mikudagur 5. mai 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Miðvikan
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
15
Øll manningin á Queen Victoria
varð bjargað, og tann stóra hetjan
í
hesum
sambandi
var
John
Johannesen, John á Bakkanum, úr
Vestmanna.
Hann bjargaði beinleiðis trimum
monnum frá tí vissa deyða, og
hann hevði í hvussu er ein stóran
– kanska ein avgerandi - leiklut í, at
restin av manningini varð bjargað.
Men sjálvur fekk hann deyðamein
av hesi hending og doyði tvey ár
seinni.
Tað hevur verið roynt at fáa
meira at vita um John. Men tað
hevur ikki verið lætt. Fyri tað fyrsta
doyði hann so skjótt. Hann var
ógiftur, og hevði tí ongar beinleiðis
eftirkomarar, sum kunnu spyrjast.
Hetta er eisini so langt síðani, at tey
flestu, sum kendu John eru deyð.
Men tað finst tó ein sjófartsbók
hjá John í ættini. Her sæst, at hann
tann 22. juni 1925 mynstraði á
Seyðisfirði við Storholmen. Navnið
sigur, at hetta helst er eitt norskt
skip. Hildið verður, at teir hava
verið á sildaveiðu.
John tykist ikki at hava fingið
nakran almennan heiður, hóast
nokk so nógvir føroyingar hava
til dømis fingið Carnegie-heiður-
merkið, sum verður latið fyri bjarg-
ingaravrik. Hansara avrik tykist
ikki heldur at hava verið nevnt í
bløðunum, har hendingin sum so
er umrødd. Á landsskjalasavninum
er nakað tilfar um Queen Victoriu,
men einki serstakt um John.
Her kann í fyrsta umfari ikki
gerast annað enn at lýsa hansara ætt
og ættarsøgu. Keldurnar eru Jákup
í Gerðinum, ættaður úr Vestmanna,
og Føroya Siglingarsøga.
Foreldrini hjá John vóru Hanne
Pauline Margrethe f. Michelsen
(1871-1946) og Johannes Johannesen,
seinni Vørmadal, (1877-1959), bæði úr
Vestmanna.
John var næstelstur av systkj-
unum. Eldri var Malvina Jacobine
Olvine Sophie (1897-1968), vanliga
kallað Malla.
Hon giftist til Havnar við Óla
Arge, Bil Óla, og vóru tey foreldur
til millum onnur til Niels Juel
Arge. Einkjan eftir Niels Juel,
Petra, greiðir frá, at Malla ofta
tók til syndarligu lagnuna hjá
beiggjanum.
Næstur John var Johannes
Martin Johan Hjalmar Ivan (1902-
1981), vanliga kallaður Jóhannes á
Bakkanum ella sjaførurin, tí hann
koyrdi lastbil, vist fyrsta lastbil í
Vestmanna. Hann varð giftur við
Mariu Elisabeth f. Simonsen (1912-
1977.) Hon var ættað úr Sørvági og
varð vanliga kallað Sørvágs Maria.
Fjórði í røðini var Karl Arne
Fredag, kallaður Arne (1904-1969).
Hann var ógiftur.
Fimta av systkjunum var Johan
Jacob Faber Vørmadal (1906-1993),
róptur Johan.
Yngstur var Ernst Johan Sophus
(1912-1977.)
Abbin fórst á sjónum
Pápi John, Johannes, skuldi føra
Borghild, sum Ólavur á Heygum
keypti úr Hull í 1901. Jóannes
var eftir henni, men fyrsta ella
annan túrin undir Føroyum varð
Borghild ásigld av Suðuroynni á
Norðhavinum.
Borghild fekk so stóran skaða,
at hon sakk beinanvegin. Pápi
skiparan, sum eisini æt Johannes,
beiggi skiparan Johan, og Jákup
Jacobsen úr Kollafirði druknaðu.
Sagt verður í Dimmalætting, at
skiparin royndi tað hann kundi at
bjarga hinum og eisini pápanum.
Men »denne havde sikkert tabt
bevidstheden og var ikke til at
løsrive fra storriggen paa Borghild,
til hvilken han havde klamret sig.«
Keypti skip
Johannes Vørmadal keypti Portland
í 1937 úr Grimsby og gav skipinum
navnið Realist. Tað varð brúktur til
snurriváðveiðu í Norðsjónum.
Í 1940 varð Realist latin til eitt
partafelag hjá synum hansara Arne,
Johan og Ernst saman við svági
teirra Óla Arge, sum var reiðari á
skipinum.
