Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • mai 2010 Model S verður ein kollvelting Við næstan 300 hk og 0-100 km/t upp á 6 sekund og eini toppferð uppá næstan 200 km/t verður amerikanski Tesla Model S ein kollvelting innan elbilar. Bilurin koyrir 480 km upp á eina løðing og battaríini kunnu løðast upp á einans 45 minuttir Tað sær út til, at tað verður nýggja bilverksmiðjan Tesla Motors í USA, sum fer at yvirhála teir flestu bilframleiðararnar hvat elbilum viðvíkur. Tesla Roadster hevur verið á danska marknaðinum í eina tíð, og um tvey ár kemur Tesla Model S, sum er ein sedan við fýra hurðum, á danska marknaðin. Model S hevur 292 hk el-motor, koyrir frá 0-100 km/t upp á 6 sekund, og kann koyra 480 km upp á eina løðing. Battaríini kunnu løðast upp á einans 45 minuttir. Í samrøðu við Bilradio á Rás2 segði Kim I. Madsen, sølu konsu- lent ur hjá P. Christensen sum um- boðar Tesla Motors í Danmark, at Tesla Model S eftir ætlan kemur á marknaðin um ársskiftið 2011/2012. Amerikanska verksmiðjan Tesla Motors Inc. varð stovnað í 2003 av verkfrøðingum frá háteknologisku háborgini í USA, Silicon Valley. Høvuðssætið hjá Tesla Motors er í Palo Alto í Kalifornia. Kim I. Madsen, sølukonsulentur hjá Tesla Motors í Danmark í samrøðu við Bilradio á Rás2 á framsýningini Biler i Bella Mynd: Birgir Waag Høgnesen Tesla Roadster á básinum hjá P. Christensen, sum umboðar Tesla Motors í Danmark Mynd: Birgir Waag Høgnesen Tesla Model S verður ein kollvelting, tá hann kemur á marknaðin um ársskiftið 2011/ 2012