mikudagur 5. mai 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • mai 2010
Ford Mustang var
dreingja dreymurin
hjá Jákupi Eli á Lava
í Havn, sum hevur
keypt sær ein svartan
Mustang frá 1966
Eftir at hava leitað í longri tíð á
internetinum fann Jákup Eli á Lava
fram til tann rætta bilin, sum stóð
til sølu í Florida. Hann kontaktaði
ein dana sum býr í USA, sum segði
gott fyri bilinum.
Bilurin, sum hevur 4,9 litra
V8 motor og 302 hk er í góðum
standi og hevur fingið føroyskar
nummarplátur.
Ford Mustang kom av fyrstan
tíð á marknaðin í 1964. Framleiðslan
byrjaði í Dearborn í Michigan tann
9. marts 1964, og bilurin kom á
marknaðin tann 17. apríl.
Mustang hava verið gjørdir øll
árini síðan tá. Tann sum verður
gjørdur í dag er fimta generatión,
ið varð presentaður í 2005 og kom
á marknaðin í 2006.
Jákup Eli á Lava við sínum 44 ára gamla Ford Mustang, sum hann hevur keypt úr Florida
Motorurin er ein 4,9
litra V8 við 302 hk
Bilurin sær gott út og er í góðum standi
Mustang var
dreingjadreymurin