Johannes førdi Realist til 1941, tá
ið sonur hansara Johan loysti hann
av og førdi bátin fram til 1948. Tá
varð báturin seldur til Einar Waag
og aðrar, og hann gjørdist seinni til
Føroya Bjór. Undir krígnum sigldu
teir við fiski til Onglands.
Jóannes legðist uppi, táið hann
fór av Realist. Men so leingi hann
orkaði, róði hann út og arbeiddi á
landi.
Johan tók skiparaprógv veturin
1940/41. Hann fór fyrstu ferð til skips
við einum norskum sildabáti, sum
pápi hansara førdi. Síðan var hann
við Mariu, Havfrúnni, Emanuel og í
1936 við hvalabátinum Falki.
Eftir kríggið sigldi hann við
ymiskum skipum og trolarum,
men starvaðist síðani í mong ár
sum
havnarumsjónarmaður
í
Vestmanna.
Um svágin Óla Arge kann sigast,
at hann var sonur Óla Arge, sum
var framúr grótmaður, og sum
hevur gjørt fleiri minnisvarðar
yvir farnar sjómenn bæði í Íslandi
og Føroyum.
Yngri Óli Arge, kendur sum Bil-
Óli, fór til skips nýkonfirmeraður
við tí fyrsta Smirli. Í 1926 fekk hann
sær koyrikort og bil. Í 1930 fekk hann
sær kiosk, og í 1936 var hann ein av
partaeigarunum í felag, sum fór at
reka hvalaveiðu. Av nýhugsanum
kann nevnast, at hann eina tíð
hevði almenna baðstovu. Hann
var ein virkin maður, og hansara
eftirkomarar hava eisini sett síni
spor í Føroyum.
Meira um Queen Victoria
Um forlissið av Queen Victoria
er okkurt at finna á landsskjala-
savninum. Millum annað finst eitt
yvirlit yvir tað, sum varð bjargað av
skipinum.
Tað kann vera áhugavert at
endurgeva listan:
2 Storsejl, 2 Mesansejl, 2 Stag-
fokker, 1 Stormklyver. 1 Femdugs-
klyver, 1 Syvdugsklyver, 1 Storbom,
1 Storgaffel, 1 Mesangaffel, 1 Pikfald
til Storsejlet, 1 Klofald til Storsejlet,
1 Storskøde, 1 Pikfald til Mesanen,
5 Pikfaldsblokke til Storsejlet,
1 Klofaldsblok til Storsejlet, 2
Stødtaljeblokke, 1 Storskødsblok,
2 Pikfaldsblokke til Mesanen, 2
Klofaldsblokke til do., 1 Stødtalje,
ca. 25 Favne 1½” Manila, ca. 24 Favne
3½” Manilla, 1 Storbaad, 1 Ks. Krudt
5 Kg, 3 Tdr amerikank Saltkød,
5 Ks. Kiks 25 Kg, 4 Sk Flormel á
65 kg, 1 Sk. Rugmel á 50 kg, 150 kg
margarine, 15 kg br. Kaffe, 24 stk 2½
lbs Snører, 12 stk Teinasnøre, 15 Stk
Fiskelodder, 20 Stk. 14” Lampeglas,
15 stk. 10” Lampeglas, 2 Bøsser,
dobbelte Bagladere Kal. 16, 1 do. Kal
12, ca. 25 kg Hagl, 1 Kompas, 1 Gryde,
1 grønt Sidelys, 5 Tdr Raaolie, 1 Td.
Smøreolie.
Hetta er nokk so áhugavert. Ikki
minst at síggja alla seglútgerðina,
sum var tá. Hetta var vist alt selt
á uppboði. Tað sum kom inn, varð
brúkt til at gjalda útreiðslurnar av
fólkinum. Tað komu inn kr. 1.308.
Umframt varð vrakið selt fyri kr.
600.
Flutningurin
heim
kostaði
tilsamans kr. 1.234. Av hesum
vóru kr. 579,64 fyri ferðaseðlar við
Botniu. Kr. 300 kostaði flutningurin
til Reykjavíkar.
Hvør var hetjan
John á Bakkanum?
Í seinastu Miðviku høvdu eina frásøgn um, tá ið Queen Victoria fór
á land í Meðalandsbuktini í 1931. Men hvør var John?
Beiggjarnir hjá John á Bakkanum f.v. Johannes, Johan og Arne
Meðalandssandurin sær hugnaligur út í góðum
veðri. Men hann kann vera sera lumpisligur
Framhald á síðu 16, 21 og 22
Mikudagur 5. mai 2010