Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum verður sagt, at í fjør vóru 24 fólk yngri enn 30 ár í viðgerð, og er hetta ein støðug øking frá 2006, tá einans 4 fólk í hesum aldursbólki vóru í viðgerð. Í 2006 vóru soleiðis 2% av teimum, sum komu í viðgerð, yngri enn 30 ár, í 2008 var talið 10% - og í fjør var talið av ungum í viðgerð heili 19%. - Eftir okkara tykki siga hesi tøl, at broytingar eru í nýtslumynstrinum. Tey ungu nýta í størri mun sterkaru rúsevnini, sum eitt nú hash, amfetamin, kokain og onnur narkotisk evni saman við rúsdrekka. Hetta ger, at viðgerðin aloftast er truplari at fáast við og tekur longri tíð. Blákrossheimið vil vera við, at tey ungu kenna seg rímuliga væl á heiminum, men tað kann tó verða trupult hjá teimum at vera saman við “gomlum” rúsdrekkamisnýtarum. - Av hesi orsøk fáa tey ungu ambulanta viðgerð, sum vit vita ikki altíð er nøktandi fyri tey. Ynskiligt hevði tí verið, um eitt serstakt viðgerðartilboð var fyri ung. Hetta hava vit eisini gjørt Almannaráðið og Heilsumálaráðið vart við. Blákrossheimið sigur, at fleiri av teimum ungu vera send av landinum til viðgerð, men tað hevði verið munandi betri fyri tey - og bíligari fyri samfelagið – um tey fingu viðgerð í Føroyum. - Vit halda ikki, at okkara umstøður loyva, at ung vera innløgd til viðgerð, og tí er hendan ambulant, hóast tað í summun førum hevði verið rættari við innlegging. Blákrossheimið ivast onga løtu í, at tað er sera umráðandi, at ung koma í viðgerð skjótast gjørligt, og áðrenn trupulleikin gerst ov stórur og veruliga fær fastatøkur á teimum. - Besta loysnin er kortini at gera meira við upplýsing og fyribyrging millum børn og ung, tí lættari er at fyribyrgja enn at hjálpa, verður sagt í ársfrágreiðingini. vilmund@sosialurin.fo Fleiri ung leita sær viðgerð fyri rústrupulleikar RÚSEVNI Blákrossheimið, sum júst hevur lagt fram sína ársfrágreiðing, hevur seinastu árini sæð eina støðuga øking av yngri fólki, ið leita sær viðgerð fyri rúsevnistrupulleikar, og greitt er eisini, at ung í størri mun brúka sterkari rúsevni nú enn áður Ymisk sløg av misnýtslu – Gongdin við, at fleiri og fleiri ung gerast misnýtarar, eigur at verða tikin í størsta álvara, heldur Blákrossheimið Vilmund Jacobsen Blákrossheimið vísir á, at ein munandi broyting er farin fram í fjør, tá talan er um, hvat slag av misnýtslu fólk vóru inni fyri. Tó er rúsdrekka framvegis nógv tann størsti trupulleikin. Mynstrið er eisini, sigur Blákrossheimið, at í Føroyum hava vit so at siga ikki misnýtslu, har bert talan er um hash og narkotisk evni, men rúsdrekka er altíð ein partur av misnýtsluni. - 60% av teimum, sum vóru í viðgerð í 2009, høvdu rúsdrekkatrupulleikar í mun til 58% í 2008. Hini 40% vóru fólk, har rúsdrekka varð blandað saman við øðrum. Í 2008 var hetta tal 42%. Blákrossheimið sigur, at misnýtsla av alkoholi og tablettum var fallandi frá 2002 (28%) til 2004 (11%), men hevur í eina tíð aftur verið vaksandi upp til 15% í 2008, men er nú í 2009 lækkað munandi til 7%. - Stóra broytingin er í nýtslumynstrinum, ið verður bólkað sum alkohol, tablettir, hash og narkotisk evni. Her var talan um 14% (7+7) í 2006 og 16% (8+8) í 2007. Talið er valsið til 27% (15+12) í 2008, men er í 2009 økt uppí 33% (18+15). Blákrossheimið heldur, at hendan gongd eigur at vera tikin í størsta álvara saman við, at fleiri ung koma í viðgerð. – Ein orsøk til, at næstan eingin ”bara” brúkar t.d. hash ella onnur narkotisk evni í Føroyum, er helst, at tilgongdin av rúsevnum ikki er jøvn. Talan er helst um eitt serføroyskt fyribrigdi, ið stendst av væntandi rávørutilgongd á rúsevnisøkinum, sigur Blákrossheimið. vilmund@sosialurin.fo Besta loysnin er kortini at gera meira við upp lýsing og fyri byrg­ ing millum børn og ung, tí lætt ari er at fyri byrg­ ja enn at hjálpa, verð ur sagt í árs frá greið ing ini - Tað er sera umráðandi, at ung við rúsevnistrupulleikum koma í viðgerð skjótast gjørligt, og áðrenn trupulleikin gerst ov stórur og veruliga fær fastatøkur á teimum, heldur Blákrossheimið tRupulEIkaR Blákrossheimið hevur tvær høvuðs­ up p gávur. Onnur er avrúsan, og hin er viðgerð av rúsmisnýtarum. Um framt hetta hevur heimið sum lið í viðgerð til ­ boð um ambulan ta viðgerð, famil ju vi­ ð gerð og eftir við­ gerð. Endamálið er at royna fullkomið fráhald frá rús­ evnum Fakta