Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • mai 2010 Magnus Gunnarsson Hugskotið aftanfyri verkætlanina hjá Better Place er, at battaríini verða lødd upp av streymi, sum verður keyptur frá danska orkufelagsskapinum Dong Energy. Talan er um yvirskotsstreym, sum er framleiddur av vindmyllum um náttina. Elektrisku bilarnir koyra inn á servicestøðirnar at skifta tóma battaríið út vit eitt sum er løtt upp av vindmyllum. Á eini battarískiftisstøð tekur tað styttri tíð at skifta battarí enn at fylla tangan við bensini ella diesel. Tað tekur bert tríggjar minuttir at skifta battaríni, sum verða leigað frá Better Place í Danmark. Vindmyllurnar koyra alla tíðina, men um náttina eru munandi færri brúkarar. Bert ein lítil partur av streymi verður brúktur um náttina í mun til um dagin. Battarískift upp á 3 minuttir Bilurin koyrir inn yvir eina grøv, og síðan er tað ein automatisk skipan, sum skiftir battaríini Bilarnir koyra inn á eina sonevnda Quickdrop støð hjá Better Place, har battaríini verða skift Better Place hava bæði battarískiftistøðir og standarar til at løða battaríini Tá infrastruktururin verður klárur til at taka ímóti elektrisku bilunum, tekur tað styttri tíð at skifta battarí á eini støð enn at fylla tangan við bensini ella diesel, verður sagt frá Better Place í Danmark