Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Miðvikan 16 Framhald frá síðu 15 Í hesum døgum eru 50 ár síðani, at tað seinast frættist frá danska farmaskipinum »Hanne S«, sum tá var statt sunnanfyri Kappan í Grønlandi á veg til Danmarkar. Umborð vóru 18 fólk. Manningin var 15, og harafturat vóru trý ferðafólk. Kokkurin umborð var tann 25 ára gamli Tummas Zachariassen úr Streymnesi Tað var ikki meira enn eitt ár farið, síðan Hans Hedtoft hvarv við øllum fólkinum umborð og eisini tveimum føroyingum. Greitt varð frá hesum í Sosialinum í samband við, at 50 ár vóru liðin síðan hesa hending. Tí var tað skakandi, at tað aftur nú var eitt danskt skip á somu leið, sum ikki gav boð frá sær. Royndirnar frá árinum fyri vístu, at her var einki gott at vænta, og tað vísti seg eisini at vera so. Skipið hvarv við mann og mús. Í 2004 varð givin út ein bók um hesa hending. Mogens Bøeg Jensen, sum áður hevði siglt við skipinum, skrivaði bókina: »Sidste melding - kraftig storm M/S Hanne S forlis«, og varð hon útgivin av Marstal Søfartsmuseum. Til minnis um føroyingin, sum her fekk eina váta grøv, vilja vit, grund- að á hesa bók og tilfar frá familjuni, greiða frá hesi sorgarsøgu. Seinasti túrur Seinasti túrurin hjá skipinum byrjaði, tá manningin mynstraði í Svendborg hin 30. mars 1960, eftir at skipið hevði verið á verft í 57 dagar, har tað hevði fingið átta ára klassing. Tískil skuldi alt verið í fínasta lagi við skipinum. Skipið var 500 tons til støddar, longdin var 65 m og maskinan var 900 hk. Manningin var sum sagt 15 mans. Skiparin var tann royndi Erik Peter Marius Petersen, sum var 48 ára gamal. Hovmeistarin var Tummas, sum var kendur sum ein góður kokkur, og sum hevði orð fyri at vera ein »matkunstnari.« Tann 5. apríl fer »Hanne S« úr Svendborg til Keypmannahavnar, har skipið skal lastast. 9. apríl verður farið vestur í hav til Grønlands. Fyrsta havnin var Frederikshåb, og higar komu teir tann 20. apríl. Haðani verður farið til Nuuk, hagar tað longu kom dagin eftir. Fyrst verður lossað og síðani verður innskipað, so farast kundi aftur til Danmarkar. Hevði frætt um tann góða kokkin Trý ferðafólk skuldu við til Dan- markar. Ein av teimum var tann 26 ára gamli Jens Erik Jensen, sum hevði arbeitt hjá KGH í nøkur ár. Hann hevði bílagt sær ferðina heim við ferðamannaskipinum »Umanak« og hevði enntá innskrivað sítt viðføri. Men tá hann frætti, at »Hanne S« fór avstað undan »Umanak,« og hann eisini hevði frætt um tann fantastiska kokkin umborð, broytti hann hugsan og fór umborð á »Hanne S« einans við hondviðføri, meðan restin av viðførinum fór til Danmarkar við »Umanak«. Tað verður so farið avstað úr Nuuk tann 24. apríl við kós til Grønnedal, donsku marinustøðina. Hagar kemur skipið 25. apríl eftir at hava siglt í eitt knapt samdøgur. Dagin eftir verður byrjað at skipa upp. Síðani verður siglt tann stutta teinin til námsbýin Ivigtut, har lastin verður fylt við kryolit. Tá farið verður úr Ivigtut tann 27. apríl kl. 02.00 var samlaða lastin 848 tons, íroknað olju og aðra útgerð. Veðrið var als ikki so galið, men veðurforsøgnin boðaði frá meira vindi, upp í vindstyrki 7 eftir gamla skalanum og samstundis fall barometrið. Ættin var eystan, og sum frá leið kom vindstyrkin uppá 11, 30 m/sek, og í hvirlunum munandi meira. Tískil var rættiligt ódnarveður. Tað gekk seint við siglingini, og var ferðin sum frá leið bert 3 míl. Aldan var í miðal 17 metrar høg, so roknast kundi hava verið við brotum, sum vóru tvær ferðir so høg. Afturat storminum var so eisini vandin við ísi á hesum leiðum, hóast tað ikki sást nakað serligt til ís. Seinasta fráboðan um positiónin »Hanne S« boðaði seinast frá síni positión tann 29. apríl kl. 5.56. Tá verður boðað frá: »Total skydække, vind ONO. Styrke 11, sigtbarhed 2,2 sømil, stærk regn, + 4 Celsius.« Ferðin hevði verið 4,2 míl síðan midnátt. Tá eru teir einar 50 fjórð- ingar sunnanfyri Kappan við kós eysturyvir. Hetta er tað seinasta, sum hoyrist frá skipinum. Tann 1. mai fara so øll at órógvast, tí onnur skip høvdu hvørki sæð ella hoyrt nakað til »Honnu S«. So tað varð beinanvegin byrjað at kalla og at leita bæði frá sjónum og frá luftini. Tað var ein stórur floti, sum leitaði, eins og flogfør fóru á flog. Tann 1. mai var veðrið batnað, so møguleikarnir at leita vóru betri. Dagin eftir fann verjuskipið »Thetis« vraklutir, sum kundu verið av »Honnu S«, og skip vórðu beind á hesar leiðir at leita. Seinni funnu teir enn fleiri lutir, sum kundu verið av horvna skipinum. Sum frá leið minkaðu vónin um at finna nakran á lívi. Nógv bendi á, at skipið var farið, og møguleikin at lívbjarga sær undir slíkum um- støðum var sera vánaligur. Tann almenna leitingin helt eisini uppat tann 7. mai, tá øll vón var brostin. Føroysk skip í sama veðrinum Fleiri føroysk fiskiskip vóru stødd í hesum økinum í hesum illveðrinum. Eitt av teimum var »Marité«, sum Janus Petersen í Kollafirði var besti- maður á. Hann hevur greitt frá, at tað var eitt ræðuligt illveður og brotini vóru so stór, sum eingin áður hevði sæð. Janus var vísir í, at hevði eitt av hesum brotum rakt »Marité«, so høvdu teir ikki borið boð í bý. Á somu leið var »Yvonna.« Danska fiskiskipið »Hertha« við føroyskari manning var eisini statt har. Vónin brostin Táið reiðaríið A. E. Sørensen fekk almennu boðini um, at »Hanne S« mátti roknast fyri at vera burtur- gingin, fóru øll fløgg í Svendborg á hálva stong. Danski kongurin sendi samkenslufjarrit. Samstundis sendi reiðarin bræv til øll tey, sum varaðu av teimum farnu, har hann eisini lýsti sína samkenslu. Tann 10. mai hevði fólkatingið fund, og her var lýst tøgn í tveir minuttir fyri at minnast tey farnu, eins og tað vóru fleiri minningargudstænastur í býum, har manningin var frá. Almenn minningargudstænasta var Eitt 50 ára minni: Tummas úr Streymnesi gongur burtur við »Hanne S« Tummas Zachariassen gekk burtur á Kappanum fyri júst 50 árum síðani Tummas fekk somu lagnu sum pápabeiggjarnir tv. Tummas og Viggo, sum hann var uppkallaður eftir. Eftir at vera bjargaðir av Queen Victoria i 1931 doyðu teir í 1932 við Lauru Mikudagur 5. mai 2010