mikudagur 5. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
Sosialurin
Leo Poulsen
Nógv hevur verið sagt og
skrivað um Fróðskaparsetrið
seinastu árini, og við skiftandi
samgongum
er
skiftandi
dentur lagdur á at styrkja
heimligu útbúgvingarnar.
Møguleikarnir
seinnu
árini fyri ymiskum útbúgv
ingum hevur verið vaksandi,
og føroyingar síggja góðar
møguleikar í at gera sín
lesnað í Føroyum.
Ein
teirra
er
Eirikur
Lützen, sum er lesandi inn
an KTverkfrøði á øðrum
ári, og hann sigur soleiðis
um avgerðina at lesa á Fróð
skaparsetrinum heldur enn á
universiteti uttanlands:
Tá eg fór at leita eftir
universitetum sum bjóða
fram KTverkfrøði, byrjaði
Fróðskaparsetrið at bjóða
tað sama. Tí var tað ein løtt
avgerð fyri meg at lesa í
Føroyum.
Hann heldur, at tað finn
ast fleiri fyrimunir við at lesa
í nærumhvørvinum.
Fyrst og fremst eru
flokkarnir lítlir, og tað merkir,
at lærararnir hava nógv
betri tíð til hvønn einstakan
lesandi. Hartil hevur tað víst
seg, at lærararnir eru ógvu
liga hjálpsamir, eisini um tað
er uttan fyri teirra egna fak.
Tú kanst næstan siga, at teir
taka sær tíð til einatímar,
sigur Eirikur Lützen.
Hann vísir eisini á, at
við at lesa í Føroyum nýtist
tær ikki at byggja upp eitt
nýtt
sosialt
netverk,
og
fakliga er Fróðskaparsetrið
minst á støði við universitet
uttanlands.
Eg var og vitjaði eitt
universitet í Rio de Janeiro,
og sjálvt um hetta var eitt
av teimum smærru universi
tetunum, bar væl til at villast.
Eg sat eisini inni í nøkrum
tímum, og fakliga eru vit í
Føroyum minst á teirra støði,
sigur Eirikur Lützen.
Ynskiligt við kollegie
Tað
eru
vælsaktans
tey
fægstu sum vita, at Fróð
skap arsetrið eisini umfatar
útbúgvingarnar til pedagog,
lærarar og sjúkra røktarfrøð
ingar, men so er. Hetta merkir
eisini, at samlaða talið av
lesandi á Fróðskaparsetrinum
liggur um 450, og eftir summ
arfrítíðina vóna og vænta tey,
at talið fer upp um 500.
Vit
rokna
við
200
nýggjum
lesandi
eftir
summarfrítíðina,
og
við
teimum umleið 150, sum
verða liðug í summar, vænta
vit,
at
komandi
skúlaár
verða tað 500 lesandi á
Fróðskaparsetrinum, sigur
Rúna Hjelm, setursskrivari.
Í flokkinum, har Eirikur
Lützen gongur, eru fýra
lesandi eftir at teimum 12,
sum byrjaðu fyri tveimum
árum síðani.
Men tað er púra vanligt,
at fólk falla frá. Tey eru
mong, sum ikki reiðiliga vita,
hvat tey vilja, og so prøva tey
seg bara fram, sigur Eirikur
Lüten.
Hann sigur, at útbúgvingin
er nakað broytt síðani hann
byrjaði fyri tveimum árum
síðani.
Nú verður minni dentur
lagdur á stødd alisfrøði og
elektronikk, og meiri dentur
lagdur á software, sigur
Eirikur Lützen.
Tað er kortini eitt øki, at
hann kundi ynskt sær betri
umstøður.
Vit mangla eitt kollegie,
har
tey
lesandi
kunnu
búgva. Sum nú er, er tað ein
fyrimunur hjá havnarfólkii
at lesa á Fróðskaparsetrinum.
Áðrenn undirsjóvartunnilin
til
Klaksvíkar
kom
var
ein
lesandi,
sum
mátti
upp klokkan fimm hvønn
morgun, fyri at taka ferjuna
yvir til Leirvíkar. Tó skal
sigast, at frástøðan minkar
alsamt, og tað gerst lættari og
lættari at búgva aðrastaðni
og lesa í Havn, sigur Eiikur
Lützen.
leo@sosialurin.fo
Fleiri fyrimunir á
Fróðskaparsetrinum
UNIVERSITETSÚTBÚGVING Ein av fremstu fyrimununum við at velja
Fróðskaparsetrið fram um útlendsk universitet er, at flokkarnir eru smáir,
og at lærararnir tí hava nógv betri tíð til hvønn einstakan lesandi
Útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum 2010:
Lívfrøði, Jarð- og havfrøði, KT-verkfrøði, Lærari,
Námsfrøði, Sjúkrarøktarfrøði, Samfelagsvísindum,
Søga og Stjórnmálafrøði.
Kunningartiltak í Miðlahúsinum
6. mai kl. 19.30
Fyribils skrá:
kl. 19.30 Tónleikur við Guðrið Hansdóttir og vælkomst
við rektaranum Jóan Paula Joensen
kl. 19.45 Føroyamálsdeildin
kl. 20.00 Føroya Læraraskúlin
kl. 20.15 Náttúruvisindadeildin
kl. 20.30 Tónleikur
kl. 20.45 Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
kl. 21.00 Søgu og samfelagsdeildin
kl. 21.15 Spurningar og tónleikur við Guðrið Hansdóttir
kl. 21.45 Liðugt
VIÐMÆLI
Eirikur Lützen, sum lesur til KT-verkfrøðing,
viðmælir av fullum huga ungum føroyingum
at lesa á Fróðskaparsetrinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Rás2 sendir frá finaluni í
Kafé Kaspar leygarkvøldið
Leygarkvøldið frá kl. 21.30 til 24.00 sendir Rás2 beinleiðis frá Hotel Hafnia,
har finalan í ársins singer/songwriter kapping er á Kafé Kaspar. Vertir eru
Barbara Holm og Mirjam Pætursdóttir.