Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 18 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Týsdagin 4. mai 2010 varð Mary J. í Garði, stjóri í Nær­ verkinum, fimmti ár. Mary er ættað av Strond­ um og fór sum ung til Havnar í studentaskúla. Mary giftist við sínum ungdómskærleika Bergi í Garði. Saman eiga tey børnini Cristian og Mariu. Mary er úbúgvin sjúkra ­ røkt arfrøðingur og starv­ aðist nøkur ár innan hetta yrki. Harafturat hevur hon kandi datútbúgving í stra­ tegi, organisatión og leiðslu. Mary hevur seinastu nógvu árini havt leiðandi størv, har hon m.a. hevur verið controllari hjá sjúkra ­ hús stjór an um, settur sjúkra hús stjóri á Lands­ sjúkra húsinum, fíggjar­ stjóri í Almanna­ og heilsu ­ mála ráð num og fíggj ar­ og starvs fólka leið ari í Fiski­ mála ráðnum. Í 1999 varð Heimarøktin og Serforsorgin sett á stovn, og Mary varð sett sum stjóri. Stovnurin var ein sam an­ legging av Heima røkt ini, Heima sjúkra systra skip­ anini, Heilsu frøði skip anini fyri børn og Ser stovna ­ deild ini fyri autistar og menn ingar tarn að. Í 2003 varð eis ini Stuð uls fólka­ skip an in fyri vaksin og Deildin fyri sinnis veik løgd til stovnin. Í 2009 varð Heilsufrøðiskipanin flutt til Heilsumálaráðið, með an økið Børn & Ung varð flutt til Nærverkið. Í september 2006 fekk samanlagdi stovnurin navn­ ið Nærverkið. Nærverkið er í dag Føroya størsta arbeiðspláss við um­ leið 1600 starvsfólkum, ið veita tænastur til ein stór an part av borgarunum í Før­ oyum – bæði ung og gomul. At hava evstu ábyrgd av einum so stórum stovni er dagliga ein stór avbjóðing, ið Mary við sínum dugnaskapi, nærlagni, blíða lyndi og diplomatiska famferðarhátti megnar sera væl. Tá tað til tíðir leikar hart á, m.a. tá krav er um sparingar, kemur henn­ ara innara styrki til sjónd­ ar, og megnar hon at stýra støðuføst gjøgnum brota­ sjógvarnar. Við hennara professional­ ismu og væl grundaðu av ­ gerð um hevur Mary megn­ að at gera Nærverkið til ein vælvirkandi tæn astu mið­ depil, har allar Nær verks ­ tænasturnar í dag hava ein felags samleika. Samfelagið setir stór krøv til almennar væl ferð­ ar tænastur. Ey ð kennið hjá Nær verk in um er, at starvs fólk ið leggur dent á pro fessio nal ismu, dygd og nærleika, og tí er neyðugt áhaldandi at menna starvs ­ fólkini. Aðalmálið hjá Mary er at tryggja, at við skifta­ fólkini fáa best møguliga tænastu. Mary er sera tilvitað um, at fyritreytin fyri at kunna veita eina góða tænastu er, at starvsfólkini trívast og eru nøgd. Hon leggur tí áherðslu á at tryggja góðar arbeiðsumstøður. Hon er nærverandi og umhugsin og er altíð til reiðar at lurta. Vit ynskja Mary hjartaliga til lukku á degnum og góð ynski fyri framtíðina. Starvsfólkini á Meginskrivstovuni Mary J. í Garði, stjóri í Nærverkinum, fimmti Tøkk Hjartans takk tit øll, sum vístu samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Elsebeth Kristina Joensen So brádliga varð tikin frá okkum og heim til Harran. Takk tit øll, ið sendu heilsanir, ringdu og komu inn á gólvið, sendu blómur, kransar og gávur til Tvøroyrar kirkju. Takk tit øll, ið vóru um hana á Suðuroyar Sjúkrahúsi hennara stuttu sjúkralegu. Takk Jónsvein prestur fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni og takk tit øll, ið fylgdu henni til hvíldar undir Akurgerði. Fyri tey avvarðandi Inga, Johan og Pederbjørg “Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri.” Matt. 7,8 Tøkk Fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá elskaði maður, góði pápi, verpápi og abbi Bergur Petersen andaðist 27.10.2009. Takk fyri vitjan av manskórinum, vinum og familju. Og hospice fyri tykkara hjartaliga hátt at vera um okkum øll. Eyðgerð, børnini við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum mintust okkum á gullbrúdleypsdegnum. Takk fyri blómur, gávur og heilsanir. Og takk fyri hugnaliga samveru og gott undirhald. Bestu heilsur Karolina og Ansgar Lenvig Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, sum mintust okkum á gullbrúdleypsdegnum 29. januar 2010. Tøkk fyri gávur, blómur og heilsanir. Tøkk til tykkum sum hildu dagin saman við okkum. Tøkk fyri harmonikuspæl. Ein serstøk tøkk til okkara elskaðu børn og familjur teirra, fyri at gera dagin til nakað heilt serligt fyri okkum. Við ynskjum um alt tað besta framyvir. Heilsan Ingibjørg og Olfert Debes Merkisdagar Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 7. mai hava Jóhanna og Johannes Ingvard Petersen á Saltnesi diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Silvurbrúdleyp Týsdagin 11. mai hava Irena og Ronald Olsen á Nesi silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 15. mai í Missiónshúsinum Tabor á Toftum frá kl. 10 til 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin 22. juni hava Bodil og Eliesar Finnsson, Hólavegur 23, Porkeri, silvurbrúdleyp. Veitsan verður fríggjakvøldið 25. juni kl. 19 á Hotel Øravík, tey ið vilja gleða okkum at koma, verða biðin at siga frá á tlf. 373860 ella 227496. Brúdleyp Leygardagin 8. mai giftast Fríða Ellingsgaard og Eyðfinnur Bjarnason Joensen, Eiði. Vígslan verður í Eiðis kirkju kl. 9. Brúdleypið verður á Hotel Føroyum kl. 11 fyri innbodnum. Brúdleyp Leygardagin 8. mai giftast Liljan Vatnhamar Olsen, Argir og Villiam Jensen, Skálavík. Vígslan verður kl. 14 í Vesturkirkjuni. Brúdleypið verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum kl. 19. Brúdleyp Leygardagin 15. mai giftast Maiken við Skipá og John Pedersen, Havn. Vígslan verður í Filadelfia í Havn kl. 14. Veitslan verður hildin á Hotel Føroyum kl. 19 fyri innbodnum.