mikudagur 5. mai 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
20
Sosialurin
Abbi mín, Johan Vilhelm
Mohr (1853-1941), bóndasonur
úr Hoyvík, var á mangan hátt
eitt sjáldsamt menniskja.
Hansara arbeiðssemi og rætt-
vísiskensla og røkiskapur og
reiðiligheit eru legendariskar.
Hansara vanvirðing fyri van-
bøn, lygn, ósannaðari vill-
leiðing og óreiðiligheit eru
eisini legendariskar. Hetta
vóru eginleikar og eyðkenni,
ið myndaðu hann í øllum
lívsins viðurskiftum. Og so
var hann kirkjufólk, rótfestur
í fedranna kirkju.
Í tí frálíku og í søguligari
merking áhugaverdu bókini
Meinigheitshúsið í Havn,
sum Johs. Andr. Næs skrivaði
og Heimamissiónsfelagið gav
út á ólavsøku 2008, er rætti-
liga nógv skrivað um Vilhelm
Mohr.
Tann 1. juli 1879 keypti abbi
Skansagarð:
”Skansegaard,
et Hus bestående af 2 Stuer,
2 Kamre, 1 Spisekammer,
19 alen langt og 13 alen
bredt.
En
Kjeld
6
alen
lang, 5 alen bredt samt en
Kjøkkenhave med Staket.”
Hann
keypti
Skansagarð
”med Torvskærerrettigheder
i
Aaleskjærshaugen
v.m.
fra dødsboet efter (tittul?)
Jens Davidsen og tidligere
afgangne
Hustru,
Maren
Margrethe Johannesen af
Thors havn,” fyri 4.200 krón-
ur.
Á kyndilsmessu í 2008 gav
Eikgrunnurin út áhugaverdu
bókina Eikirøtur, skrivað av
Zacharias Wang. Í henni er
nógv áhugavert at lesa um
Jens Davidsen.
Í einari lítlari bók, sum
abbi skrivaði í tíðini frá juli
1879 – sama ár og mánað, sum
hann keypti Skansagarð, tá
var hann 26 ára gamal – og
nøkur ár fram, síggja vit,
at hann á ein serligan hátt
hevur stuðlað og hjálpt
fátækrafólki í Havn.
Sum kunnugt var Nóls-
oyar fjørður álitið hjá havn -
arfólki í teirra lívsins uppi-
haldi. Sjálv ur var hann ein
íðin út róðrar maður umframt
handils maður,
skipseigari
og reiðari, skrivari í Havnar
kommunu,
traðarmaður,
torvskerarmaður,
enskur
tolkur í sjórættinum o.a.
Og um somu tíð, 1880-1890,
skrivaði hann í eitt hefti
113 navngivin mið og ýtir
eystan fyri Nólsoynna og í
Nólsoyarfirði .
Í bók eru fullfíggjaðir
byggi-og rakstrarroknskapir
hjá fleiri róðrarbátum, ið
hann lat byggja. Tað vísir seg,
at so hvørt sum ein bátur var
liðugt smíðaður, varð hann
latin onkrum manni at nýta
til útróður í eini tvey ár. Abbi
keypti so fiskin (kontanta
avrokning) og av hesum
fekk
hann
sín
bátspart
(sjá avrit úr bókini). Tá ið
útróðrarmaðurin
soleiðis
varð kønur í streymi, miðum
og ýtum, kundi hann keypa
bátin og fáa hann til ognar.
Sum longu sagt, skrivaði
abbi niður 113 mið og ýti
eystan fyri Nólsoynna og
í Nólsoyarfirði til tess at
onnur, eitt nú teir nýggju
bátaeigararnir, kundu fáa
gleði og nyttu av teimum.
Av roknskapunum fram-
gongur til dømis, at ”Baad nr.
1,” varð bygdur í 1879/80 og
kostaði 152,88 kr. at byggja
(sjá avrit úr bókini), og at
hann varð seldur 7. juli 1881
við seglum og mastur, árum,
kumpassi, bátshaka v.m. fyri
150 kr. Avtalan um bátspartar
helt sjálvsagt uppat við
eigaraskifti.
Sambært roknskapunum
lat abbi byggja 5 bátar í tíðini
1879 – 1887, sum allir vórðu
avgreiddir við bátsparti, sølu
og upplæring á sama hátt
sum við tí fyrsta bátinum.
Nummar 5 bátur varð tó ikki
handaður (seldur) fyrr en
1892.
Allur fiskireiðskapur so
sum ”Langline” og ”Helle-
flynd erline” fylgdi við bát-
unum. Fyri línurnar fekk
abbi ”Linepart,” so leingi
hann átti línurnar. Í 1880 var
hesin partur 17,65 kr. Í 1894
seldi abbi eina gamla línu
fyri 1 krónu.
Hetta er so ein lítil mynd
av, hvussu havnarmenn fyri
130 árum vórðu hjálptir at
ogna sær bát við upplæring
í streymi, miðum og ýtum til
útróður. Ein stetlandi byrjan
til fíggjarligan tryggleika.
Handritið
viðvíkjandi
umrøddu miðum og ýtum
er latið Fróðskaparsetrinum
í varðveitslu, og bók in við-
víkjandi útróðrar bát un um,
sum her er umrødd, verður
óivað eisini latin Fróð skap-
arsetrinum.
Kjak
Heri Mohr
Ein farin tíð