mikudagur 5. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
14
Sosialurin
Sosialurin skrivar hósdagin
29. apríl um eina sera áhuga
verda kanning hjá Hera á
Rógvi, búskaparfrøðingi, um
prísmun millum Føroyar og
Danmark.
Neyðug kanning
Slíkar kanningar koma væl
við hjá okkum í Føroyum. Tær
áttu at verið gjørdar javnan,
so vit kunnu fylgja gongdini.
Vónandi kunnu brúkarar,
handlandi og politikarar gera
sær nakrar hóskandi tankar
út frá kanning sum hesari.
Kanningin staðfestir, at
stórt sæð allar vørur í Før oy
um eru væl dýrari í Føroyum
enn í Danmark.
Tíbetur staðfestir Heri á
Rógvi sambært Sosialinum
eisini, at brennievni er væl
bíligari í Føroyum enn í Dan
mark.
Ógrundaður ivi
í kanningini
Kortini undrar tað, at Heri á
Rógvi á síðu 16 í Sosialinum
skoytir hetta uppí:
»Í Føroyum eru avgjøldini
nógv lægri enn í Danmark.
Verða prísirnir ruddaðir fyri
avgjøld, er tað ógvuliga iva
samt um prísurin á brenni
evni (gassolja til hús/virkir,
diesel og bensin til bilar,
HE) tá hevði verið bíligari í
Føroyum enn í Danmark«.
Henda iva skulu Heri
á Rógvi og allir aðrir før
oy ingar ikki sleppa at sita
leingi við.
Gassolja er bíligari
í Føroyum
Eg havi áður víst á, at gassolja
– hon fer til sethús og virkir
– er væl bíligari í Føroyum
enn í Danmark. Tað er eisini
myndin, tá skattir og avgjøld
eru tikin frá. Hetta skal eg
fegin endurtaka.
Talvan niðan fyri vísir
prís munin á gassolju, diesel
og bensin í Føroyum mótvegis
Danmark í prosentum, hetta
tá tølini eru reinsað fyri
skattir og avgjøld.
Vit síggja, at hóast skattir
og avgjøld eru reinsaði úr,
liggur gassoljan væl undir
dansk ar prísir. Diesel er eitt
lítið vet dýrari, meðan ben
sinið er dýrari.
Um Heri á Rógvi ella
onnur vilja vita meira, eru
fólk vælkomin at skriva á
hendrik@magn.fo ella ringja
á 237410.
Vit 140 starvsfólk á Magn
kunnu so einans vóna, at
tølini verða brúkt. Vit eru
sjálvandi errin av, at vit,
sum ein av teimum heilt fáu
fyritøkum í landinum, klára
at selja okkara høvuðsvøru
gassoljuna bíligari enn í
Dan mark – eisini tá reinsað
verð ur fyri skattir og avgjøld.
Ser liga nú kanningin hjá
Hera á Rógvi staðfestir, at
samstundis sum vit klára
hettar, so eru prísirnir á diesel
og bensin ikki nær námind so
langt yvir danskar prísir, sum
fleiri av hinum vørunum,
Heri á Rógvi viðger, vísa seg
at vera.
Kappingarráðið kannar
At enda kann eg leggja aft
urat, at Kappingarráðið í
løt uni kannar oljuprísirnar
í Føroyum. Tíverri er kann
ing in nógv seinkað, helst
vegna ov fáar ressourcir á
Kappingarráðnum. Vit síggja
fram til niðurstøðuna av
kann ingini.
Kanningin hjá Hera á
Rógvi staðfestir í hvussu so
er, at sammett við Danmark
liggja oljuprísirnir í Føroyum
í tí absolutt sobra endanum
sammett við aðrar prísir her
í landinum.
Týdningarmesta vøran, ið
eisini er høvuðssøluvøran hjá
Magn, liggur sum sagt undir
donskum prísum! So er tað
staðfest.
Hendrik Egholm
stjóri á Magn
Eingin ivi: gassolja væl
bíligari í Føroyum
Sum helst einasta vøra av týdningi í landinum er gassolja til sethús og virkir bíligari
í Føroyum enn í Danmark, eisini tá reinsað verður fyri skattir og avgjøld
Kjak
1. mai 2010
Miðal 2009
Bíligari gassolja
-10,30%
-8,30%
Dýrari diesel
2,80%
6,90%
Dýrari bensin
8,60%
12,80%
Tunnlar
norð um
fjall
So langt so gott, men eg
haldi, at her má onkur
mis skiljing verða komin
í, tí tað verður bert tosað
og skrivað um tunnlar
norð um fjall, meðan tann
størsti ferðsluvandin, sum
er vegastrekki Viðareiði –
Hvanna sund ikki verður
nevnt við einum orði,
nú so nógv stríð er um
íløgur.
