mikudagur 5. mai 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
Sosialurin
Kjak
Jóannes Eidesgaard
Hokus-pokus
loysnin hjá
Jørgin Niclasen
Líkt er til, at Fólkaflokkurin
og serliga formaðurin eru
fangaðir av teirra egna retorikki
um útreiðsluneutralitet.
Sum landsstýrismaður í
fíggjarmálum og sum floks
formaður eri eg púra samdur
í sjónarmiðinum um, at
hækka vit eina út reiðslu
játtan, so eiga vit at gera tað
neutralt við at lækka onkra
aðra játtan. Hetta skal vera
høvuðsreglan, uttan at vit
gerast meira katólsk enn
pávin.
ESgransking ella FP7,
sum hon verður nevnd, er
mál hjá Uttanríkisráðnum.
Henda kostar á leið 7
mió. kr. í ár og nakað tað
sama árini, sum koma.
Skal henda játtan ger
ast úteiðsluneutral, sum
Fólkaflokkurin í fjøl miðl
unum so brennandi ynskir,
so er bert ein vegur at fara,
og tað er, at raksturin hjá
Uttanríkisráðnum verður
skorin við 7 mió. kr. Alt
annað er sminking.
Í D&V í fyrrakvøldið
og í ÚF í gjárkvøldið segði
Jørgen Niclasen, at hann
og
Jacob
Vestergaard
høvdu
funnið
loysnina.
Hon var at taka pengar
úr
Búnaðargrunninum
og brúka teir til FP7. Men
at taka pengar úr ein um
grunni, sum tað almenna
framm an und an eigur, ger
ikki játt anina útreiðslu
neutrala. Tað er púrasta
mis skilt enntá við fríum
við vilja. Tað er sum at
flyta pengar úr vinstra
lumma yvir í høgra lumma.
Tú verður hvørki ríkari ella
fátækari av tí orsøk.
Var tað so, at landskassin
ikki átti nakað gjaldføri, so
kundu vita tosa slíkt tos,
men tað er ikki trupulleikin
hjá okkum. Landsbankin
hevur ríkiligt við gjaldføri
á leið einar 1,6 mia. kr. Ein
inntøka úr einum grunni er
sum ein inntøka frá einari
einskiljing. Hon bøtir als
ikki um hallið, menn bert
um gjaldførið. Hin vegin
segði Jørgin Niclasen tað
so rætt, at um ein útreiðsla
verður uppraðfest, so má
ein onnur niðurraðfestast
við somu upphædd. So hví
so ikki gera tað viðvíkjandi
FP7 ella við øðrum orðum,
hví lækkar so ikki raksturin
av Uttanríkisráðnum við 7
mió. kr.?
Skuldu vit annars brúkt
logikkin hjá Fólka flokk
inum, so skuldu vit tømt
grunnar fyri 800 mió.kr.,
koyrt tað inn á fíggjarlógina
, so var hallið burtur – hokus
pokus. Men so einfalt er tað
nú ikki.
Hin vegin, so haldi eg,
at tað er avgjørt skilagott,
at Vinnunevndin, sum í
løtuni viðger uppskotið
um Búnaðargrunnin, tek ur
ta avgerð, at ein ávís upp
hædd verður latin Gransk
ingargrunninum til gransk
ing og menning.
Høgni Hoydal
Fólkaflokkurin og
kollektivisman
Tjóðveldi er til reiðar at taka við leiðsluni og at finna neyðugu semjurnar,
ið kunnu fáa búskapin og samfelagið á aðra kós. Men tað krevur, at
Fólkaflokkurin sleppur sínum blokeringum og sínum royndum at
kollektivisera ábyrgdina og rokningarnar fyri ein blóðskeivan politikk
Tað er ein sjáldan løgin og
misvísandi
yvirlýsing,
ið
Fólkaflokkurin
knappliga
hevur sent út til miðlarnar.
Boðskapurin frá tí flokki,
ið hevur sitið við valdið
nærum uttan støðg síðani
1975 og øll seinastu 14 árini, er
í stuttum, at allir flokkar og
politikarar hava ábyrgdina
av tí kollsiglda búskapinum
og vantandi politikkinum. Og
at nú má sópast fyri egnum
durum, har Fólkaflokkurin
skal vera garanturin hjá tí
vanliga borgaranum mót
vegis
teimum
skilaleysu
polit ikarunum
(!).
