mikudagur 5. mai 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
Sosialurin
Oyggjablaðið
Ongatíð tonkt uppá veðrið
Runavík Útróðrarbáturin Gretha hevur havt sítt fasta pláss í bátahylinum í Runavík í
mong ár. Men gongst sum eigarmaðurin, Sofus Davidsen í Æðuvík vónar og ætlar, skal
báturin skifta eigara nakað skjótt. – Hetta er ein sjógóður bátur, vísir hann á.
Snorri Brend
At Gretha veruliga er tað, prógvaði
hon longu undir sína fyrsta túri.
Sofus Davidsen hevði bílagt sær
henda Viksund-bátin úr Noregi, og
nú varð hann klárur at fara í drift.
Teir tók ta avgerð at fara til Nor-
egs eftir bátinum, og síðani at sigla
hann til Føroyar og Runa víkar.
Men hetta gjørdist ein sera
buldra sligur túrur, har teir av sonn-
um fingu eyguni upp fyri, hvussu
Gretha royndist í sjónum.
– Hann øtlaði nevniliga veðrið,
og vit høvdu faktisk 20 metur um
sekundið av vestri beint ímóti.
– Hetta er tað óróligasta sum eg
havi verið við bátinum. Annars havi
eg ongatíð tonkt uppá veðrið, sigur
Sofus Davidsen við einum brosi.
Ymisk farvatn
Sofus Davidsen er ein teirra sum
veit nógv um úróður á tveimum so
ymiskum farvatnum sum tí grøn-
lendska og tí føroyska.
– Eg hevði fiskað eitt sindur í
Grønlandi, tá eg á heysti í 1978 fekk
mær henda bátin, greiðir hann frá.
– Og einki var man lærdur.
Og ikki kann sigast annað, enn
at bæði maður og bátur hava riggað
væl saman. Sofus hevur nevniliga
havt henda bátin líka síðani – t.v.s. í
samfull 32 ár.
Næstu ferð ið Sofus fyllir, verður
hann 70, og fyri trimum árum síð-
ani avgjørdi hann at leggjast upp
á land.
– Eg fór tá í skúrin at vera,
meðan ein annar fór at rógva út
við bátinum.
Einki lán
Fyrr varð sagt, at føroyingar vórðu
føddir við ár í hond. Men soleiðis er
vist ikki longur.
Sofus Davidsen kann í øllum
førum staðfesta, at hugurin hjá
fólki at røkja sjógvin er ikki tann
sami í dag sum áður.
– Tað vísir seg tíverri soleiðis,
at eingin hugur er til sjógvin her á
leið ini, vísir hann á.
Hann gjørdi tí ikki mætari enn
at lýsa Grethu til sølu. Enn er bát-
ur in tó ikki seldur, hóast áhugi er
fyri honum.
Báturin hevur jú 32 ár á baki og
hevur einki lán í sær. Hetta hevur
verið Sofusi til fyrimunar, men
er helst ikki til sama fyrimun, nú
hann ætlar at selja bátin.
– Fleiri hava spurt seg fyri, men
eg haldi at bankarnir eru nakað
treiskir at veita fólki lán. So enn er
báturin ikki seldur.
snorri@sosialurin.fo
FAKTA
Eitur eftir mammu
Tá Sofus Davidsen yvirtók útróðrarbát sín í 1978, avgjørdi hann at kalla
bátin upp eftir mammu síni. Soleiðis fekk báturin navnið Gretha, ið hann
hevur enn.
Annars hevur Gretha hesi eyðkenni:
Havnakenningarnr.: FD 205
Byggiár: 1978 hjá Viksund Båt Nor í Noregi
Mát: Longd: 12,1 m., breidd: 3,9 m., dýpd: 1,3 m.
BRT: 17,49 tons
Motorur: Perkins, 137 KW
Eigari: Sp/f. Gretha í Æðuvík
Hann øtlaði veðrið,
og vit høvdu faktisk 20
metur um sekundið av
vestri beint ímóti
Sofus Davidsen hevur róð út ein stóran part av lívi sínum,
– tey mongu árini umborð á Viksund-báti sínum Gretha
Mynd: Jens Kristian Vang
– Gretha hevur staðið sína
roynd øll hesi 32 árini, sigur
Sofus Davidsen úr Æðuvík
Mynd: Jens Kristian Vang
ÚTRÓÐuR
SJÓGÓÐuR