Tunnlarnir norð um
fjall
eru
so
sanniliga
átroðkandi at fáa gjørdar,
men eg meti tað sæð út frá
einum trygdarsjónarmiði
soleiðis,
at
tunnilin
Viðareiði
–
Hvanna
sund má gerast áðrenn
tunnlarnir norð um fjall,
tí vit tosa um her trygdina
hjá teimum, sum dagliga
koyra hetta vega strekki.
Mín inniliga áheitan
á politisku skipanina er
hon, játtið fyrst pening
til
tunnil
Viðareiði
–
Hvannasund og haraftaná
tunnlar norð um fjall,
tí teir tunlarnir eru so
sanniliga ótíðarhóskandi
og eiga at fáa høga
raðfesting.
Jógvan Nybo
Kommunustýrislimur
Viðareiði
Síggi, at
Kári á Rógvi
hevur lagt
uppskot fram
á tingborð
um at avtaka
lógina um
tunnlar norð
um fjall, men
fyribils sæst, at
rættarnevndin
mælir frá at
samtykkja
hetta uppskot.
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
Jørgen Niclasen er nokkso stuttligur
»Útreiðsluneutralt!«
Tað sigur Jørgen Nicla
sen – tvs. at tá ein lands
stýris maður kemur í úrtíð
við einum dýrum uppskoti,
so skal hann sjálvur finna
pengarnar
við
at
spara
aðrastaðni innan fyri sítt
egna øki.
Okkara góði Jørgen leggur
so eitt uppskot fyri tingið um
granskingarsáttmála við ES.
Hetta kostar landskassanum
30 mió kr. yvir 4 ár. Tær
fyrstu 7 longu í ár.
Men Jørgen ætlar sær
ikki at betala, tí hetta um
»út reiðslu neutralitet«, tað er
ikki galdandi fyri Uttan ríkis
ráðið. Tað er bara galdandi
fyri øll hini. Hann eigur
hetta dýrabæra uppskotið
–
men
ikki
fíggjarligu
ábyrgd ina. Tað er ókey, at
»uttanríkisráðharrin« slepp
ur til borðs í Bruxelles. Men
eftirsum
Helena
annars
hevur við granskingina at
gera, so má hon betala.
Tó tað gongur ikki. Hon
kann ikki skera burtur úr
fólkaskúlanum fyri at geva
Jørgeni at flagga við!
So finnur Jørgen útav, at
landskassin eigur ein ekstra
kassa, sum partamaðurin og
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum situr á. Fínt,
heldur Jørgen, sparing og
sparing, hvat er tað millum
vinir – eg fái Jacob at betala
hesar fyrstu 7 miljónirnar.
Tann tíð, tann sorg við hinum
23 miljónunum.
Soleiðis blívir hetta »út
reiðsluneutralt« á la Jørgen
Niclasen.
Men
mark
skal
vera
fyri stuttleikanum, heldur
Jørgen.
Uppskotið
hjá
Helenu, um at vit mugu taka
300 næmingar eyka inn á
miðnámsútbúgvingarnar
– heldur enn at senda tey
út í arbeiðsloysi í heyst ella
ekspedera tey út av land
inum – tað skal vera ordiliga
»útreiðsluneutralt«!
Sjálvt um øll í landsstýr
inum – við Kong Kaj á odda
– svóru at gjalda fyri, at ung
dómurin skuldi sleppa í skúla,
so setir Jørg en nú knyklar
í brýr, og krevur ordiligan
»útreiðsluneutralitet«
av
Helenu: vil hon brúka pengar
til eyka skúlapláss til tey
ungu, so má hon betala tað
sjálv. Tvs. inn í fólkaskúlan
eftir pengunum!
Jørgen fær fría mikrofon
at undirhalda við hesum í
Kringvarpinum, fyrradagin
í sjónvarpinum og í gjár í
útvarpinum. Sum ein ann
ar Jákup Veyhe, ja hann
fær nógv betri tíð enn teir
stuttligu
minuttirnir
hjá
Jákupi fríggjamorgun!
Vit flenna eftir Jákupi.
Men taka vit Jørgen í álvara?
Er tað so lætt at fuppa fólk?
Nei, ha?
»Útreiðsluneutralt«
– ikki galdandi fyri
Uttanríkisráðið...