Hetta
verð ur sagt sam stundis sum
Fólka flokk urin er fremsti
garantur fyri, at rokn ing
ar nar í løtuni bara verða
send ar til teir veikastu sam
felagsbólkarnar.
Hetta er eitt skúladømi um
ta serligu kollektivismuna,
sum Fólkaflokkurin tykist
hava ment. Hon snýr seg um,
at vinningurin og heiðurin
skal altíð vera nøkrum fáum
einstaklingum og flokkum
beskorin. Meðan ábyrgdin,
uppruddingin og rokningin
er altíð kollektiv.
Tjóðveldi noktar blankt
fyri at verða koyrdur í stóra
pott og fáa ábyrgdina fyri
tann skilaleysa skatta og
búskaparpolitikkin og tann
vantandi politikkin á øllum
økjum undir ABCflokkunum
seinastu 6 árini – og ikki
minst tað atgerðarloysi og
niðurbræðing av øllum poli
tikki, sum valdar í løtuni.
Vit hava ávarað og havt
alternativ uppskot til tær
gerðir, ið eru framdar, alt
síðani hesir flokkar tóku við
í 2004.
Hinvegin taka vit treyta
leyst við ábyrgdini fyri skeiv
ar og vantandi avgerðir, ið
vit hava havt lut í og ábyrgd
av. Her er serliga at nevna
fiskivinnupolitikkin
og
vantandi reformar í sam
felagsbygnaðinum, har vit
ikki hava megnað at framt
røttu avgerðirnar.
Vit taka fegin við leiðsluni
og vilja gera alt fyri at ar
beiða okkum fram til semjur
um at fáa búskapin og sam
felagið á aðra leið, ið kann
skapa álit og greiðar linjur.
Vit ivast heldur ikki í, at
stórur politiskur meiriluti er
fyri neyðugu politisku ætl
anunum, um hetta bara ikki
verður blokkerað av minni
lutum í samgonguni. Higartil
eru so øll uppskot feld frá
okkum, hóast flestu tingfólk
og flokkar siga seg taka undir
við teimum, men vísa til
vantandi samgongusemjur.
Tjóðveldi vísir á hesi
mál, sum eru alneyðug og
átroðkandi, har vit ikki ivast
í, at semjur kunnu finnast
millum 2/3 av tinglimum, um
blokeringarnar verða loystar.
Vit vóna, at hinir flokkarnir
kunnu siga sína hugsan og
at ikki minst Fólkaflokkurin
hevur nøkur boð:
1. Langtíðarætlan
fyri
rakst ur og inntøkur hjá
land inum, har vit áseta
hvussu hvørt rakstraøki
skal minka, standa í stað
ella minka komandi 5
árini til tess at fáa javnvág
á fíggjarlógina.
2. Langtíðarætlan fyri íløgur
komandi 15 árini – og
bein anvegin gongd á tær
íløgur, ið kunnu skapa
virksemi
og
arbeiði
í
hesum ári og tí komandi.
3. Skattapolitikkur
skal
breiðka
skatta grund ar
lagið, har m.a. um hvørvis
skattur og skattur á spe
kula sjón
fíggja
størri
part.
4. Fiskivinnupolitikkurin
skal leggjast grund leggj
andi um, nú alt bend ir á,
at stovnar kunnu koma
fyri seg – og almenn til
feingisbúð setast á stovn.
5. Kommunalreformur, har
eisini skattagrundarlagið
verður broytt, so komm
unuskatturin gerst pro
gressivur
6. Sosialpolitikkur, har teir
veikastu bólkarnir verða
vardir og stættarmunir
javn aðir.
7. Útbúgving, mentan og
gransking skulu standa
fremst í øllum nýátøkum.
8. Umhvørvis og orku poli
tikkur skal verða partur
av øllum samfelagsøkjum
og avgerðum.
Vit taka treytaleyst við ábyrgdini fyri
skeivum og vantandi avgerðum, ið vit
hava havt lut í og ábyrgd av
Raksturin
hjá Uttan
ríkis ráð
num eigur
at skerjast
við sjey
milli ónum
krónum