mikudagur 5. mai 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
12
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Veðrið er til uttandura arbeiðið,
henda dagin í farna mánaði, tá teir
tríggir - Sálomon Christiansen,
Óli Olsen og Jónfríður Nielsen -
arbeiddu beint niðan fyri skúlan á
Glyvrum.
Arbeiðið teirra er væl skipað:
Sálomon Christiansen koyrir last-
bilin. Óli Olsen gravar, meðan
Jónfríður Nielsen situr í gravi-
maskinuni.
Frammanundan
arbeiðinum
er løgd ein nágreinilig ætlan fyri
liðugt gerðini. Ein part av henni
vóru teir tríggir í ferð við henda
dagin, tá umboð fyri Sosialin
koyrdu framvið.
Inn gjøgnum Runavíkina er
grivin ein grøv framvið gongu-
breytini, har káplarnir frá lofts-
linjunum verða lagdir í. Nú taka
teir so restina av asfaltinum upp.
- Og so er klárt at leggja nýtt
asfalt á gongubreytirnar, greiðir
Sálo mon Christiansen frá.
Hann hevur arbeitt tvey ár hjá
EM Asfalt. Áðrenn tað arbeiddi
hann á trolvirkinum í Fuglafirði.
Skjótt - og væl
EM Asfalt byrjaði sítt virksemi
longu í 1999, tá undir øðrum navni.
Men síðani 2003 er felagið vorðið
kent undir verandi navni.
Hyggur ein eftir teim arbeiðum,
sum menninir í fyritøkuni hava
útint hesi árini, er einfalt at síggja,
at talan er bæði um størri arbeiði
og smærri arbeiði. Millum tey stóru
a r beið ini hjá EM Asfalt var at as fal-
tera Norðoyatunnilin.
Hetta
arbeiðið,
sum
teir
tríggir byrjaðu uppá í Runavíkar
kommunu ein dagin í farna mánaði,
telist millum tey smærru.
Men Sálomon, Óla og Jónfinn
ynskja eisini at hetta arbeiðið skal
gerast skjótt og væl.
Frammanundan hesum arbeiði-
num beint við skúlan á Glyvrum,
hava teir arbeitt longur úti í Runa-
vík og inneftir fjørðinum.
- Men nú arbeiða vit so frá
Glyvra gjógv og úteftir, hartil sum
vit vóru komnir, greiðir Sálomon
frá.
Team-work
Tað eru onnur fólk í fyritøkuni enn
júst teir tríggir, Sálomon, Óla og
Jón finn sum vit møttu ein mikudag
í farna mánaði.
- Onkutíð eru vit fleiri, og onku-
tíð færri. Tað veldst alt um árs-
tíðina, greiðir Sálomon frá.
Hini báðir starvsfelagar hans ara
lata seg ikki nerva av, at ein mynda-
maður og tíðindamaður fáa eitt
stutt prát við Sálomon sum koyr ir
lastbilin.
Uppgávan hjá Óla er at grava til
og javna út, soleiðis at klárt verður
at leggja asfaltið á gonguteigin.
Jón finn hinvegin, tekur hegnisliga
tað brotna asfaltið upp í lastbilin.
Av sonnum team-work, má
sigast.
Halda avtalur
Av tí at talan er um úti arbeiði, eru
teir rætti liga bund nir av, hvussu
veðr ið skikk ar sær. Í vetur
hev ur kavin tarnað ar-
beiðinum nakað, men nú
tað várar og tað er vorðið
ljós ari, verður helst meiri
at gera.
- Um vit hava aðrar uppgávur
fyri framman? Jú, eg haldi bestemt,
at vit eru bookaðir nokkso langt
fram, sigur Sálomon.
Hann verður avbrotin í práti-
num, tí nú hava Óli og Jónfinn fylt
lastina við asfalti. Nú má hann
skunda sær at fáa lastina tømda.
- Tað viktigasta fyri okkum er
at gera arbeiðini væl og at halda
gjørd ar avtalur.
snorri@sosialurin.fo
Tríggir mans – eitt team
Glyvrar – Tað viktigasta fyri meg og fyri okkum er, at arbeiðini verða væl gjørd. Og at
vit halda gjørdar avtalur, sigur Sálomon Christiansen sum koyrir lastbil hjá EM Asfalt
EM Asfalt hevur hesi árini
luttikið í mongum ymiskum
arbeiðum, m.a. við at planera,
fresa, strika parkerinsgpláss
og vegir, eins og teir sópa vegir
og tøma ristir.
At leggja asfalt í
Norðoyatunlinum var eisini ein
uppgáva, sum fyritøkan loysti.
Vegalongdin er 6,3 kilometrar,
og til hetta arbeiðið vórðu brúk
so mong sum 10.500 tons av
asfalti.
Stjóri í fyritøkuni er Edvard
Mikkelsen, harav styttingin EM
Asfalt.
10.500
tons
Óli Olsen gravar og Jónfríður Nielsen grabbar
her á gongubreytinum á Glyvrum
Mynd: Jens Kristian Vang
GraBBar
Onkutíð
eru vit fleiri,
og onkutíð
færri. Tað
veldst alt um
árstíðina
- Vit arbeiða væl saman, sigur Sálomon Christiansen,
sum koyrir lastbil hjá EM Asfalt
Mynd: Jens Kristian Vang
TEaMWOrK