um ikki annað 20 milliónir av teimum knapt 40, sum tað almenna leigar fyri um árið, skjótt forrentað nýbygging. - Man hevði eisini skjótt kunnað sett virksemi í gongd í byggivinnuni, um tað almenna fór undir at byggja nýggjar bygningar til almennu umsitingina og ymsu stovnarnar. Gagnið er eisini, at mann fær stovnar, sum eru bygdir til endamálið, og her hugsi eg serliga um bústovnar til fólk við serligum tørvum, har tað í løtuni í flestu førum eru leigumál inni í húsum, sum als ikki eru gjørd til endamálið, staðfestir hann. Men ein trupulleiki við at byggja, er at ein slíkur nýbygningur helst er í Havn. Førir hetta ikki til ov nógva miðsavning? - Vit mugu góðtaka, at Tórshavn er høvuðs- staðurin hjá okkum, og at tað tí er her, at stórur partur av stjórnarumsitingini eigur at verða. Men hvør sigur, at mann skal byggja júst í Havn? Í fleiri førum kundi tað eins væl verið onkra heilt aðrastaðni, staðfestir Høgni Hoydal. - Samanumtikið kann tú siga, at fer tú at rokna 10 – 20 ár aftur í tíðina, hvat er nýtt, og 10 – 20 ár fram í tíðina, so er talan her um fleiri hundrað milliónir krónur, sum eru brúktar í leiguútreiðslum. Og tað sum tú ger, tá tú leigar, tað er at tú virðisøkir í veruleikanum bert ein bygning, sum onkur annar eigur, staðfestir Høgni Hoydal. rogvi@sosialurin.fo UM ÁRIÐ landsveRk