Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen – Vit hava líka sum styrkt felagið til framtíðina. Árið í fjør var strævið hjá nógvum byggifyritøkum, og soleiðis var eisini hjá okkum. Vænt andi er eisini, at árið í ár verður eitt sindur strævið. Í mars mánaði gjørdust vit fimm eigarar í fyritøkuni í mun til tveir, og vit tvífaldaðu eisini partapeningin í Sp/f Smíðlist. Trygvi Mortensen, stjóri í Smíð­ list, sigur, at teir nú eru tríggir, sum eiga 75% av fyritøkuni, meðan tveir aðrir partar eiga seinastu 25%. – Eg kom uppí fyritøkuna mið­ skeiðis í 2009, og fram til í mars í áttu Kári Kristiansen og eg parta­ peningin í felagnum. Nú eru tað so vit saman við trimum øðrum, sum eiga felagið Sp/f Smíðlist, sigur hann. 17 í starvi Nógv hevur verið frammi um, at byggivinnan í Føroyum ikki hevur tað so gott í hesum tíðum, men alt bendir á, Smíðlist gongur ljósari tíðum ímóti. – Vit eru umleið 17 fólk í fyri­ tøkuni í løtuni, og vit hava nóg mikið at gera alt hetta árið. Harumframt eru nógvir fyri spurningar um ymisk arbeiði. Trygvi Mortensen sigur, at tey størstu arbeiðini, sum Smíðlist í løtuni hevur í gongd, eru út bygg­ ingar av Stranda skúla og byggingin av barnaskúlanum við Gøtugjógv. – Hetta er í báðum førum stór arbeiði, sum krevja nógva orku og planlegging. Smíðlist ger bara timburarbeiði, men hevur undirveitarar til aðrar uppgávur, sum eru partur av verkætlanum, ið felagið hevur um hendi. Stórt og smátt Stjórin í felagnum sigur, at ein stórur partur av virkseminum hjá Smíðlist hevur verið at bygt sethús, og í løtuni hava teir eini stór sethús í gerð í Vágum. – Vit gera uppgávur um megin­ partin av landinum. Fyri at vísa á, at felagið bæði tekur sær av tí stóra og smáa, sigur hann, at teir eitt nú hava umvælt og sett í stand eina meiri enn 100 ára gamla song. – Sjálvandi er hetta ikki nakað, vit liva av, men eg sigi hetta til stuttleikar og bara fyri at vísa á, at uppgávurnar spenna rætti liga víða, leggur Trygvi Morten­ sen aftrat. Hann sigur, at tað »smittar« av sær, sum hann tekur til, tá felagið sum nú byggir eini sethús í Vágum. – Vit fáa nógvar fyrispurningar um sethúsabygging, eisini úr Vág­ um. Tá fólk heita á okkum um slíkar uppgávur, fáa tey altíð eitt tilboð og ta ráðgeving, tey ynskja. Hetta merkir tó ikki, at vit fáa øll arbeiði, vit geva tilboð uppá. Príslegan kann jú eisini ávirkast av, hvussu nógv vit hava fyri hendurnar, tá spurt verður. Men fólk eru altíð vælkomin at venda sær til okkara – um allar møguligar timburuppgávur. Stjórin heldur, at frægari er vorð ið við sethúsabygging í løtuni, enn tað hevur verið. – At síggja til er rímiligt virk­ semi við sethúsabygging kring um, leggu hann aftrat. Góðar umstøður Smíðlist hevur góðar um­ støður, har felagið húsast í stórum leigaðum og rúmligum hølum á Rituvíkarhálsi. Hetta er bygningurin, har Shell áður helt til, og sum nú verður brúktur til virksemið hjá elemenfyritøkuni. Í dag eigur Frithleif Olsen í Rituvík bygn ingin, sum er umleið 900 fermetrar stórur, og økið uttan um er einar 3000 fermetrar stórt. – Hóast vit hava nóg mikið at gera í 2010, verður árið í ár neyvan nakað gullár kortini, men vit vóna, at gongdin verður betri í 2011, sigur Trygvi Mortensen, stjóri í Smíðlist. vilmund@sosialurin.fo Smíðlist styrkt seg fíggjarliga HANDVERK Byggifyritøkan Smíðlist, sum húsast á Rituvíkarhálsi, hevur nú fimm eigarar. – Nú hava vit styrkt fyritøkuna fíggjarliga, og vit hava nóg mikið at gera alt hetta árið, sigur Trygvi Mortensen, stjóri í Smíðlist ... hóast vit hava nóg mikið at gera í 2010, verður árið í ár neyv­ an nakað gull­ ár kortini, men vit vóna, at gongdin verður betri í 2011... TrygVi MorTensen STJÓRI Trygvi Mortensen er stjóri í Smíðlist, sum húsast í stórum og leigaðum hølum á Rituvíkarhálsi Eitt av teimum stóru arbeiðunum, sum Smíðlist í løtuni er í holt við, er útbyggingin av Stranda skúla