mikudagur 5. mai 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
mai 2010 • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • BILAR 15
Elbilarnir nærkast í stórum um
okkara leiðir, eitt nú er el-sport-
bilurin Tesla Roadster komin á
danska marknaðin, og um eitt ár
kemur elbilurin Renault Fluence
á marknaðin, umframt at aðrir
smærri elbilar eisini eru á danska
marknaðinum.
Donsku
tryggingarfeløgini
hava ikki verið serliga hugað fyri
at tryggja hesar bilar. Bert nøkur
heilt fá tryggingarfeløg bjóða seg
fram til at tryggja teir. Tað sum
fær tryggingarfeløgini at halda seg
aftur, er at alt hetta við eldrivnum
akførum er nakað nýtt og ókent.
Eingin veit rættiliga, hvat tað
kostar at umvæla bilarnar. Hóast
teir eru frítikinir fyri avgjøld,
eru teir lutfalsliga dýrir og dýrir
at framleiða. Battaríini eru stór
og dýr. Tey viga millum 150 og
250 kg og kosta frá 70 til 100.000
krónur ella meira enn tað. Ofta
eru battaríni ikki við í prísinum,
tá bilurin verður keyptur frá
bilasøluni, men tey verða leasað frá
øðrum feløgum. So har eru nógvir
tekniskir spurningar at taka støðu
til hjá tryggingarfeløgunum.
Tummas Pauli av Reyni frá
tryggingarfelagnum Trygd sigur,
at teir hava ikki nakað heilt klárt
produkt til elbilar, tí eingin veit
hvat tað kostar at umæla hesar
bilar. Um ein elbilur kemur út fyri
einum ógvusligum samanstoyti
ella fer út av vegnum við nógvari
ferð, vita vit ikki hvat kann henda.
Battaríini liggja í vesku, og um hol
kemur á sjálvan battaríkassan, kann
vandi fyri eldi verða til staðar.
Vit fylgja væl við hvat hendir
á økinum, soleiðis at tá elbilarnir
koma, eru vit klárir. Elbilar eru í
prinsippinum reinir og hava einki
CO2 útlát undir koyring, tí vilja vit
taka væl ímóti teimum.
Kemur ein kundi til okkum og
biður um eitt tilboð upp á at fáa ein
elbil tryggjaðan, skal hann heilt víst
fáa tað, sigur Tummas Pauli.
Elbilarnir
vælkomnir
Elbilarnir nærkast og verða helst ein partur av føroysku bilparkini um nøkur ár. Vit fylgja við hvat hendir á hesum
øki og vilja taka væl ímóti elbilunum, tá teir koma, sigur Tummas Pauli av Reyni frá tryggingarfelagnum Trygd
Tummas Pauli av Reyni frá
tryggingarfelagnum Trygd
Mynd: Jens Kristian Vang