mikudagur 5. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
14
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Teymavirkið í Runavík, sum Ove
Berg, sáli, í sínari tíð legði lunn
ar undir, er í dag ein stór fyri tøka,
sum umframt at hava fram leiðslu
og sølu av øllum línu reiðskapi,
eisini eigur stóra hand ilsbygningin
Berglon í Runavík.
Berglon er eitt handilshús, sum
er ein samanrenning av trim um
handlum í økinum, harav út gerð ar
búðin Teymar er ein.
Gólvvíddin í øllum húsinum er
tilsamans 1760 fermetrar, men av
hesum eru eisini goymsla, skriv
stova og starvsfólkarúm.
Hand ils hølini er um
leið 1200 fermetrar.
Tá felagið fyri
fá um árum síð an
bygdi nýggjan og
stóran fram leiðslu
bygning
í
Søld
ar firði, flutti øll
fram leiðslan, sum
var í Runa vík, inn
til Søldar fjarðar, har
nøkur fólk arbeiða
í fram leiðsluni av línu
rygg um og teymum.
Men gamla Teymavirkið
er væl størri enn so, tí
fyri longu nøkrum
árum síðan
keypti fyri tøkan eisini Trolog
Snørisvirkið í Klaksvík, sum síð an
hevur verið partur av hesi fyri
tøku.
Rúni Berg, stjóri, sigur, at fram
leiðslubygningurin í Søldarfirði um
út við 2000 fermetrar stórur.
– Gólvvíddin í niðaru hæddini
er 1500 fermetrar, og síðan er gólv
í einum triðingi av ovaru hæddini,
soleiðis at samlaða gólvvíddin er út
við 2000 fermetrar tilsamans, sigur
hann.
Stórur útbjóðari
Teymavirkið er nógv tann
størsti framleiðarin,
útbjóðarin og veit
arin av línu reið
skapi í Føroy
um og selir
so leiðis
ein
stór an
part
av út gerðini
til føroysku
línuskipini
og út róð rar
bát ar nar.
Rúni Berg,
stjóri, sigur, at
árið í fjør roynd ist vánaligt, tá ræð
ur um útgerð til línu og út róð rar
flotan. Hinvegin er líkt til, at árið
í ár kanska fer at roynast heldur
fræg ari.
Stjórin vísir á, at størsti part urin
av framleiðsluni hjá Teyma virk
inum verður seldur í Før oy um, men
felagið leverar eisini línu reiðskap til
skip og bátar í øðrum londum.
– Tað eru serliga teymarnir hjá
okkum, sum ordiliga hava sligið
ígjøg num kring um okkum – og
víða um heimin.
Hann heldur, at umleið ein helm
ingur av teymunum, sum virk ið í
Søldarfirði framleiðir, verða seldir
í Føroyum – og hin helmingurin av
landinum.
– Vit hava gjørt nokso fitt burt
ur úr hesum, og nú er veru lig gongd
komin á søluna uttan lands.
Rúni Berg sigur, at Teyma virkið
eisini er í holt við at gera umheimin
betri kendan við lín una, sum virkið
framleiðir.
– Eg veit ikki ordiliga, hvat tað
er sum ger, at teymarnir hjá okkum
eru so umtóktir og hava sligið so
væl ígjøgnum úti á markn aðinum.
Vit tvinna teir øðrvísi enn hinir,
sum vit kappast við. Teymarnir eru
stívir og góðir, og so eru teir eisini
kappingar førir í prísi, leggur
hann aftrat.
»Loyndarmálið«
Rúni Berg dylir ikki fyri, at Teyma
virkið hevur verið meiri »aggres
sivt« við marknaðarføringini av
teym unum, og hetta hevur nú veru
liga víst seg at geva úrslit.
Spurdur nærri um »loyndar
mál ið« aftanfyri umtóktu teym ar
nar, sigur stjórin, at allir teym arnir
verða framleiddir úr polyester.
– Teir eru sera væl dámdir, tí teir
eru væl snúraðir við góðum
strekki, sum hann tekur
til. Hetta ger, at teym
arnir eru stívir og standa væl út frá
línurygginum, sum aftur ger, at teir
ikki so skjótt snúðrast um ryggin,
sigur Rúni Berg.
Teymavirkið keypir rávøruna
í stórum. Hon kemur vanliga í 40
fót bingjum, og tilfarið í eini slíkari
bingju liggur vanliga um eini 26
tons hvørja ferð.
Føroyskir teymar
um allan heim
FRAMLEIÐSLA Teymavirkið í Runavík, sum í dag hevur sína framleiðslu í stórum
framleiðslubygningi í Søldarfirði, framleiðir allan línureiðskap. – Árið í fjør var vánaligt við
sølu av hesum reiðskapi, men árið í ár er heldur frægari, sigur Rúni Berg, stjóri
... teymarnir eru væl
snúraðir við góðum strekki.
Hetta ger, at teir eru stívir og
standa væl út frá línu rygg
inum, sum aftur ger, at teir
ikki so skjótt snúðrast um
ryggin...
Rúni BeRg
STJÓRIN
– Samanlagt verður størsti parturin av
framleiðsluni hjá okkum seldur í Føroyum, men
vit levera eisini línureiðskap til skip og bátar
í øðrum londum, sigur Rúni Berg, stjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen